Tuesday, April 23, 2013

Børnini eru livandi ørvar

Hvør tryggjar børnum frælsi at vera børn? Gerandisdagur teirra gerst alt meira skipaður og børnini alt meira stýrd. Nýggjasta ynski hjá grannum okkara er, at tey nú skulu vera størri part av degnum saman við lærarum. Serfrøðingar og kommunur eru samd, meðan lærarar ivast. Hóskandi kunnu vit spyrja, skulu fakbólkar í framtíðini fylla plássið, sum foreldur og vaksin annars eiga – ella hava tey møguliga ikki tíð at fylla tað?

Eru børn bara stríð og strev?
Meðan KL og lærarar tosa um arbeiðstíð og heildagsskúla, leggur Erik Sigsgaard í greinini “Tag en tænkepause” upp til, at vit steðga á og endurskoða uppihaldið á stovnunum, har børnini dagliga eru. 

Hann sigur m.a., at fyrr høvdu fólk størri álit á børnum. Í dag hava vit í veruleikanum ikki brúk fyri teimum, tey eru í grundini bara stríð og strev. Hetta er eitt av yvirskipaðu samfelagsrákunum, har vit hava skilt børnini sundur frá lívinum hjá teimum vaksnu og sosiala felagsskapinum. Hetta er torført at skilja í dag, tí vit so leingi hava havt stovnar og hava gloymt, at tað einaferð var øðrvísi. Vit hugsa, at meiri børnini eru í skúlanum, meiri læra tey, men børn læra jú eisini aðrastaðni enn í skúlanum.
 
Næmingar geva lærarum arbeiðsgleði
Serfrøðingur á Copenhagen Business School, Mads Hermansen, heldur, at lærutíð saman við næmingunum er avgerandi fyri, hvat teir læra, men sjálvandi bara um tíðin verður nýtt við skili. Og hvat er so tað?

Til tað sigur Jane Findahl, forkvinna í “Børne- og Kulturudvalg” hjá KL og býráðslimur í Fredericia: “Tað avgerandi fyri framtíðar fólkaskúlan er, at næmingarnir læra meira. Og gransking vísir, at lærarar hava størstan og avgerandi týdning fyri, hvat næmingar læra. Eisini er dokumenterað, at tað er samveran við næmingar, sum gevur lærarum arbeiðsgleði. Tí skulu vit geva lærarum møguleika at hugsavna seg 100% um læru hjá næmingunum.”

Bæði sonn og vís orð, men her manglar ein heil dimensjón. Tí hvør tosar um leiklutin hjá foreldrunum? Tá ið tosað verður um samveru, læru og børn, so er samveran hjá børnum í dag við fakfólk – námsfrøðingar og lærarar – eins stór og við foreldur og onnur vaksin. Tí er nevniliga viðkomandi at spyrja, um samfelagið í komandi tíð fer at krevja, at lærarar eisini átaka sær foreldraleiklutin.
 
Almustafa og børnini
Hugstoytt er, um hetta verður veruleiki, tí framíhjárætturin at vera foreldur er jú, at smá menniskju verða til og ment saman við tær sum vegleiðara. Tey eru ikki tú, men tey koma ígjøgnum teg. Tá ið Almustafa í bókini Profeturin er á veg yvir aftur á føðioyggj sína, setur hann tíð av at geva Orphalesubúgvum av sannleika sínum. Ein av kvinnunum, sum hevði barn sítt at bringuni, segði: “Tala við okkum um børn.”

Og hann segði: “Børn tykkara eru ikki tykkara børn. Tey eru lívsins synir og døtur við egnum longslum. Tey koma ígjøgnum tykkum, men ikki av tykkum. Og um tey eru hjá tykkum, eiga tit tey ikki. Kærleika tykkara kunnu tit geva teimum, men ikki tykkara tankar. Likami teirra kunnu tit geva hús, men ikki sálum teirra. Tí sálir teirra búgva í húsum morgindagsins, sum tit ikki kunnu vitja, sjálvt ikki í dreymum tykkara. Tit kunnu stremba eftir at verða sum tey; men roynið ikki at gera tey til eina ímynd av tykkum sjálvum. Tí lívið gongur ikki eftir hæli og tøvir ikki í tí farna. Tit eru bogar, sum sleingja út børn tykkara sum livandi ørvar. Bogamaðurin sær málið úti í vídd endaloysins, og við allari megi spennir hann streingir, til tess at ørvar hansara skulu flúgva langt og skjótt. Gleðið tykkum, tá bogamaðurin spennir tykkum við hondum sínum. Tí eins væl sum hann elskar teir flúgvandi ørvarnar, elskar hann bogan, sum hann hevur eftir.”
 
Trivnaður hjá børnum og ungdómi
Framíhjárætturin hjá bogamanninum er at sleingja út børn síni sum livandi ørvar. Við hesi hugsan kann m.a. vera víst á áhugaverdu kanningina, sum íslendski Jón Sigfússon og føroyski Firouz Gaini hava lagt fram, og sum klárt vísir, at børn og ung, sum dagliga eru meir saman við foreldrunum, har foreldur hava áhuga fyri frítíðarlívi og tí, tey gera í gerandisdegnum, hevur positiva ávirkan á avgerðir, tey taka.

Føroyar eftirbátur
Sjáldan er at gleðast um at vera eftirbátur í mun til onnur lond, men her hugsi eg, at vit veruliga hava ein fyrimun. Vanliga verður gjørt í Føroyum eins og tað verður gjørt í Danmark. Hetta eigur at geva okkum møguleika at hugsa væl um framtíðina hjá uppvaksandi børnunum, sum stóran part av degnum eru næmingar, har vit spyrja okkum sjálvi: Hvat vilja vit, hvat er best fyri børnini, og hvør tryggjar børnunum frælsi at vera børn. Her er lítið at ivast í, at best er, um foreldur varðveita dýrabara leiklutin í lívinum hjá barninum, sum sjálvsagt gevur lærarum tíð, orku og arbeiðsgleði at vera saman við næmingunum.

Friday, April 5, 2013

Pippiland og pippileiklutur

Bjørt og Eydna í litfagra húsinum á Vallingaváli. Myndin fekk meg at hugsa um áhugaverda brotið í bókini "Kvinde, hvorfor græder du?" eftir Kathrine Lilleør, sum eru søgur úr lívi hennara. Har skrivar hon m.a.:
 

"Men at seta børnum mørk kann vera sera torført fyri eitt ættarlið, sum er so upptikið av pippileiklutinum, sum vit eru. Vit fara útferð í tættstúgvaðum bilum við ýlandi børnum fleiri tímar upp til svenska Pippilandið, har smábørnini í familjuni gánandi líta at einum anti-autoriteti, har eingin skal siga nøkrum nakað. Har hon sjálv skal avgera alt. Altíð. Eg eri ikki í iva um, at Pippi, tá ið hon kom fram í 1945, var eitt vælkomið slag ímóti teimum trimum R'unum: Ró, reinleiki og reglusemi. Hon hevur veruliga luftað út í hørðu siðvenjuni í barnauppalingini, sum av og á var meiri lík hundavenjing.
 
Men børn verða ikki longur bundin til pottin, og Pippi er langtsíðani vaksin. Hon hevur vunnið stórsigur. Og tað er trupulleikin við mótstøðurørsluni. Teimum manglar altíð nakrar millumrokningar, tá ið tey møta veruleikanum. Við Pippirørsluni gerst trupulleikin: Um øll skulu ráða, hvør skal so vera tann, sum letur seg ráða yvir? Hvør vil vera Tommy og Annika?

Eingin. Men foreldrini at teimum 3 ára gomlu eru sum skapt til leiklutin. Og tað, sum er ørkymlandi við hesum er, at tey ikki so mikið sum mótmæla..." (Leyslig týðing)

Ferðin í Vimmerby var annars framúr og kann viðmælast øllum - bæði vaksnum og børnum.