Happing í bólki
Í dag eru vit farin at seta orð á trupulleikan eisini vísindaliga, har ein
tann fyrsta nágreiniliga kanningin um
happing varð gjørd í 70unum av norska granskaranum Dan Olweus. Í dag er happing
viðurkend sum heimsumfatandi trupulleiki fyri nøkur børn, ung og vaksin.
Tað er kanska sjálvsagt, at tosið um happing ofta fer inn um skúlagátt. Har
eru stórir bólkar av børnum, øll hava einaferð verið næmingar og upplivingarnar
eru sera ymiskar – góðar og minni góðar.
Kanningar vísa, at næmingar í happingini hava fleiri ymiskar leiklutir.
Teir kunnu vera happarar, teir, sum verða happaðir ella vera eygnavitni. Hugvekjandi
upptøkur av næmingum vísa, at eygnavitni vóru til umleið 85% av tilburðunum av
happing, men næmingarnir blandaðu seg sjáldan fyri at hjálpa tí happaða.
Leiklutirnir broytast, og tíverri gerast nakrir næmingar, sum eygleiða,
hjálparar ella styrkjarar hjá happaranum, aðrir verða verandi uttan fyri, nakrir
ríma, og uppaftur aðrir hyggja passivt at. Bara ein lítil partur ger nakað fyri
at verja tann happaða.
Hóast tað eru dømi um skúlar, sum hava víst góð úrslit við minkandi
happing, so er tað ikki eydnast allastaðni. Tí stóra avbjóðingin er at taka
tað, vit longu vita um happing, og umseta tað til effektiva venjing og vilja
frá heimi, skúla og í samfelagnum annars.
Tosa opið, men tó...
Vit eiga at leggja okkum í geyma, at allir trupulleikar í sosialum
samskifti ella samveru ikki er happing. Tí kann tað eisini vera ein
trupulleiki, at aðrir trupulleikar, sum næmingar hava, verða flokkaðir sum
happing. Tí til dømis, at onkur kennir seg uttanfyri, at onkur hevur trupult
við at finna vinir í flokkinum, at næmingar øsa seg í skúlatíð, at næmingar eru
bangnir fyri at koma í skúla ella ikki vilja í skúla, er ikki altíð orsakað av
happing.
Kann tað hugsast, at tosað verður ov nógv um happing, heldur enn trivnað? Avgerandi
spurningurin er í veruleikanum, hvussu næmingar, sum ikki hava tað gott, skjótt
kunnu fáa røttu hjálpina. Neyðugt er at taka við, at næmingarnir, sum einki kenna til happing, gerast ótryggir av at verða lagdir undir at happa – og hetta skapir enn ein trupulleika.
Trivnaður fyri næmingar verður m.a. tryggjaður, um foreldur, lærarar og
vaksin annars miðvíst arbeiða við at brynja teir til eitt livandi og fjølbroytt
lív saman við øðrum næmingum, har teir bæði fáa og geva. Vit kunnu tosa um
likamligan og fakligan trivnað, har matur, svøvnur, fyrireiking til skúladagin og
samvera er avgerandi.
Trupulleikin óivað stórur
Í Barnaútvarpinum 19. januar varð t.d. upplýst, at umleið 1000-1200
skúlabørn javnan verða happað. Hetta er eitt stórt tal. So kunnu vit sjálvi
rokna út, hvussu nógv kunnu skriva og siga sína søgu um teirra upplivingar.
Vit eru øll vitandi um, og hava verið tað leingi, at happing er ein veruleiki,
og tí eru fakfólk av ymiskum slagi sett av myndugleikanum at arbeiða við trupulleikanum.
Júst tí tørvar okkum eitt fjølbroyttari kjak við støði í royndum og opinleika.
Tá fólk siga frá upplivingum sínum um happing, eiga vit at fara væl um
søgurnar. Júst hesar kunnu gera samfelagið meir opið fyri evninum. Tó eigur alt
ikki at verða flokkað í ein bólk, tí tá kunnu søgurnar oyðileggja meir, enn tær
gera væl. Dirvið hjá summum kann geva øðrum "ósekum" skuldarkenslu
fyri nakað, tey als ikki kenna seg aftur í.
Ikki komið á mál
Komið er ikki á mál, men um vit hyggja at londunum kring okkum, so er happing
enn ein veruleiki fyri summi - sjálvt í Svøríki, har tað við lóg er bannað at
happa. Hetta sigur okkum, at vit fara altíð at arbeiða við hesum, og vit eiga
ikki at billa foreldrum ella næmingum inn, at happing er ein trupulleiki, sum
fólkaskúlin einsamallur kann loysa. Hetta er ein sera samansett avbjóðing, sum
allir partar mugu standa saman um. Politiski myndugleikin er eitt, men í
skipanini er nógv gott fólk, og tað kann undra, at trupulleikin er so stórur,
sum fólk siga?
Hvør spyr inn til søguna?
Vinkulin, har spurnartekin verður sett við søgurnar manglar veruliga. Hetta
torir eingin at gera, tí hvør veit, um tað ikki er happing? Trupulleikin er
nevniliga ótrúliga torførur, har eitt upplivilsi er eitt hjá einum og eitt
annað hjá einum øðrum. Menniskju eru so ótrúliga ymisk, har summi eisini hava
ymiskar avbjóðingar ella manglandi sosialar førleikar.
Fakfólk - hugsi her kanska serliga um lærarar - leggja stóra orku í
arbeiðið sítt, sum alt meir gerst ein sosial uppgáva. Hetta kann við nøkrum
fáum orðum ella reglum verða traðka undir fótum og geva eina keðiliga kenslu av
meiningsloysi, tí tagnarskyldan avlagar eisini kjakið.
Trivnaður og virðing í fakligari skipan
Saman um tikið er tað trivnaður í fakligum umhvørvi, sum fremur tryggar og nøgdar
næmingar, har tað hevur stóran týdning, at næmingar við ymiskum avbjóðingunum fáa
rættu hjálpina skjótast gjørligt. Hugsi eisini, at neyðugt er við eini hugburðsbroyting hjá teimum vaksnu, sum ávirkar hugburðin hjá børnunum. Um vaksin hava virðing hvør fyri øðrum og fakligu skipanini, so ávirkar og broytir tað børnini.
Støðið á almenna kjakinum má gerast hægri, so tað verður eitt veruligt kjak
við dýpd, har fólk oftari seta seg inn í støðuna, so evnið verður lýst frá
ymiskum síðum. Um søgan stendur einsamøll, og alt verður flokkað sum sami
trupulleiki, er torførari at menna verandi umstøður ella ítøkiliga at greina
trupulleikan, sum sjálvsagt er neyðugt.