Sum eg las, fór hugurin at reika og av sær sjálvum at samanbera við brotið í "Brahmadellarnir", har loysnin, sum vera mann í tíðini tá, var ein heilt onnur og hugburðurin kanska í so praktiskur. Júst hesa loysnina kenna óivað fleiri aftur:
"Eigil
gramdi seg fyri mammuni, segði seg vilja skifta skúla, tí hann fekk ikki frið
at liva.
Mamman gav honum tey hollu ráð at svara aftur við somu mynt... Kristensa bað sonin vinda blóðið úr hasum skrepeunganum hjá tannlæknanum, so fór alt tað laga seg.
Og tað var júst tað, sum hendi ein dagin aftan á skúlatíð."
Mamman gav honum tey hollu ráð at svara aftur við somu mynt... Kristensa bað sonin vinda blóðið úr hasum skrepeunganum hjá tannlæknanum, so fór alt tað laga seg.
Og tað var júst tað, sum hendi ein dagin aftan á skúlatíð."
Týdningurin í
ella kanska meir trupulleikin við at geva aftur “við somu mynt” er stórur. Hetta
setur okkum í tvístøðu og verður vanliga ikki góðtikið sum møguleiki. Vit kunnu
t.d. ikki siga við børnini, at tey skulu sláa aftur - um tað so er ein gerð
ella við orðum. Og tó!
Rithøvundurin
Jan Guillou, sum m.a. hevur skrivað bókina “Ondskan”, hevur sagt, at tann, ið
verður happaður, skal sláa aftur alt fyri eitt fyri ikki at seta seg í eina
støðu í happingini, sum er torfør at rista av sær. Nakrar støður rættvísgera,
eftir hansara tykki, harðskap, serliga tá ið harðskapur verður nýttur í sjálvverju.
Samd ella
ósamd við Guillou, so fekk søgan, sum eg hoyrdi í dag, meg at hugsa um júst
hetta. At sláa aftur. Ein eldri maðurin segði frá, at tá ið hann gekk í skúla,
varð hann happaður av læraranum, tí hann stamaði. Vanligt var hjá dronginum at hoyra
niðrandi viðmerkingar frá læraranum, tá ið hann kom í skúla. Ein dagin hevði drongurin
tó fingið nóg mikið, fór heim og segði við foreldrini, at hann ongantíð aftur
fór í skúla. Søgan hann fortaldi heima gjørdi, at pápi hansara ringdi til
læraran og kravdi, at hetta varð steðgað alt fyri eitt ella fekk tað álvarsamar
fylgjur. Og tað hjálpti.
Hóast hesa
søguna, so er sjálvsagt, at eingin eigur “loysnina”, tí so var trupulleikin
longu loystur og ikki enn ein avbjóðing.
Havi hug at
tríva í aftur barnabókina “Lat eisini meg”, har lærarin, heldur enn at fáa tey
at sláa aftur, sigur við foreldur og næmingar: “Vit eru ikki savnað at finna
syndabukkar. Vit eru her at finna loysnir og at gera okkum øll meira greið
yvir, hvussu vit fylgja við og fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur, tí ein
næmingur einsamallur kann ikki halda lív í happing serliga leingi. Happing er
ein samanrenning av nógvum fólkum og tilgongdum, sum fáa sítt egna lív. Øll eru
jú glað, tá tað gongur børnum okkara væl. Hendingin í nátt hevur tó víst, at
tað ikki er nóg mikið bert at hugsa um okkara egna barn. Tað er eins neyðugt at
hava áhuga í øllum flokkinum. Trivnaður í flokkinum er besta trygd fyri trivnaði
hjá tí einstaka næminginum..."
Nærliggjandi
er, afturat trivnaði, at finna tað sum Ole, vinurin hjá Ivan í Gummi Tarzan, sigur: “Tað er altíð
okkurt, sum tú dugir at gera, tú skal bara finna tað”. Tí loyndarmálið liggur millum mangt annað eisini í
sjálvkensluni hjá hvørjum einstøkum - bæði hjá happara og tí happaða - og virðingini
fyri hvør øðrum. Júst her skal setast inn, men áðrenn vit eru komin so langt,
er tíverri onkuntíð neyðugt at sláa aftur, og hvør skal tá sláa aftur? Børn ella
foreldur?