Sjálv haldi eg, at tað er løgið at hava
ein pápa, sum er 70. Havi hugsað eitt sindur um tað, vit vanliga kalla fyri "at vera
gamal". Aldur er jú bara eitt tal, og hvørki mamma ella babba passa serliga væl til talið, tey "eru".
Jane Fonda, sum er fødd í
1937, kallar tað fyri at vera komin inn í triðja partin av
lívinum – ella triðju akt. Hon sigur nakað soleiðis: "Vit liva í miðal 34 ár
longri enn langommur og langabbar okkara gjørdu. T.v.s. at vit hava fingið
næstan eitt heilt lív afturat tí, sum tey høvdu. Men hetta hevur mentan okkara
ikki tikið til sín, tí vanliga verður lívið lýst sum ein bogi, har vit náa
hæddarpunktið og fara síðani niður aftur til tað, sum er minni vert - eins og í patologiini ella sjúkdómalæruni.
Tó eru vísindamenn, listafólk og heimspekingar komnir til, at lívið als ikki er ein bogi, men er ein jøvn
gongd upp eftir alt lívið. Teir grundgeva tað við, at hetta er ein serstøk menning,
ella ein trappa, sum førir okkum við aldrinum til størri og størri tilfeingi í okkum sjálvum.
Kanningar vísa, at flestu fólk yvir 50 ár hvíla betur í sær sjálvum, eru nøgdari, vísari, gerast
minni bangin, góðtaka betur ymisleikan, kenna seg betri, eru minni tressað...
og onkrar kanningar vísa enntá, at hesi eru eydnusamari, enn tá ið tey vóru ung.
Tí, tá ið tú ert "gamal",
so ert tú sjálvur inni í tí, tú kennir tað, og tí ert tú ikki bangin fyri tí.
Tú ert grundleggjandi tann sami, sum tú altíð hevur verið. Sjálvandi er alt
ikki bara gott, og kanska er umleið 1/3 gen bestemmað og/ella hepni, men 2/3 gevur tær møguleika at hava ávirkan á, hvat tú gert við tað, og hvussu tú vilt liva tað.
Men, sum vit vita, so er atrofiin galdandi í øllum heiminum og allastaðni. Ein grundleggjandi veruleiki. Hetta sigur okkum jú, at alt verður
við tíðini oyðilagt, soleiðis, sum vit eisini síggja tað og vanliga lýsa tað.
Her er bara eitt undantak.
Undantakið er sálin, tí sálin í menniskjum fer líðandi uppeftir. Sjálvt um vit fáa likamligar
avbjóðingar, so nýtist hetta ikki at ávirka sálina.
Menniskju leita eftir meining og út
frá upplivingum undir 2. heimskríggi segði Victor Frankle: “Alt tú hevur í
lívinum kann verða tikið frá tær - uttan eitt - og tað er frælsi títt at
velja, hvussu tú svarar tí aftur, sum hendir tær!” Tað, sum eyðkennir lívið, sum
vit liva, er hvussu vit síggja tað, sum hendir og hvussu vit lata tað ávirka okkum."
So er tað ikki gott at vita, at vit við aldrinum gerast vísari, nøgdari og eydnusamari :) Hygg her, hvat Jane Fonda sigur:
http://www.ted.com/talks/jane_fonda_life_s_third_act.htmlSo er tað ikki gott at vita, at vit við aldrinum gerast vísari, nøgdari og eydnusamari :) Hygg her, hvat Jane Fonda sigur: