Døggváta lokkanetið var bara eitt av øllum teimum vanligu undrunum, sum eg sá
í dag. Fuglur, seyður og onnur dýr skapa sær tilveruna í skiftandi umstøðum og
veðri - tað gera menniskjuni eisini. Hetta eru vanlig undur, sum vit mugu minna okkum á og
læra okkum at síggja. Hesi kunnu eisini vera tey, sum Sarah McLachlan syngur um
í Ordinary Miracle, um alt tað vakra, vit síggja. Tá tað fer at kava ella
regna, at sáðið í moldini veksur, at sólin rísur, at ferðafuglur fer avstað og
kemur aftur og at vit vakna til ein nýggja dag.
Hugsi ikki, at eiturkoppurin, sum býr á veg út í Taravík, veit ella hugsa um, at hann er partur av vanligu undrunum í gerandisdegnum, men menniskjuni hava eginleikan og kunnu gerast varug við vanliga, stóra undrið, tey eru lutur av. Hesa kensluna av takksemi og undran fekk eg í dag.

Her er leinkja til sangin hjá Sarah McLachlan Ordinary Miracle:
http://www.youtube.com/watch?v=1I32BV77gK8
http://www.youtube.com/watch?v=1I32BV77gK8
No comments:
Post a Comment