Livandi ljósini í vindeyganum teska, at várið er farið og summarið telur dagarnar. Okkurt hugnaligt er tó við kvøldunum, sum gerst myrkari. Fór í kvirruni at hugsa um hesa søguna, sum Móðir Teresa í 1991 segði, tá ið hon talaði á Corpus Christi College í Melbourne. Søgan stendur eisini í partinum Kærleiksboðið í kristnibókini "Vinir mínir og eg":
”Eg gloymi ongantíð fyrstu ferð eg kom til Bourke í Avstralia og vitjaði systrarnar. Uttan
fyri býin var eitt stórt friðað øki, har alt upprunafólkið búði í smáum
smáttum, sum vóru gjørdar úr blikki og gomlum pappi. Eg fór inn í
eitt av teimum smáu húsunum. Eg nevndi tað hús, men tað var bara eitt rúm,
og inni í hesum rúmi høvdu tey alt tað, tey áttu.
Eg segði
við mannin, sum búði har: ”Kann eg sleppa at reiða song tína, vaksa klæðir tíni
og gera húsið reint?” Og hann endurtók: ”Eg hava tað gott! Eg havi tað gott.”
Og eg segði við hann: ”Men tú vildi havt tað betri, um tú lat meg gera hetta fyri
teg.” At enda gav hann mær loyvi at gera tað.
Tá hann
loyvdi mær tað, gav hann mær ein gamlan brævbjálva, sum hann goymdi í lummanum.
Úr brævbjálvanum tók hann enn ein brævbjálva og úr hesum uppaftur ein annan
brævbjálva. Hann byrjaði at lata teir allar upp, og inni í seinasta
brævbjálvanum var ein lítil mynd av pápa hansara, og hann vísti mær hana. Eg hugdi
at myndini, og eg hugdi at honum, og eg segði: “Tú líkist pápa tínum nógv.” Hann
gjørdist ovurfegin, tá ið eg sá, at hann líktist pápa sínum. Eg signaði myndina
og gav honum hana aftur, og aftur tók hann ein brævbjálva, og aftur ein
brævbjálva og síðani triðja brævbjálvan, og myndina legði hann aftur í lumman
nær hjarta sítt.
Eftir at
eg hevði vaskað rúmið, sá eg eina stóra lampu í horninum. Har var ógvuliga
skitið og eg segði: ”Tendrar tú ikki lampuna, hon er so vøkur. Tendrar tú hana
ikki?” Hann svaraði: ”Fyri hvørjum? Her hevur eingin nakrantíð
verið og vitjað meg. Fyri hvørjum skuldi eg tendra hana?” Síðani segði eg:
”Hevði tú viljað tendra hana, um systrarnar komu at vitja teg?” Hann segði:
”Jú.”
Systrarnar
fóru at vitja hann 5-10 minuttir hvønn dag, og tær byrjaðu at tendra
lampuna. Tá ein tíð var liðin, hevði hann vant seg við at tendra lampuna. So líðandi góvust
systrarnar at vitja hann. Men tær plagdu at fara fram við hjá honum hvønn
morgun.
Síðani
gloymdi eg alt um hetta. Tvey ár seinni sendi hann mær eini boð - ”Sig við
Móðir, vin mín, at ljósið, hon tendraði í lívi mínum, brennur enn.”
(Leystliga
týtt úr donskum. Greinin er partur av eini greinarøð, sum Kristeligt Dagblad gav út at fagna útgávuni
við brøvunum hjá Móðir Teresu "Kom og vær mit lys".)
No comments:
Post a Comment