Fólkaskúlaøkið í Klaksvík stendur fyri stórum broytingum komandi árini.
Bæði í sjálvum bygnaðinum og við nýbygningi. Avbjóðingin er í tveimum, har
samansjóðing av tveimum skúlamentanum er eitt, og hitt er tørvurin á skjótari
útbygging. Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti, har allir partar vera
tiknir við og hoyrdir.
Tíðindaskriv við skeivum tíðindum
Lítið skal tó til at skeikla veruleikan, tí eftirfarandi var
tíðindaskrivið frá Klaksvíkar kommunu í august ikki. Í sambandi við, at soppur
var staðfestur í skúlanum á Ziskatrøð stóð í tíðindaskrivi, at nýggi skúlin
stendur liðugur í 2018. So er ikki.
Eftir at Klaksvíkar kommuna 24. apríl samtykti at leggja báðar
fólkaskúlarnar í býnum saman, varð farið undir at arbeiða við út- og nýbygging
av skúlanum. Serliga var tørvur á at samanbyggja skúlarnar og at út- og
umbyggja Skúlan á Ziskatrøð. Hetta var byggibólkur settur at útgreina.
Á býráðsfundi 19. juni varð síðani víst til tilmælið frá byggibólkinum, dagfest
18. juni, har greitt verður frá tilgongdini, arbeiðnum í byggibólkinum, víðari
arbeiðs- og tíðarætlan og vegleiðandi strikumyndum og byggiskrá, dagfest 16. juni.
Tað, sum nevndir og býráð tóku støðu til á býráðsfundinum 19. juni, var
innihald og kostnaður av fyrsta byggistigi. Um fíggjarligu avleiðingarnar, sum
vóru samtyktar á býráðsfundinum verður skrivað: “Sum tað framgongur av viðløgdu
byggiskrá, hølisyvirliti og kostnaðarmeting, er tann samlaði kostnaðurin av 1.
byggistigi 99,7 mkr. umframt mvg.”
Tað sum undrar er, at í tiðindaskrivinum frá Klaksvíkar kommunu í august stendur,
at: “Klaksvíkar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan fólkaskúla í Klaksvík.
Hetta arbeiðið byrjar í komandi ári, og skúlin, ið kostar umleið 100 milliónir
krónur at byggja, skal standa liðugur á sumri í 2018.” Hetta er ikki rætt.
Hóskiligt hevði verið, at Klaksvíkar kommuna kom við eini rætting og eini
frágreiðing um hesi tíðindini. Heldur stendur í miðlunum aftur í dag somu
tíðindi, sum skeikla veruleikan.
Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti
Ber til bara at siga okkurt? Tað, sum stendur í tilmælinum frá
byggibólkinum, og sum býráðið hevur samtykt og sett pening av til, er, at í
2018 stendur 1. byggistig av trimum liðugt. Hugsi, at júst hetta hevur stóran
týdning fyri at tryggja, at vit skjótast gjørligt hava ein fult útbygdan fólkaskúla
í Klaksvík, sum rúmar øllum 800 næmingunum.
Tað, sum er eftir, tá ið 1. byggistig er liðugt er 2. byggistig:
fyrisiting, fakhølir, Gigni, útiøki, valskúli, og 3. byggistig:
fimleikarhallir, tannlækni, forskúli og útiøki. Gott hevði verið at fingið at
vita, hvat 2. og 3. byggistig kostar.
Øll vita, at her skal eitt stórt arbeiði leggjast í fyri at fáa stóra
skúlan at virka. Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti, har allir partar
vera tiknir við og hoyrdir. Tosað má vera saman um, hvat skal gerast, og hvussu
tilgongdin skal skipast. Hvør skipar tað arbeiðið, er tó enn ikki avgjørt.
No comments:
Post a Comment