Thursday, August 15, 2013

Vit eru vónin

Á veg norð í býráðshøllina í dag koyrdi eg yngru gentuna oman í svimjihøllina. Hon var spent, tí í dag skuldi hon svimja saman við mammubeiggja sínum. Skjótt gekk at lata seg úr, og rein um kroppin fór hon rennandi undan brúsuni og út í heita svimjihylin. Løtu seinni var mammubeiggin har, eg veittraði og segði, at eg kom aftur um ein tíma. 
 
 
 
 
Síðani fór eldra gentan og eg við ferð til framsýningina "Acre of Hope", sum lat upp kl. 19. Úr frísku summarluftini traðkaðu vit inn í eina aðra verð. Fyrst var púra friðarligt inni, og eyguni sóu myndir av smábørnum og størri børnum, har nøkur hugdu beitt upp á meg. Eg gekk longur inn, har jarnplátur vóru settar upp sum veggir. Innan fyri veggin var eitt rúm við dunkum, einum grønum stóli, trummum og plattum, har ein soviposi lá. Ja, hetta var líknandi eini ráari smáttu. Júst komin inn í hetta serstaka rúmið, komu stillir tónar, sum Hans Michael við flyglið spældi, og fyltu rúmið.  
 
 


Hjartanemandi myndirnar, saman við stilla tónleikinum, spældu við kenslurnar og góvu hópin av spurningum lív. Og at enda kom spurningurin: Er nøkur vón fyri hesum børnum?
 
 

Svarið fann eg í blaðnum, sum eg fekk á veg inn, har Bárður Lydersen, myndamaðurin sjálvur, sigur: "Vit menniskju í vesturheiminum, vit sum hava alt, vit eru "vónin og akurin" hjá hesum børnum, sum ikki hava reint vatn, og sum oftast fara svong til songar."

Víðari sigur hann, at "endamálið við framsýningini er at varpa ljós á ein veruleika hjá teimum milliónatals børnum, sum liva í fátækradømi. Ein veruleika, sum vit í vesturheiminum hava ilt við at seta okkum inn í ella ikki orka at hugsa um og kennast við." Og børnini á myndunum hyggja at mær, sum eri teirra - kanska einasta - vón.




Eftir eina løtu fóru vit avstað. Komin út aftur í frísku luftina hugsaði eg um orðini hjá Rúnu um drepandi hitan í Monrovia, har børnini ongar hentleikar hava, og har lukturin ikki er til at halda út. Eg takkaði, við blandaðum kenslum, fyri okkara umstøður og møguleikar.

Vit báðar fóru beint eftir yngru gentuni, sum, tá ið eg kom inn í svimjihøllini, kom við fullari ferð oman skreiðibreytina. Eftir eina góða løtu í svimjihøllini, var hon nú móð, og saman fóru báðar genturnar til ommu sína at fáa sær ein bita. Eftir sat eg í bilinum við køldu staðfestingini av, at ójavnt er býtt. Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva.

Um ymisku møguleikarnar at stuðla les meir á heimasíðuni hjá ABC barnahjálp http://www.barnahjalp.fo/wp2/

Wednesday, August 14, 2013

Lívið sum barn og sum næmingur er ein heild

Summarið telur dagarnar og skjótt verður skúladagurin aftur fastur táttur í barnalívinum. Børnini hava skjótt verið heima í sjey vikur, men koma aftur í skúla broytt og ment á ymiskum økjum. Tí hóast leikluturin sum barn og sum næmingur á ein hátt er hvør sín, er týdningarmikið, at vit síggja barnið sum eina heild, sum mennist bæði heima og í skúlanum.


Hugsan, sum førir til sjálvbjargna lívið

Esop, sum livdi í gamla Grikkalandi umleið ár 550 f.Kr sigur dømisøguna Krákan og krukkan: “Ein kráka, ið var tyst, fann av óvart eina krukku, sum eitt sindur av vatni var í. Men við tað, at krukkan var ov djúp, kundi hon ikki røkka niður at tí, so at hon kundi stilla tostan. Hon royndi í fyrstuni at bróta krukkuna sundur við nevinum. Men tá ið hetta ikki eydnaðist henni, fekk hon tað innskotið at kasta ymsar smásteinar niðurí, sum gjørdu, at vatnið kom heilt upp til tromina á krukkuni. So drakk hon alt tað, ið hon var ment.”



Um børnini gerast sum krákan, fáa tey innskot, hugsa sjálvi ymiskar møguleikar ella loysnir og avgera, hvussu tey vilja møta lívsins avbjóðingum. Tá gerast børnini við tíðini eisini sjálvbjargin, sum í sjálvum sær er málið – júst hendan fyrireiking liggur bæði heima og í skúlanum. 


Barnið og framtíðarsamfelagið

Børn læra frá tí, tey eru fødd. Vaksin læra tey í fyrstu atløgu ikki at tosa, tey læra tað við at brúka málið, lurta og arbeiða sjálvi við tí. Tey verða eggjað, rættað og leiðbeind, men málið kemur við sosialari samveru við vaksin. Soleiðis er eisini við vitan og menning annars.

Sum næmingur gerast málini meira ítøkilig, og hóast fólkaskúlin ikki einvíst skal útbúgva næmingar til framtíðar samfelagið, men geva børnum og ungum møguleika at fáa eitt virkið og mennandi lív, so er spurningurin, hvussu tey gerst sjálvbjargin, bæði intellektuelt og praktiskt, áhugaverdur.


Sir Ken Robinson sigur, at fyritøkur í alsamt broytandi samfelagnum hava tørv á fólki, sum hava lætt við at tillaga seg, eru kreativ, og sum skilja seg sjálvi og onnur. Tað vil eisini siga, at næmingar skulu duga at lesa, skriva og rokna. Men hann sigur víðari, at næmingar, sum nýliga hava fingið eina útbúgving, hava torført við nýhugsan. Hann vil vera við, at orsøkin er, at undirvísingarskipanin ikki leggur upp til nýhugsan og kreativitet.


Heimspeki sum partur av barnalívinum

Kann tað vera, at ov lítil orka verður sett inn at síggja børnini sum smáir heimspekingar? Børn hava ein einastandandi eginleika at undrast, og tey undrast uttan mun til umstøður. Tey undrast yvir tað, tey síggja, hoyra, smakka, føla og lukta - síðani spyrja tey. Tey tora at spyrja teir stóru spurningarnar og tola, at allir spurningar ikki hava nakað einsíðugt svar. Tí er viðkomandi at spyrja, hvussu vaksin í gerandisdegnum gagnnýta hesar spurningar og hugsanir hjá børnum.

Í øðrum londum eru skúlar farnir at taka heimspeki inn sum lærugrein. Í ph.d. ritgerðini um heimspeki við børnunum í fólkaskúlanum grundgevur cand.pæd. Henrik Vestergaard Jørgensen soleiðis: “Heimspeki fær næmingarnir at síggja, at meiningar ofta ikki eru so avgjørdar ella svart/hvítar, og tað kann geva teimum neyðuga fyrivarni og lítillætni, hvat viðvíkur egnu meining teirra, so tey ikki gloypa øllum tí, tey hoyra, rátt. Víðari sigur hann, at sjálvsagt kann tað kennast sum at fara um mark at rist verður í uppáhald og grundarlag, men tað kann eisini viðvirka til eitt tryggari grundarlag.”

Hóast vit ikki finna endaligt svar á øllum, so eiga vaksin tó at royna at geva børnunum eitt svar, so tey kunnu gera undranina til nakað hondfast, sum kann liggja til grund fyri samtalum, kjaki og lærdómi heima og í skúlanum. Her fara næmingarnir óivað at tíma og læra at hugsa sjálvstøðugt og grundgeva fyri tí, teir halda og meina.


Barnalívið við hóskandi avbjóðingum

Vaksin eiga óivað at møta børnunum í undranini og í felag við børnunum víðka sólarringin. Soleiðis gerast børnini eisini sjálvbjargin. Hóast vitandi um, at lívið hjá børnum er ein heild, so er vandin, at tað verður sett upp í tveir partar, har annar er at vera barn heima, og hin er at vera næmingur í skúlanum. Men sjálvsagt skal leiklutin sum barn og leiklutin sum næmingur vera ein heild.

Heildin eigur at síggjast í, at fyrireiking heima er partur av arbeiðnum í skúlanum, har foreldur síggja stórt í at tosa við børnini og vísa virðing fyri tí, tey gera. Skúlin eigur tí ikki at fáa ábyrgd, sum natúrliga liggur heima og umvent. Heldur er ynskiligt, at dynamiskt samanhang er ímillum menning heima og í skúlanum. Rætt er kanska at vísa á, at av teimum 168 tímunum í vikuni eru børnini hóast alt bara 30-35 tímarnir í skúla.

Ann Elisabeth Knudsen, heilagranskari, sigur: “Børn fáa sjálvsvirði og kenslu av, at tey hava týdningarmiklan leiklut í familjuni, tá ið vit seta teimum krøv.” Soleiðis er eisini í skúlanum, har børnini fáa kenslu av at vera partur av læru, tá ið tey fáa uppgávur, sum passa teimum og sum gera tey før fyri praktiskt at brúka vitanina í gerandisdegnum. Her eiga foreldur sjálvsagt ein avgerandi leiklut at stimbra, at vera engagera og at vísa áhuga.


Børnini mennast í samsvar við evni og væntanir

Spurningurin er sjálvandi eisini, hvussu vaksin eru saman við børnunum. “Tað er ein mýta, at góði barndómurin er nýbakaðir bollar, spæl á gólvinum og óendalig beinleiðis samvera.” Við hesum vil heilagranskarin, Ann Elisabeth Knudsen, hava foreldur aftur at taka ábyrgd sum foreldramyndugleiki – og halda fast við, at tey hava valt eitt lív sum vaksin. Tað hevur týdning, at vaksin og børn eru heima saman, tað er kvalitiestíð. Ikki endiliga altíð at gera nakað saman, tí vaksin eiga eisini at vísa, at tey eru vaksin og hava tí eisini aðrar uppgávur. Men neyðugt er, at børnini altíð kunnu spyrja og tosa við tey vaksnu, um tey kenna tørv á tí. Tá læra tey at seta orð á tankar og kenslur og verða eisini ment málsliga.

Týðandi er sjálvsagt, at menningin er á teirra egna støði, og at tey megna avbjóðingina. Í bókini “Uppaling og skúlaskapur” vísir Jeffrei Henriksen til kinverska vísmannin Meng-tse, sum livdi um ár 200 fyri Krist, sum segði: “Latum okkum ikki vera sum maðurin úr Sung. Einaferð var ein maður úr Sung, sum var so harmur um, at grógvandi korn hansara ikki var hægri, og tí togaði hann í tað. Tá ið hann hetta hevði gjørt, fór hann heim og sá ógvuliga býttur út og segði við fólk sítt: “Í dag eri eg móður. Eg havi hjálpt korninum at vaksa seg langt.” Sonur hansara rann út at hyggja, og hann fann, at alt kornið var følnað.

Bert fá menniskju eru í heiminum, sum ikki eru ímóti natúr síni, sum maðurin við korninum. Hann vildi hjálpa tí at vaksa seg høgt. Summi halda natúrina einki nytta og røkja hana ikki, tey lúka ikki akur sín. Hini, sum vilja hjálpa henni at vaksa seg stóra, slíta kornið upp. Tað, tey gera, er ikki bert til ógagns fyri kornið, men har afturat til skaða.”

Málið er óivað, at finna røttu umstøðurnar og støðið, so børnini við stimbran gerast sum krákan, har tey fáa innskot, hugsa sjálvi ymiskar møguleikar ella loysnir og avgera, hvussu tey vilja møta lívsins avbjóðingum. Tá gerast børnini við tíðini eisini sjálvbjargin, sum í sjálvum sær er málið fyri framtíð teirra.

Saturday, August 3, 2013

Ljósið brennur enn

Livandi ljósini í vindeyganum teska, at várið er farið og summarið telur dagarnar. Okkurt hugnaligt er tó við kvøldunum, sum gerst myrkari. Fór í kvirruni at hugsa um hesa søguna, sum Móðir Teresa í 1991 segði, tá ið hon talaði á Corpus Christi College í Melbourne. Søgan stendur eisini í partinum Kærleiksboðið í kristnibókini "Vinir mínir og eg":
 
 
 
 
”Eg gloymi ongantíð fyrstu ferð eg kom til Bourke í Avstralia og vitjaði systrarnar. Uttan fyri býin var eitt stórt friðað øki, har alt upprunafólkið búði í smáum smáttum, sum vóru gjørdar úr blikki og gomlum pappi. Eg fór inn í eitt av teimum smáu húsunum. Eg nevndi tað hús, men tað var bara eitt rúm, og inni í hesum rúmi høvdu tey alt tað, tey áttu.
 
Eg segði við mannin, sum búði har: ”Kann eg sleppa at reiða song tína, vaksa klæðir tíni og gera húsið reint?” Og hann endurtók: ”Eg hava tað gott! Eg havi tað gott.” Og eg segði við hann: ”Men tú vildi havt tað betri, um tú lat meg gera hetta fyri teg.” At enda gav hann mær loyvi at gera tað.
 
Tá hann loyvdi mær tað, gav hann mær ein gamlan brævbjálva, sum hann goymdi í lummanum. Úr brævbjálvanum tók hann enn ein brævbjálva og úr hesum uppaftur ein annan brævbjálva. Hann byrjaði at lata teir allar upp, og inni í seinasta brævbjálvanum var ein lítil mynd av pápa hansara, og hann vísti mær hana. Eg hugdi at myndini, og eg hugdi at honum, og eg segði: “Tú líkist pápa tínum nógv.” Hann gjørdist ovurfegin, tá ið eg sá, at hann líktist pápa sínum. Eg signaði myndina og gav honum hana aftur, og aftur tók hann ein brævbjálva, og aftur ein brævbjálva og síðani triðja brævbjálvan, og myndina legði hann aftur í lumman nær hjarta sítt.
 
Eftir at eg hevði vaskað rúmið, sá eg eina stóra lampu í horninum. Har var ógvuliga skitið og eg segði: ”Tendrar tú ikki lampuna, hon er so vøkur. Tendrar tú hana ikki?” Hann svaraði: ”Fyri hvørjum? Her hevur eingin nakrantíð verið og vitjað meg. Fyri hvørjum skuldi eg tendra hana?” Síðani segði eg: ”Hevði tú viljað tendra hana, um systrarnar komu at vitja teg?” Hann segði: ”Jú.”
 
Systrarnar fóru at vitja hann 5-10 minuttir hvønn dag, og tær byrjaðu at tendra lampuna. Tá ein tíð var liðin, hevði hann vant seg við at tendra lampuna. So líðandi góvust systrarnar at vitja hann. Men tær plagdu at fara fram við hjá honum hvønn morgun.
 
Síðani gloymdi eg alt um hetta. Tvey ár seinni sendi hann mær eini boð - ”Sig við Móðir, vin mín, at ljósið, hon tendraði í lívi mínum, brennur enn.”
 
 
(Leystliga týtt úr donskum. Greinin er partur av eini greinarøð, sum Kristeligt Dagblad gav út at fagna útgávuni við brøvunum hjá Móðir Teresu "Kom og vær mit lys".)