Wednesday, January 20, 2016

Og hvat so, tað ger tað sama!

Í gerandisdegnum møti eg onkuntíð fíggindanum “líkasæla”. Hann er ikki altíð sjónligur, men stendur altíð til reiðar og bíðar eftir eini veikari løtu at gera um seg. Snildur, sum hann er, vísir hann seg í ymiskum hamum. Eina løtu í dølskni, aðra løtu í leti, onkuntíð sum áhugaloysi og ofta sum manglandi engagement. Eisini elskar hann, tá ið hann fær ávirka ung ella eldri at hava manglandi evni at vísa nærlagni, umhugsan, umsorgan ella fyrilit.

Tá ið tikið er ímóti skaðiliga eitrinum, so kenna vit knappliga eina og hvørja støðu ella uppgávu týdningarleysa og uttan meining. Allir kantar verða rundaðir, og tað, sum í veruleikanum hevur týdning, verður gjørt til smálutir, sum lítið hava upp á seg.

Hann teskar, upp í saman, í oyrað á bæði ungum sum eldri: “Og hvat so, tað ger tað sama!”   


Bobby Zachariae, professari í heilsusálarfrøði á universitetinum í Aarhus, hevur sagt nakað soleiðis, at líkasæla er ein fylgja av vælferð, sum doyvir kensluna av ófriði. “Tað gongur jú væl. Fíggjarliga gongur væl, og tá ið soleiðis er, er minni tíð til at hugsa um tað, sum er uttanum. Tann manglandi ófriðurin endurspeglar vælferðina í samfelagnum í síni heild. Einstaklingurin veksur seg sterkan saman við sjálvsøkni, eyðkennisdyrkan ella serdyrkan. Tá ið alt kemur til alt, so er bara tað, sum beinleiðis ávirkar einstaklingin, tað, sum hevur týdning.”

Vælferðin skapir líkasælu, og vandin er, at vit steingja tað úti, sum ikki ítøkiliga og beinleiðis snýr seg um okkara egnu nalvar. Aftur teskar líkasælan: “Friður og eingin vandi!”


Líkamikið er tá eisini við felagsskapinum, sum í veruleikanum er fyritreytin fyri "ófriðinum" í ábyrgdarkenslu og áhuga, eggjan og stimbran og einum hópin av øðrum kveikjandi.

Í sendingini “Ved dagens begyndelse” á P1 setti lærarin og rithøvundurin Poul A. Jørgensen í 1978 orð á positivu jantelógina. Um nakað, so er hendan lóg gott móteitur, sum kann forkoma líkasæluni.

1. Tú skalt vita, at vit rokna við tær
2. Tú mást viðurkenna, at minst 4-5 fólk - tíni næstu - hava brúk fyri tær
3. Tú skalt vita, at vit vita, at tú hevur nakað gott og virðismikið, sum vit hava brúk fyri
4. Tú skalt vita, at tú hevur nakrar menniskjaligar eginleikar, sum okkum dámar
5. Tú skalt vita, at vit eisini kenna til at føla okkum týdningarleys, virðisleys, einsamøll og miseydnað
6. Tú skalt vita, at tú hoyrir til felagsskapin
7. Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg
8. Tú skalt trúgva uppá, at títt egna lív og samfelagið er treytað av tínum avriki
9. Vit - tú og eg - kunnu loysa trupulleikarnar í felag

Tað ger nevniliga als ikki tað sama!

Listina eigur Natascha Sadr Haghighian, I Can't Work Like This (2007).



(Tað, sum nú kemur, er bara ein klombur), sum ikki er í samband við líkasæluna omanfyri, men bara tí eg nevndi positivu jantelógina, so er hin her... 

“En flygtning krydser sit spor” eitur skaldsøgan eftir Aksel Sandemose, sum kom út í 1933. Her møta vit fólki, sum búgva í býnum Jante. Tey eygleiða øll hvønn annan, og gera sær eina meining um, hvussu onnur liva, og hvat tey gera. Í bókini møta vit eisini jantelógini, sum sanniliga gevur lesaranum orsøk at hugsa um, hvussu onnur verða sædd og viðfarin.

Um nakar ivast í, hvat Jantelógin sigur, so skal sanniliga eingin halda seg vera nakað:
1. Tú skal ikki halda, at tú ert nakað
2. Tú skal ikki halda, at tú ert líka sum vit
3. Tú skal ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4. Tú skal ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit
5. Tú skal ikki halda, at tú veitst meira enn vit
6. Tú skal ikki halda, at tú ert meira enn vit
7. Tú skal ikki halda, at tú dugir nakað
8. Tú skal ikki flenna eftir okkum
9. Tú skal ikki halda, at nakar brýggjar seg um teg
10.   Tú skal ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað

At enda gevur rithøvundurin eitt sokallað 11. boð, sum meira er skrivað sum ein spurningur: Tú heldur kanska ikki, at eg veit okkurt um teg?