Saturday, May 30, 2015

Grønt ljós at leggja saman, karmarnir ikki klárir

Tá ið Mentamálaráðið góðtekur skundin hjá kommununum at leggja saman størstu fólkaskúlarnar í landinum, hóast væl vitandi um, at karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár, so skal arbeiðast væl og vísiliga, um samanleggingin ikki skal fáa námsfrøðiligar avleiðingar.


Námsfrøðiligt, fakligt støði og tóm lyfti
Í vikuni var áhugavert at lesa formannin í Føroya Lærarafelag, sum í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum tosar undir heitinum “Óðamannaverk at leggja skúlar saman í skundi”. Skjótt kom meira undrunarverda svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum í greinini “Ógrundað gleps frá formanninum í Lærarafelagnum”.

Ógrundað hugsi eg ikki, at glepsini frá formanninum eru. Í vikuni komu t.d. lýsingarnar eftir lærarum til komandi skúlaár. Av 14 lærarastørvum, sum lýst eru leys í Klaksvík, er einki fast starv at søkja.

Upplagt er at hugsa, at Mentamálaráðið nú má varða seg fyri at seta lærarar í fast starv, tí komandi árini verða færri lærarastørv í Klaksvík. Um hetta er veruleiki, so kann júst tað føra til óhepnar námsfrøðiligar avleiðingar við færri tímum, færri lærarum og størri flokkum. Eins og tað kann geva færri størv í leiðsluni til heilar 800 næmingar.

Grundgevingarnar fyri at leggja skúlarnar saman vóru nógvar. Í allari tilgongdini dyrgdi ein stórur meiriluti við, at bæði næmingar og lærarar fingu nógv fleiri møguleikar við at leggja saman. Hetta kann gerast tóm lyfti, um grundarlagið í bæði tímajáttan og lærarastørvum ikki eru nøktandi. Hesi hava avgerandi týdning fyri skúladagin hjá næmingunum og fakliga støðið á skúlanum.




2. og 3. byggistig í leysum lofti
Skúlasamanleggingin í Klaksvík kann ikki gerast veruleiki viðvíkjandi hølum fyrr enn í 2018, tá 1. byggistig av trimum eftir ætlan stendur liðugt. Um skúlin skal hava nøktandi umstøður, eru tá tvey byggistig eftir, sum í dag hanga í leysum lofti. Tað er løgið, at landsstýrismaðurin góðtekur skundin í samanleggingini, tá ið karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár.

Eg skal ikki siga, hvat drívur verkið hjá kommununum at leggja skúlar saman, men tá ið formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er óðamannaverk, at skúlar verða lagdir saman, áðrenn nýggi skúlabygningurin stendur klárur at taka í nýtslu, so eri eg púra samd. “Í besta føri er tað, sum er hent í Klaksvík og í Havn, óumhugsað, í ringasta føri skaðiligt”, sum formaðurin tekur til.


Heitt varð á landsstýrismannin at bíða
Eftir at Mentamálaráðið hevði góðkent tilmælið frá Klaksvíkar kommunu um samanleggingina, heittu lærararnir í Skúlanum við Ósánna so staðiliga á landsstýrismannin í mentamálum um at bíða við endaligu samanleggingini, so skúlin framhaldandi kundi virka eftir táverandi reglum og skyldum til 2018.

Tá ið landsstýrismaðurin í grein síni sigur, at Skúlin við Ósánna hevur havt rímiligar hølisumstøður, veit hann nógv betur. Hann er væl vitandi um, at skúlin er nýggjur og bygdur eftir ynski frá leiðslu og lærarum at hýsa innskúling, mið- og framhaldsdeild. Í allari tilgongdini varð víst á, at leiðsla og lærarar vóru nøgd við umstøðurnar og ynsktu, at nýggjur fult útbygdur skúli varð bygdur til hinar 400 næmingarnar í býnum.

Í sama brævi til landsstýrismannin dagfest 1. desember 2014 varð skrivað: “Í mong ár vóru umstøðurnar í Skúlanum við Ósánna sera vánaligar. Vit arbeiddu í fleiri bygningum, summir als ikki á skúlaøkinum, men eftir at Skúlin við Ósánna í 2011 stóð liðugt bygdur, hava vit fingið ein nýmótans, vælskipaðan, kreativan skúla. Júst hetta gleddi vit okkum til í fleiri ár, men nú hann endiliga er liðugur, óttast vit, at skúlin fer í upploysn.”


Í lagi at knúsa tað, sum virkar
Eisini varð í sama brævi tikið undir við formanninum í Føroya Lærarafelag, sum í grein á heimasíðu felagsins tá skrivaði: “Hóast eingin dugur at síggja tað skilagóða í eini samanlegging, so leingi skúlarnir húsast í fleiri bygningum á fleiri støðum, og meðan byggiætlanirnar enn liggja á tekniborðinum, so skulu samanleggingar trýstast at galda frá 1. januar í komandi ári”.

Landsstýrismaðurin heldur hinvegin, at formaðurin í Lærarafelagnum málar eina ræðumynd av framtíðini. Tí umsíðir hava kommunurnar tikið avgerð um at gera nakað við vánaligu støðuna, sum hevur verið.

Eftir øllum at døma heldur landsstýrismaðurin, eins og Klaksvíkar kommunan, tað vera í lagi at knúsa tað, sum virkar, uttan nakra vissu fyri væleydnað úrslit.


Arbeiðast væl og vísiliga
Landsstýrismaðurin sigur so elegant: “Mentamálaráðið hevur lovað, at samanleggingartilgongdin skal vera smidlig og trygg, tá ið tað viðvíkur tímajáttan til skúlarnar. Talan er um eina skiftistíð hjá samanløgdu skúlunum, sum tryggjar, at lærarar ikki verða sagdir úr starvi vegna tímajáttan, og at leiðslurnar fáa umstøður at skipa samanlagda virksemið á tryggari grund.”

Spurningurin er, hvat hendir eftir samanleggingartilgongdina. Hetta veit eingin, tí Mentamálaráðið hevur ongar royndir við fólkaskúlum við 800 næmingum, so hugsast kann, at hetta bara er byrjanin til færri tímar, færri lærarastørv og størri flokkar. Men hetta verður kanska eisini mett at vera, eins og útsøgnin hjá formanninum, ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt.

Nei, hetta má takast í størri álvara, um arbeiðið skal eydnast til fulnar og endaliga samanleggingin skal vera eitt skilabetri skúlatilboð fyri næmingar og foreldur teirra, leiðslu og lærarar.


Skrivað sum læraraumboð í skúlastýrinum í Klaksvík

Monday, May 18, 2015

Við søguni fara vit inn í framtíðina

Søga nýtist ikki at vera gomul fyri at vera søga. Tá ið nýggjar tíðir koma, eiga vit sjálvsagt at fevna framtíðini, samstundis sum vit minnast søguna. Vit eru, saman við teimum, ið farin eru, jú øll partur av søguni og fara at umboða ymisk tíðarskeið.

Latið ei søguna doyggja
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl” yrkir Rasmus Effersøe. Nú vit standa á einum vegamóti í skúlasøguni í Klaksvík, er viðkomandi at taka Effersøe upp á orðið og vísa á skúlasøguna í býnum og búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar seinastu árini.

Skúlasøgan í Klaksvík er eini 180 ára gomul. Í 1833 varð fyrsti skúlin bygdur í Gerðum, sunnan fyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”. Longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður.

Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini læntari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina, ið er tætt við, har KFUM&K stendur í dag. Hesin skúlin varð nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 varð nýggjur skúli tikin í nýtslu. Hann varð seinni nevndur Gamli Skúli og er í dag Tónlistaskúlin. Skúlin við Skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í Gamla Skúla vóru tvær skúlastovur og íbúðir til 1. læraran og ein annan lærara.

Í 1924 varð nýggjur skúli, nevndur Nýggi Skúli, bygdur á Skúlatrøð. Seinni varð hesin nevndur Skúlin á Ziskatrøð. Skúlin hevði upprunaliga fýra skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum reist, og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan. Í 1939 varð fimleikahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygt saman millum fimleikahøllina, nú Gamla Fimleikahøll, og Nýggja Skúla. Við saman- og útbyggingini fekk skúlin trettan skúlastovur afturat umframt tríggjar stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á  undirvísingarhølum varð 29. Nýggi Skúli varð tikin niður í 2012.

Í 1972 stóð skúli liðugur við serhølum, tá kallaður Serskúlin, millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla. Umframt tvær skúlastovur hevði hann sangstovu, evningstovu, verkstað til træ- og metalsmíð, tvær fimleikahallir, høli til heilsusystur og tannlækna.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna liðugur. Hann hevði upprunaliga tíggju skúlastovur. Í 1979 varð hann víðkaður við fimm stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur skúli í 1979. Tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

KÍ-høllin og svimjihøllin hoyra eisini upp í skúlabygningarnar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.


Nýggjara søgan
Sostatt gingu eini 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til Skúlin við Ósánna, fyri ein stóran part, varð tikin niður og bygdur av nýggjum. Fyrri parturin av skúlanum, ið varð tikin í nýtslu í apríl í 2010, var 1. og 2. byggistig, og seinni parturin, ið varð tikin í nýtslu í 2011, var 3. byggistig. Skúlin við Ósánna er í dag 3100 fermetrar til støddar, átjan skúlastovur og fimm serstovur. Tey trý økini verða nýtt til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild.

Eftir at Klaksvíkar kommuna 24. apríl 2014 samtykti at leggja báðar fólkaskúlarnar í býnum saman, varð farið undir at arbeiða við út- og nýbygging av skúlunum. Serliga er tørvur á at samanbyggja skúlarnar og at út- og umbyggja Skúlan á Ziskatrøð. Á býráðsfundi 19. juni 2014 tóku nevndir og býráð støðu til innihald og kostnað av fyrsta byggistigi. 1. byggistig hevur felagshøll, serskúla, heimaøki við floksstovum og bólkarúmum til mið- og framhaldsdeild, miðlasavn, námsfrøðiligan tænastudepil, serhøli til heimkunnleika, leiklist og tónleik umframt útiøki.

Tá ið 1. byggistig eftir ætlan stendur liðugt í 2018, kemur 2. byggisting, ið hevur høli til fyrisiting, fakhølir, Gigni, útiøki, valskúla. 3. Byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlæknastovu, forskúla og útiøki.


Búmerkini
Í fólkaskúlasøguni standa vit í eini broytingartíð og hava í dag aftur ein fólkaskúla í býnum. Navnakapping er skrivað út, og seinni verður eisini búmerkjakapping skrivað út. Tá fara tey bæði búmerkini, sum í dag verða nýtt, “Skúlabørn” og “Bátur og børn”, møguliga í søguna.

Hesi bæði búmerkini hevur Fridtjof Joensen gjørt. Fridtjof Joensen varð føddur í Mikladali í 1920 og andaðist í 1988. Hann var útbúgvin á myndhøggaraskúlanum á Listaskúlanum í Keypmannahavn.

Bátur og børn
Myndina “Bátur og børn”, sum í dag er fest á Serskúlan, bað Klaksvíkar Kommuna Fridtjot Joensen gera. Hon er gjørd uppi við Borðoyarvík í eini bilhúsi eystan fyri Spinnaríið, sum Klaksvíkar Byggivirki tá átti. Myndin er gjørd í 1975 og hongd upp tíðliga í 1976.   


Myndin varð fyrst gjørd úr leiri og var eitt forarbeiði ella modell til veruligu myndina. Síðani varð gips lagt omaná.

Tá ið gipsmyndin var liðug, varð formurin gjørdur og síðan sendur til Danmarkar. Tá var arbeiðið hjá Fridtjofi líkasum liðugt. Í Danmark varð myndin stoypt í bronsu, og er tað henda bronsumynd, sum í dag er fest á Serskúlan.

Gentumyndirnar eru Oddbjørg Andreasen og Bernhardina Klein. Dreingirnar eru Jógvan Johannesen og Jóannes Joensen.

Skúlabørn
Búmerkið hjá Skúlanum við Ósánna gjørdist træskurðurin ”Skúlabørn”, ið varð gjørdur longu í 1964. Hann var við á Norðoyastevnuframsýningini 1965, og tá keypti Klaksvíkar Kommuna træskurðin frá listamanninum sjálvum.


Fridtjof arbeiddi ta tíðina í blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum, men allar slíkar myndir vórðu gjørdar í frítíðini heima við hús hjá listamanninum. Sama er galdandi fyri træskurðin “Skúlabørn”, ið helst er gjørdur í køkinum heima hjá Fridtjofi á Gørðum.

Sum modell til myndina brúkti Fridtjof  nøkur skúlabørn í familjuni. Fremst gongur Jákup Andreasen. Síðan kemur Morid Jacobsen (Guttesen), ið leiðir Berhardinu Klein. Aftan fyri í myndini er Jógvan Brim Joensen á súkklu.        

Myndin er gjørd úr einum stórum rekatræi, sum Fía á Bakka á Húsum sá reka suður gjøgnum Kalsoyarfjørð undir krígnum. Træið var stórt og viðurin sera væl egnaður til endammálið. Fridtjof gjørdi fleiri træskurðir úr hesum træi.



Nýtt navn og búmerki
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl”. Vit eiga at minnast og virðismeta búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar í Klaksvík seinastu mongu árini. Fridtjof Joensen var kendur, evnaríkur og arbeiðssamur listamaður og hevur við hesum búmerkjum verið ein týðandi partur av samleikanum í skúlunum í mong ár. Í komandi tíð fer møguliga nýtt navn at verða givið skúlanum saman við nýggjum búmerki. Tá byrjar aftur eitt nýtt tíðarskeið. 

Friday, May 1, 2015

“Hvør sleppur at liva, og hvør sleppur ikki?”

Dagbladet í Norra hevði 30. apríl 2015 hesa yndirskriftina:

"Hvør sleppur at liva, og hvør sleppur ikki?"
Hetta er spurningurin frá íslendsku listakvinnuni Sigga Ella í listaverkætlan síni "First and foremost I am" – Fyrst og fremst eri eg.

Við eini myndarøð við 21 myndum ynskir Ella at vísa á, at menniskju við Down syndromi hava eins stórt virði og onnur, og at eyka kromosomið á ongan hátt eigur at vera grundarlag fyri at døma tey. Myndirnar, sum vísa ymisk menniskju í ymiskum aldri - frá níggju mánaðum til 60 ár - hava nú verið á sigursferð í alskyns miðlum.

Hugskotið til etiska spurningin og verkætlanina fekk listakvinnan ein dagin hon hoyrdi evnið um menniskju við Down syndromi umrøtt í útvarpinum.

Í útvarpinum var aktuelli etiski spurningurin settur, tí vit nú kunnu velja, um vit vilja varðveita fostrið í móðurlív ella ikki, tí tað hevur Down syndrom. Endamálið við fosturdiagnostikkinum er júst at kanna hetta, sigur Sigga Ella við Dagbladet og heldur fram: "Tá ivist eg í, hvagar vit eru á veg. Vilja foreldur tá velja at varðveita fostrið, um tey vita, at tað hevur Down syndrom?"

Endamálið við myndarøðini, sigur listakvinnan, er at fáa menniskju at steðga á og hugsa um áðurnevnda spurningin.

"Eg vil, at menniskju skulu síggja vakurleikan í mannaættini, samstundis sum vit fagna margfeldi. Eg eri ikki ímóti fosturdiagnostikki ella kanningum, sum verða gjørdar viðvíkjandi ílegum, men tað er fyri meg neyðugt at byrja eitt kjak og somuleiðis at upplýsa menniskju um Down Syndrom. Tað er jú ikki ein sjúka."
















Myndarøðin hevur fingið umrøðu á stóru netmiðlunum sum t.d. CNN, Daily Mail og Huffington Post. Verkætlanin hevur eisini seks ferðir verið sýnd fram í Íslandi, seinast á Reykjavík Museum of Photography.

"Eg havi fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar frá øllum sløgum av menniskjum um allan heim. Eg vóni, at menniskju fara at síggja, at menniskju við Down syndromi ikki eru sjúk ella eru ein “feilur”. Foreldur at børnum við Down syndromi vildu aldrin býtt barn teirra um við nakað annað í heiminum."

Framsýning av myndunum verður í Íshúsinum í Tórshavn 12. juni, og um somu tíð verða tær sýndar á Warsaw festival of Art photography frá 15. mai til 15. juli.