Monday, December 30, 2013

Einki fæst at virka, uttan at tú virkar

Mitt úti í kalda, stóra havinum liggja 18 smáar oyggjar - Føroyar. Eitt av minstu vælferðarsamfeløgum í heiminum. Samfelagið er lítið og hevur sjálvsagdan vinning í sosiala netverkinum í og við, at fólk kenna hvønn annan. Men sæst hetta nóg væl í gerandisdegnum? Tí á oyggjunum tosa fólk um met, íbúgvarnir hava sett. Met, sum á mangan hátt seta djúp spor í gerandisdagin og ávirka, hvussu vit síggja okkum sjálvi og onnur.

Tá ið eg sigi, at føroyingar seta met, so er tað kenslan eg fái, tá ið orð alment verða sett á tað, sum “gongur fyri seg” í samfelagnum. Á stóra veggin verður málað við breiðum pensli, og í grovu trekkunum verða neyðturviligir “smálutir” ofta gloymdir. Myndin verður tí ikki fullfíggjað. Móttakarin verður stýrdur hagar, sendarin vil hava hann. Av áhuga kann vera spurt, hvør ítøkiliga vil taka ábyrgd, so hesi met, um tey nú eru føroysk, ikki longur verða okkara. Vilja vit koma víðari? Hvønn týdning hevur tað, at vit koma víðari? Kanska ongan? Ella verður fokuserað á tað skeiva fyri at missa fokus og ikki koma víðari? 

Metini eg hugsi um, eru størri ella minni væl kendar samfelagsligar avbjóðingar, nakrar ræðuleikar, t.d. happing, pedofili, fátækradømi, kvinnur, sum eru fyri harðskapi, fólk við sálarsjúkum, men eisini manglandi bústaðarmøguleikar fyri øll, vánalig PISA úrslit, hópfráflyting og ov lítil tilflyting – fyri at nevna nakrar avbjóðingar. Um hetta nýta fólk orð sum serføroyskt, ella tað er nógv verri í Føroyum enn aðrastaðni. 

Neyvan er føroyska samfelagið í sjálvum sær verri enn onnur samfeløg. Men av tí at samfelagið er lítið, er trupulleikin, at mongu vánaligu og grunnu lýsingarnar av avbjóðingum fáa stóra negativa ávirkan á, hvussu føroyingar síggja seg sjálvar. Um ynski er at finna batar, so eigur føroyingurin at fáa kensluna av, at við at arbeiða víðari við avbjóðingini, er møguleiki at koma víðari. Loysnin liggur nevniliga í føroyingunum sjálvum.
 
 
 
Maya Angelou segði: “Einki fæst at virka, uttan at tú virkar!” Hugsi, at tað er her, steðgað eigur at vera á eina løtu. Hvat ítøkiligt skal til. Ja, skipanin, vit kalla samfelagið, kann seta í verk, men tað verður ongantíð betri enn tey, sum umsita hana. Øll mugu taka saman hendur og lyfta í felag. 

Lisbeth Zornig Andersen sigur, at samfelagið kann taka um endan, tó ongantíð uttan persónliga sosiala ábyrgd: “Tað almenna kann vera ein frálík mamma, tá ið biologisku foreldrini svíkja. Tað krevur fyrst og fremst at “onkur” tekur ábyrgd. Málsviðgerðin við heila og hjarta at skilja, at her er eitt útsett barn, og sum hevur vitan og innlit í bæði tørvin hjá barninum og galdandi lóggávu. Eisini skal hann hava fíggjarliga og heimildarliga rásarúmið at seta bestu tiltøk í verk.” Hetta sama er galdandi fyri allar aðrar avbjóðingar samfelagið stendur fyri.  

Vit eiga ikki einans at “bróta tøgnina”, men virka fyri at fremja batar í verki. Neyðugt er, at seta seg væl inn í tað, sum hendir. Her eiga miðlarnir at ganga undan. Tá ið vit kenna avbjóðingina, kunnu vit gera nakað við hana. 

Batar eiga sjálvsagt at gerast í sosialu skipanini. Feska dømi úr Danmark er hugvekjandi. Sosialu myndugleikarnir sita við familju, sum manglar mat jólamánaðin. Tey, sum umsita málið ringja til Frelsunarherin, tí sosiala skipanin er ov tung, og tað tekur ov langa tíð at fáa familjuni skjóta hjálp. “Úr øllum landinum ringja mong frá sosialu myndugleikunum beinleiðis til okkum fyri at fáa hjálp til veikastu familjurnar. Sosialu veitingarnar eru á góðari leið, men trupulleikin er, at manglandi yvirblikk og vánalig samskipan ger, at mong ikki fáa tað, tey hava rætt til. T.d. mugu fólk bíða í fýra til seks vikur eftir bráðfeingishjálp, og tá ringja sosialráðgevarar til okkum um pening. Fyri meg merkir hetta, at vælferðarsamfelagið er við at syndrast,” sigur kunningarstjórin í Frelsunarherinum, Lars Lydholm. 

Hetta dømi er úr Danmark, men nærliggjandi er at spyrja, hvussu er í Føroyum? 

Hóast fá nýtilig hagtøl, so tala hesi tølini, sum javnan eru at hoyra, fyri seg - ella er hugsandi, at tey eru við til at fløkja veruligu myndina?
  • Happing - 1000-1200 børn verða javnan útsett fyri happing (verður í Barnaútvarpinum søgd at vera álítandi kanning)
  • Pedofili - 5,2% av næmingum í 8. flokki svara ja, tá ið tey verða spurd, um tey hava verið útsett fyri seksuellum ágangi (seinni er tó sagt t.d. í Ekstra Blaðnum, at grundarlag er ov veikt. Verður tó javnan nýtt í miðlunum)
  • Fátækradømi – Í menniskjum góður tokki sigur 900 og Hagstovan sigur 1322 børn liva í fátækradømi (hóast einki alment fátækramark er í Føroyum)
  • Kvinnur, sum eru fyri harðskapi – Kvinnuhúsið fær 650 fráboðanir árliga
  • Fólk við sálarsjúkum - Í 2011 varð sagt í sjónvarpinum, at heili 124 børn og ung hava bíðað í 2 ár eftir viðgerð.
  • Fáir bústaðarmøguleikar - Møguleikarnir at útvega ein bústað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka eru avmarkaðir, bæði tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika
  • Vánalig PISA úrslit – Føroyar liggja undir teimum 500, sum er miðal á PISA stiganum 
  • Fráflyting – verður kallað hópfráflytingin og vantandi tilflyting, sum um nøkur ár verður søgd at vera ein av størstu avbjóðingunum. Seinastu 10 árini hevur flytingin til høvuðsstaðin tó ongantíð verið so stór í Føroyum, sum nú. Júst hetta er møguliga veruliga avbjóðingin.

Friday, December 27, 2013

Heima er so hjartaligt eitt orð

Eygamálið í Sosialinum, desember 2013

“Heima er tó altíð best at vera” yrkti Símun av Skarði, og somuleiðis í dag hugsa flest øll, at fyrsta heim okkara var gott, men seinni fáa vit tó sjálvi longsul eftir egnum heimi, sum karm um lívið og litað av okkara samleika. Takksom fyri tað, sum var, rætta vit okkum eftir byrjanini til okkara egna. Tí heima kenna vit okkum heima.

Søgan sigur okkum, at serligir stovnar fyri fólk, ið bera brek, vóru so at siga pakkaloysnir - bústaður, skúli, arbeiðspláss og frítíðarítriv. Hóast kærkomnar broytingarnar og staðfestingina av, at fólk, ið bera brek, eru vorðin natúrligari partur í samfelagnum, varð á altjóða brekdegnum 3. desember, sum var hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, spurt, hvussu langt eru vit komin við bústaði til øll?

Tað, sum seinastu tíðina er skrivað og lagt upp til, boðar frá einum politiskum ynski um, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so øll fáa eitt nøktandi heim í mun til teirra tørv.

Vakra ynski er tó í dag bókstavir, sum tørva lív. Ynski um egnan bústað eigur at gerast veruleiki, tí hvat ger tað við sjálvvirði títt, at tú ikki kanst búgva í egnum bústaði? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at fólk ikki vísa í verki, at tey virða tín tørv? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at møguleiki ikki er at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt? Óneyðugt er at svara spurningunum, tí grundleggjandi tørvur okkara er at vera sædd og fáa tørv okkara stillaðan. Júst tað mennir sjálvvirði og ger okkum før fyri at vaksa sum menniskjað.

Lyklaorðið er virðing. Virðing fyri fyritreytunum, sum tryggja góða lívsgóðsku, og hetta ynski hava øll.

Bústaðarpolitikkurin í Føroyum eigur sjálvsagt at geva rúm fyri, at fólk, ið bera brek, fáa egnan bústað við tilknýttum tænastum og møguligum hjálpitørvi í boði. Hetta fram um pláss á bústovni. Gleðiligt er, at eitt nú undir Kongavarða í Tórshavn og á Norðoyri eru íbúðir, sum eru atkomuligar fyri koyristólar. Hetta er ein byrjan.

Um allar íbúðir, ið bygdar vera, eru egnaðar t.d. til fólk við rørslutarni ger hetta, at hesi, eins og onnur, fáa møguleikan frítt at velja, hvar og hvussu tey ynskja at búgva. MBF viðmerkti soleiðis fyri árum síðani, at: “Hesin hugburður til bústaðarbygging leggur beinleiðis upp til eina samantvinning av fólki við breki og øðrum, samstundis sum tað verður fyribyrgt at fólk við breki verða stúvaði saman í ávís økir.”

Ímyndið tykkum, um nú matvøruhandlar kravdu, at kundarnir skuldu standa á hondunum í 5 minuttir fyri at fáa vøruna, ella um allir skóhandlar kravdu, at kundarnir skuldu leypa tveir metrar hæddarlop fyri at keypa skógvar uttan nakað undantak ella tillaging. Tá hugsi eg, at trupult hevði verið hjá fleiri at keypt bæði mat og skógvar. Sjálvandi eru hetta ikki krøv, tí tað er meiningsleyst at krevja nakað av fólki, sum tey ikki megna. Hetta hevði gjørt stóran mismun á kundunum og mong høvdu tá verið bæði svong og skóleys – eins syrgiligt og at vera heimleysur.

Hvat gera vit, tá ið vilji at møta ynskinum hjá fleiri føroyingum at fáa egið heim ikki verður vístur í verki? Samfelagsmyndin sær í nøkrum førum soleiðis út. Tí, sum er, eru øki, har ein bólkur í samfelagnum, ikki er vælkomin. Eisini eiga vit at minnast til, at hesi ongan áhugað hava í at vera í avmarkaða bólkunum, men tað eru onnur, sum gera avmarkingarnar - so hjartaliga.

Monday, November 11, 2013

Íðan, hvat gera vit so?

Nú gransking vísir, at skúlating ikki gera merkisverdan mun, tá ið tosað verður um faklig úrslit hjá næmingum, spurdi netavísin ”Skolebørn” John Hattie, professara, hvussu foreldur skulu hjálpa børnum sínum fyri at tryggja teimum ein góðan og gevandi skúladag.

John Hattie hevur skrivað bókina, sum er týdd til danskt við heitinum, ”Synlig Læring”. Hon er bygd á higartil mest umfatandi gransking um, hvat ávirkar læringina hjá næmingum. Granskingin varð gjørd út frá skúlagongdini hjá íalt 83 milliónum næmingum.



1: Vænta nógv
Størstan týdning hevur tað, at foreldur vænta nógv av børnum sínum. Júst tað hevur størstu ávirkanina á fakligu úrslitini. Tað ræður ikki um, hvørjar sosialu umstøðurnar eru, men heldur um vónirnar til barnið eru har. Eg vaks upp í einum øki, har bæði sosialu og peningaligu umstøðurnar vóru út av lagi vánaligar, men eg vist ikki av, at eg átti at klára meg illa.
 
Fleiri kanningar vísa heilt einfalt, at um vaksin halda, at børn eru dugnalig ella býtt, so hevur tað stóran týdning fyri, hvussu tey klára seg til royndir.

2: Gev barni tínum avbjóðingar
Tað ringasta foreldur kunnu siga við barn sítt er: ”Bara tú gert títt besta”, tí tey gera altíð sítt besta. Mong seta málini fyri børn síni alt ov lágt, tí tey halda, at børn gerast glað og fáa sjálvsálit, um tey hava lætt við at náa málinum. Tað er ein misskiljing. Tey motivera barn sítt nógv meir at læra, um tey arbeiða við at finna tað í børnunum, sum tey ikki vistu, at tey megnaðu. Mín gransking vísir, at tilgongdin, har næmingarnir fáa stórar avbjóðingar, hevur stóra ávirkan á fakliga úrslit teirra, tí tað er motiverandi. Foreldur kunnu stuðla børnunum við at hjálpa teimum út úr trygga umhvørvi teirra. Gera avbjóðandi aktivitetir saman við teimum, og um tað ikki eydnast teimum at náa málinum fyrstu ferð, so er at fáa tey at royna aftur.

3: Vís, at læring er hart arbeiði
Telduspøl eru nevniliga motiverandi, tí børnini vita akkurát, hvussu nógv stig tey fingu seinast og royna at fáa fleiri stig ella stríðast fyri at koma til ein nýggjan bana. Foreldur kunnu stuðla børnum teirra við at vísa teimum, at venjing er avgerandi, og tey mugu stríðast fyri at náa ávísa málinum.

4: Fokusera á menningina hjá barninum
Mong foreldur leggja dent á, hvussu barn teirra klárar seg samanborið við aðrar næmingar í flokkinum. Ístaðin skal barnið metast í mun til egna menning. Tað, sum er torført fyri eitt barn, er ikki torført fyri eitt annað barn. Stuðla barni tínum í at gerast betri og rósa tí fyri framstig. Tað, sum hevur størstu ávirkanina á fakligu úrslitini hjá næmingum er, tá ið tey sjálvi seta málini fyri læring og vita, hvussu tey kunnu náa málinum. Vinningurin skal vera at minka um gjónna ímillum staðið, har tey eru nú, og til staðið, tey fegin vilja fara.

5: Lurta eftir barni tínum
Granskingin vísir, at læringin hjá næmingunum gerst effektivari, tá ið lærarin gevst at tosa so nógv, sum hann ger. Undirvísingin hevur størri ávirkan, tá ið lærarar ístaðin samtala við næmingarnar um okkurt, sum gevur meining og oftari, heldur enn at “fiska” eftir einum ávísum svari, lurta eftir uppskotum ella meiningum, sum næmingarnir sjálvir koma við. Tað kunnu foreldur kanska eisini taka til sín?

Saturday, November 9, 2013

Kul ella kiksað?

Í faldaranum ”Listaleypurin” – sum Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya kommunufelag skipa fyri við stuðli frá Mentamálaráðið - stendur tilboð til næmingar í føroyska fólkaskúlanum sjónleikurin “FUCK”.

Á heimasíðuni hjá Listaleypinum stendur, at “Listaleypurin er ein verkætlan, sum hevur til endamáls, at skúlabørn í øllum Føroyum skulu fáa góðar listarligar upplivingar sum partur av skúladegnum...”
Í stuttu lýsingini av júst hesum sjónleikinum, har málbólkurin er 7. til 10. flokkur, stendur, at hann er um: ”at ganga saman, forelskilsi, tú, eg, vit, at vera normalur, dreymar, vinir, mørk, kenslur, tryggleiki, fyrstu ferð, humor, samleiki, humørsvingningar, villir pissilingar, at fleyga sær, homosexualitetur, porno, maktin hjá kusuni, fordómar, fantasiir, murtar, boppur, paradise og sex… verðin flippar út í ungdómsárunum.”

Sum eg las, mátti eg smílast eftir nøkrum av “óskikkiligu” orðunum, sum tó tóktust rættiliga kiksað í samanhanginum. Víðari stendur so, at hetta er ”eitt stuttligt ískoyti til vanligu sexualfrálæruna, við denti á tað sunna sex- og kærleikslívið”.
Víst verður eisini til heimasíðuna www.teaterietapropos.dk, har lagt er upp til danskt frálærutilfar til lærarar, sum kann vera brúkt í tímunum eftir vitjanina av Teateriet Apropos. Eitt av poetisku brotunum í frálærutilfarinum er “scene 4”: Cille og Anna på opdagelse i kvindekroppen (kvindens skød). Her møder de Moder Liv (livmoder), G, Kli-Toris, menstruationstsunami og Venusbjerget. De to piger snakker om deres tissekone/mus/fisse.


 
Hugvekjandi er, at vit uttan trupulleika lata danskar sjónleikarar hesa løtuna standa fyri stuttligari seksualfrálæru í fólkaskúlanum við støði í donskum frálærutilfari.
Sjálvsagdur er týdningin í, at sjónleikarar, lærarar og næmingar fáa eitt læruríkt prát um tað, sum rørir seg í gerandisdegnum hjá næmingunum. Men hvussu gjøgnumhugsað er hetta tilboð til føroyskar fólkaskúlalærarar og næmingar? Hvar er markið fyri, nær tað kula gerst kiksað og støðið pínligt? Hetta tilboð er jú ætlað øllum næmingum í framhaldsdeildini – ikki bara nøkrum.  

At Norðurlandahúsið, KSF og FKF góðtaka støðið og danskt frálærutilfar er so tað, men tað kann undra, at Mentamálaráðið, sum ábyrgdari fyri gerð av frálærutilfari, heldur, at hetta er hóskandi frálærutilfar og støði til aldursbólkin – ella er tað bara lættari at lata danir seta dagskránna?
Ymiskar vilja meiningarnar altíð vera um, hvat støði fólkaskúlin skal hava ella hvørji tilboð fólkaskúlin skal bjóða. Tó er fólkaskúlin fyri øll, og tað avmarkar eisini – ella hvat? Dugi ikki at síggja, at hetta heldur tekur støði í nýggju námsætlanini.

Í morgunsendingini her fyri varð sagt, at føroyingar duga ov illa føroysku orðini á likamslutunum. Hóast góð føroysk orð eru fyri allar likamslutir, brúka vit tey ikki. Niðurstøðan var, sum vera mann, at týdningarmikið er, at tey vaksnu fyrst læra seg orðini, og síðani geva børnunum tey.

Tá kunnu vit spyrja, hvussu kiksað tað í veruleikanum er, at vaksin og myndugleikin við ábyrgdini av frálærutilfari ikki taka ábyrgdina á seg, men lata danir ístaðin seta dagsskránna.

Eygamálið í Sosialinum, oktober 2013

Saturday, October 26, 2013

Sláa aftur?

Tíðirnar broytast, men nakrir trupulleikar eru og vera óivað altíð aktuellir. Havi júst lisið barnabókina "Lat eisini meg" um gentuna Drós, sum verður happað og kennir seg uttanfyri. Góð barnabók, sum m.a. vísir, hvussu happing kann verða steðgað á ein skilagóðan hátt.

Sum eg las, fór hugurin at reika og av sær sjálvum at samanbera við brotið í "Brahmadellarnir", har loysnin, sum vera mann í tíðini tá, var ein heilt onnur og hugburðurin kanska í so praktiskur. Júst hesa loysnina kenna óivað fleiri aftur:
"Eigil gramdi seg fyri mammuni, segði seg vilja skifta skúla, tí hann fekk ikki frið at liva.
Mamman gav honum tey hollu ráð at svara aftur við somu mynt... Kristensa bað sonin vinda blóðið úr hasum skrepeunganum hjá tannlæknanum, so fór alt tað laga seg.
Og tað var júst tað, sum hendi ein dagin aftan á skúlatíð."
Týdningurin í ella kanska meir trupulleikin við at geva aftur “við somu mynt” er stórur. Hetta setur okkum í tvístøðu og verður vanliga ikki góðtikið sum møguleiki. Vit kunnu t.d. ikki siga við børnini, at tey skulu sláa aftur - um tað so er ein gerð ella við orðum. Og tó!  
Rithøvundurin Jan Guillou, sum m.a. hevur skrivað bókina “Ondskan”, hevur sagt, at tann, ið verður happaður, skal sláa aftur alt fyri eitt fyri ikki at seta seg í eina støðu í happingini, sum er torfør at rista av sær. Nakrar støður rættvísgera, eftir hansara tykki, harðskap, serliga tá ið harðskapur verður nýttur í sjálvverju.
Samd ella ósamd við Guillou, so fekk søgan, sum eg hoyrdi í dag, meg at hugsa um júst hetta. At sláa aftur. Ein eldri maðurin segði frá, at tá ið hann gekk í skúla, varð hann happaður av læraranum, tí hann stamaði. Vanligt var hjá dronginum at hoyra niðrandi viðmerkingar frá læraranum, tá ið hann kom í skúla. Ein dagin hevði drongurin tó fingið nóg mikið, fór heim og segði við foreldrini, at hann ongantíð aftur fór í skúla. Søgan hann fortaldi heima gjørdi, at pápi hansara ringdi til læraran og kravdi, at hetta varð steðgað alt fyri eitt ella fekk tað álvarsamar fylgjur. Og tað hjálpti.
Hóast hesa søguna, so er sjálvsagt, at eingin eigur “loysnina”, tí so var trupulleikin longu loystur og ikki enn ein avbjóðing.
Havi hug at tríva í aftur barnabókina “Lat eisini meg”, har lærarin, heldur enn at fáa tey at sláa aftur, sigur við foreldur og næmingar: “Vit eru ikki savnað at finna syndabukkar. Vit eru her at finna loysnir og at gera okkum øll meira greið yvir, hvussu vit fylgja við og fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur, tí ein næmingur einsamallur kann ikki halda lív í happing serliga leingi. Happing er ein samanrenning av nógvum fólkum og tilgongdum, sum fáa sítt egna lív. Øll eru jú glað, tá tað gongur børnum okkara væl. Hendingin í nátt hevur tó víst, at tað ikki er nóg mikið bert at hugsa um okkara egna barn. Tað er eins neyðugt at hava áhuga í øllum flokkinum. Trivnaður í flokkinum er besta trygd fyri trivnaði hjá tí einstaka næminginum..."
Nærliggjandi er, afturat trivnaði, at finna tað sum Ole, vinurin hjá Ivan í Gummi Tarzan, sigur: “Tað er altíð okkurt, sum tú dugir at gera, tú skal bara finna tað”. Tí loyndarmálið liggur millum mangt annað eisini í sjálvkensluni hjá hvørjum einstøkum - bæði hjá happara og tí happaða - og virðingini fyri hvør øðrum. Júst her skal setast inn, men áðrenn vit eru komin so langt, er tíverri onkuntíð neyðugt at sláa aftur, og hvør skal tá sláa aftur? Børn ella foreldur?

Monday, September 30, 2013

Vindeygu

Um vit bara kundu sett okkum við hesi vindeygu og hugt í tey, sum í sjónvarp,
og sæð alt, sum seinastu mongu árini er hent í stovunum innan fyri vindeygað,
so høvdu vit undrast á, hvussu ymiskt menniskju liva lív sítt.
 

 
 
Óivað hava menniskjuni inni í stovunum einki uttan blómurnar til felags.
Mál, mentan og menniskju eins ymisk og veðurlagið og maturin.
Kann tað vera, at kaldari veðrið er, størri virði fáa blómurnar?
 
 
 
 
Í øllum førum eru blómur í vindeygunum í Venesia, í Cannobio og við Gjógv vakrar. 
Og syngjandi hugsanin kom aftur til mín:
"Hví leitar tú heldur til fjarskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd."
 
Nakað soleiðis kendi eg tað við Gjógv fyrr í vikuni.
Hetta vakra vindeygað við frískum, vøkrum blómum segði mær,
at her hevur ein vinarlig hond verið og gjørt hugnaligt.
Onkur, sum sær virði í tí, sum inni í hesum húsunum var
- og hetta gjørdi tað deiligt at vera við Gjógv hendan dagin.
 
 
 

Thursday, August 15, 2013

Vit eru vónin

Á veg norð í býráðshøllina í dag koyrdi eg yngru gentuna oman í svimjihøllina. Hon var spent, tí í dag skuldi hon svimja saman við mammubeiggja sínum. Skjótt gekk at lata seg úr, og rein um kroppin fór hon rennandi undan brúsuni og út í heita svimjihylin. Løtu seinni var mammubeiggin har, eg veittraði og segði, at eg kom aftur um ein tíma. 
 
 
 
 
Síðani fór eldra gentan og eg við ferð til framsýningina "Acre of Hope", sum lat upp kl. 19. Úr frísku summarluftini traðkaðu vit inn í eina aðra verð. Fyrst var púra friðarligt inni, og eyguni sóu myndir av smábørnum og størri børnum, har nøkur hugdu beitt upp á meg. Eg gekk longur inn, har jarnplátur vóru settar upp sum veggir. Innan fyri veggin var eitt rúm við dunkum, einum grønum stóli, trummum og plattum, har ein soviposi lá. Ja, hetta var líknandi eini ráari smáttu. Júst komin inn í hetta serstaka rúmið, komu stillir tónar, sum Hans Michael við flyglið spældi, og fyltu rúmið.  
 
 


Hjartanemandi myndirnar, saman við stilla tónleikinum, spældu við kenslurnar og góvu hópin av spurningum lív. Og at enda kom spurningurin: Er nøkur vón fyri hesum børnum?
 
 

Svarið fann eg í blaðnum, sum eg fekk á veg inn, har Bárður Lydersen, myndamaðurin sjálvur, sigur: "Vit menniskju í vesturheiminum, vit sum hava alt, vit eru "vónin og akurin" hjá hesum børnum, sum ikki hava reint vatn, og sum oftast fara svong til songar."

Víðari sigur hann, at "endamálið við framsýningini er at varpa ljós á ein veruleika hjá teimum milliónatals børnum, sum liva í fátækradømi. Ein veruleika, sum vit í vesturheiminum hava ilt við at seta okkum inn í ella ikki orka at hugsa um og kennast við." Og børnini á myndunum hyggja at mær, sum eri teirra - kanska einasta - vón.




Eftir eina løtu fóru vit avstað. Komin út aftur í frísku luftina hugsaði eg um orðini hjá Rúnu um drepandi hitan í Monrovia, har børnini ongar hentleikar hava, og har lukturin ikki er til at halda út. Eg takkaði, við blandaðum kenslum, fyri okkara umstøður og møguleikar.

Vit báðar fóru beint eftir yngru gentuni, sum, tá ið eg kom inn í svimjihøllini, kom við fullari ferð oman skreiðibreytina. Eftir eina góða løtu í svimjihøllini, var hon nú móð, og saman fóru báðar genturnar til ommu sína at fáa sær ein bita. Eftir sat eg í bilinum við køldu staðfestingini av, at ójavnt er býtt. Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva.

Um ymisku møguleikarnar at stuðla les meir á heimasíðuni hjá ABC barnahjálp http://www.barnahjalp.fo/wp2/

Wednesday, August 14, 2013

Lívið sum barn og sum næmingur er ein heild

Summarið telur dagarnar og skjótt verður skúladagurin aftur fastur táttur í barnalívinum. Børnini hava skjótt verið heima í sjey vikur, men koma aftur í skúla broytt og ment á ymiskum økjum. Tí hóast leikluturin sum barn og sum næmingur á ein hátt er hvør sín, er týdningarmikið, at vit síggja barnið sum eina heild, sum mennist bæði heima og í skúlanum.


Hugsan, sum førir til sjálvbjargna lívið

Esop, sum livdi í gamla Grikkalandi umleið ár 550 f.Kr sigur dømisøguna Krákan og krukkan: “Ein kráka, ið var tyst, fann av óvart eina krukku, sum eitt sindur av vatni var í. Men við tað, at krukkan var ov djúp, kundi hon ikki røkka niður at tí, so at hon kundi stilla tostan. Hon royndi í fyrstuni at bróta krukkuna sundur við nevinum. Men tá ið hetta ikki eydnaðist henni, fekk hon tað innskotið at kasta ymsar smásteinar niðurí, sum gjørdu, at vatnið kom heilt upp til tromina á krukkuni. So drakk hon alt tað, ið hon var ment.”



Um børnini gerast sum krákan, fáa tey innskot, hugsa sjálvi ymiskar møguleikar ella loysnir og avgera, hvussu tey vilja møta lívsins avbjóðingum. Tá gerast børnini við tíðini eisini sjálvbjargin, sum í sjálvum sær er málið – júst hendan fyrireiking liggur bæði heima og í skúlanum. 


Barnið og framtíðarsamfelagið

Børn læra frá tí, tey eru fødd. Vaksin læra tey í fyrstu atløgu ikki at tosa, tey læra tað við at brúka málið, lurta og arbeiða sjálvi við tí. Tey verða eggjað, rættað og leiðbeind, men málið kemur við sosialari samveru við vaksin. Soleiðis er eisini við vitan og menning annars.

Sum næmingur gerast málini meira ítøkilig, og hóast fólkaskúlin ikki einvíst skal útbúgva næmingar til framtíðar samfelagið, men geva børnum og ungum møguleika at fáa eitt virkið og mennandi lív, so er spurningurin, hvussu tey gerst sjálvbjargin, bæði intellektuelt og praktiskt, áhugaverdur.


Sir Ken Robinson sigur, at fyritøkur í alsamt broytandi samfelagnum hava tørv á fólki, sum hava lætt við at tillaga seg, eru kreativ, og sum skilja seg sjálvi og onnur. Tað vil eisini siga, at næmingar skulu duga at lesa, skriva og rokna. Men hann sigur víðari, at næmingar, sum nýliga hava fingið eina útbúgving, hava torført við nýhugsan. Hann vil vera við, at orsøkin er, at undirvísingarskipanin ikki leggur upp til nýhugsan og kreativitet.


Heimspeki sum partur av barnalívinum

Kann tað vera, at ov lítil orka verður sett inn at síggja børnini sum smáir heimspekingar? Børn hava ein einastandandi eginleika at undrast, og tey undrast uttan mun til umstøður. Tey undrast yvir tað, tey síggja, hoyra, smakka, føla og lukta - síðani spyrja tey. Tey tora at spyrja teir stóru spurningarnar og tola, at allir spurningar ikki hava nakað einsíðugt svar. Tí er viðkomandi at spyrja, hvussu vaksin í gerandisdegnum gagnnýta hesar spurningar og hugsanir hjá børnum.

Í øðrum londum eru skúlar farnir at taka heimspeki inn sum lærugrein. Í ph.d. ritgerðini um heimspeki við børnunum í fólkaskúlanum grundgevur cand.pæd. Henrik Vestergaard Jørgensen soleiðis: “Heimspeki fær næmingarnir at síggja, at meiningar ofta ikki eru so avgjørdar ella svart/hvítar, og tað kann geva teimum neyðuga fyrivarni og lítillætni, hvat viðvíkur egnu meining teirra, so tey ikki gloypa øllum tí, tey hoyra, rátt. Víðari sigur hann, at sjálvsagt kann tað kennast sum at fara um mark at rist verður í uppáhald og grundarlag, men tað kann eisini viðvirka til eitt tryggari grundarlag.”

Hóast vit ikki finna endaligt svar á øllum, so eiga vaksin tó at royna at geva børnunum eitt svar, so tey kunnu gera undranina til nakað hondfast, sum kann liggja til grund fyri samtalum, kjaki og lærdómi heima og í skúlanum. Her fara næmingarnir óivað at tíma og læra at hugsa sjálvstøðugt og grundgeva fyri tí, teir halda og meina.


Barnalívið við hóskandi avbjóðingum

Vaksin eiga óivað at møta børnunum í undranini og í felag við børnunum víðka sólarringin. Soleiðis gerast børnini eisini sjálvbjargin. Hóast vitandi um, at lívið hjá børnum er ein heild, so er vandin, at tað verður sett upp í tveir partar, har annar er at vera barn heima, og hin er at vera næmingur í skúlanum. Men sjálvsagt skal leiklutin sum barn og leiklutin sum næmingur vera ein heild.

Heildin eigur at síggjast í, at fyrireiking heima er partur av arbeiðnum í skúlanum, har foreldur síggja stórt í at tosa við børnini og vísa virðing fyri tí, tey gera. Skúlin eigur tí ikki at fáa ábyrgd, sum natúrliga liggur heima og umvent. Heldur er ynskiligt, at dynamiskt samanhang er ímillum menning heima og í skúlanum. Rætt er kanska at vísa á, at av teimum 168 tímunum í vikuni eru børnini hóast alt bara 30-35 tímarnir í skúla.

Ann Elisabeth Knudsen, heilagranskari, sigur: “Børn fáa sjálvsvirði og kenslu av, at tey hava týdningarmiklan leiklut í familjuni, tá ið vit seta teimum krøv.” Soleiðis er eisini í skúlanum, har børnini fáa kenslu av at vera partur av læru, tá ið tey fáa uppgávur, sum passa teimum og sum gera tey før fyri praktiskt at brúka vitanina í gerandisdegnum. Her eiga foreldur sjálvsagt ein avgerandi leiklut at stimbra, at vera engagera og at vísa áhuga.


Børnini mennast í samsvar við evni og væntanir

Spurningurin er sjálvandi eisini, hvussu vaksin eru saman við børnunum. “Tað er ein mýta, at góði barndómurin er nýbakaðir bollar, spæl á gólvinum og óendalig beinleiðis samvera.” Við hesum vil heilagranskarin, Ann Elisabeth Knudsen, hava foreldur aftur at taka ábyrgd sum foreldramyndugleiki – og halda fast við, at tey hava valt eitt lív sum vaksin. Tað hevur týdning, at vaksin og børn eru heima saman, tað er kvalitiestíð. Ikki endiliga altíð at gera nakað saman, tí vaksin eiga eisini at vísa, at tey eru vaksin og hava tí eisini aðrar uppgávur. Men neyðugt er, at børnini altíð kunnu spyrja og tosa við tey vaksnu, um tey kenna tørv á tí. Tá læra tey at seta orð á tankar og kenslur og verða eisini ment málsliga.

Týðandi er sjálvsagt, at menningin er á teirra egna støði, og at tey megna avbjóðingina. Í bókini “Uppaling og skúlaskapur” vísir Jeffrei Henriksen til kinverska vísmannin Meng-tse, sum livdi um ár 200 fyri Krist, sum segði: “Latum okkum ikki vera sum maðurin úr Sung. Einaferð var ein maður úr Sung, sum var so harmur um, at grógvandi korn hansara ikki var hægri, og tí togaði hann í tað. Tá ið hann hetta hevði gjørt, fór hann heim og sá ógvuliga býttur út og segði við fólk sítt: “Í dag eri eg móður. Eg havi hjálpt korninum at vaksa seg langt.” Sonur hansara rann út at hyggja, og hann fann, at alt kornið var følnað.

Bert fá menniskju eru í heiminum, sum ikki eru ímóti natúr síni, sum maðurin við korninum. Hann vildi hjálpa tí at vaksa seg høgt. Summi halda natúrina einki nytta og røkja hana ikki, tey lúka ikki akur sín. Hini, sum vilja hjálpa henni at vaksa seg stóra, slíta kornið upp. Tað, tey gera, er ikki bert til ógagns fyri kornið, men har afturat til skaða.”

Málið er óivað, at finna røttu umstøðurnar og støðið, so børnini við stimbran gerast sum krákan, har tey fáa innskot, hugsa sjálvi ymiskar møguleikar ella loysnir og avgera, hvussu tey vilja møta lívsins avbjóðingum. Tá gerast børnini við tíðini eisini sjálvbjargin, sum í sjálvum sær er málið fyri framtíð teirra.

Saturday, August 3, 2013

Ljósið brennur enn

Livandi ljósini í vindeyganum teska, at várið er farið og summarið telur dagarnar. Okkurt hugnaligt er tó við kvøldunum, sum gerst myrkari. Fór í kvirruni at hugsa um hesa søguna, sum Móðir Teresa í 1991 segði, tá ið hon talaði á Corpus Christi College í Melbourne. Søgan stendur eisini í partinum Kærleiksboðið í kristnibókini "Vinir mínir og eg":
 
 
 
 
”Eg gloymi ongantíð fyrstu ferð eg kom til Bourke í Avstralia og vitjaði systrarnar. Uttan fyri býin var eitt stórt friðað øki, har alt upprunafólkið búði í smáum smáttum, sum vóru gjørdar úr blikki og gomlum pappi. Eg fór inn í eitt av teimum smáu húsunum. Eg nevndi tað hús, men tað var bara eitt rúm, og inni í hesum rúmi høvdu tey alt tað, tey áttu.
 
Eg segði við mannin, sum búði har: ”Kann eg sleppa at reiða song tína, vaksa klæðir tíni og gera húsið reint?” Og hann endurtók: ”Eg hava tað gott! Eg havi tað gott.” Og eg segði við hann: ”Men tú vildi havt tað betri, um tú lat meg gera hetta fyri teg.” At enda gav hann mær loyvi at gera tað.
 
Tá hann loyvdi mær tað, gav hann mær ein gamlan brævbjálva, sum hann goymdi í lummanum. Úr brævbjálvanum tók hann enn ein brævbjálva og úr hesum uppaftur ein annan brævbjálva. Hann byrjaði at lata teir allar upp, og inni í seinasta brævbjálvanum var ein lítil mynd av pápa hansara, og hann vísti mær hana. Eg hugdi at myndini, og eg hugdi at honum, og eg segði: “Tú líkist pápa tínum nógv.” Hann gjørdist ovurfegin, tá ið eg sá, at hann líktist pápa sínum. Eg signaði myndina og gav honum hana aftur, og aftur tók hann ein brævbjálva, og aftur ein brævbjálva og síðani triðja brævbjálvan, og myndina legði hann aftur í lumman nær hjarta sítt.
 
Eftir at eg hevði vaskað rúmið, sá eg eina stóra lampu í horninum. Har var ógvuliga skitið og eg segði: ”Tendrar tú ikki lampuna, hon er so vøkur. Tendrar tú hana ikki?” Hann svaraði: ”Fyri hvørjum? Her hevur eingin nakrantíð verið og vitjað meg. Fyri hvørjum skuldi eg tendra hana?” Síðani segði eg: ”Hevði tú viljað tendra hana, um systrarnar komu at vitja teg?” Hann segði: ”Jú.”
 
Systrarnar fóru at vitja hann 5-10 minuttir hvønn dag, og tær byrjaðu at tendra lampuna. Tá ein tíð var liðin, hevði hann vant seg við at tendra lampuna. So líðandi góvust systrarnar at vitja hann. Men tær plagdu at fara fram við hjá honum hvønn morgun.
 
Síðani gloymdi eg alt um hetta. Tvey ár seinni sendi hann mær eini boð - ”Sig við Móðir, vin mín, at ljósið, hon tendraði í lívi mínum, brennur enn.”
 
 
(Leystliga týtt úr donskum. Greinin er partur av eini greinarøð, sum Kristeligt Dagblad gav út at fagna útgávuni við brøvunum hjá Móðir Teresu "Kom og vær mit lys".)

 

Monday, July 29, 2013

Livandi skuggar á gøtuni

Dagurin vaknar og vekir lívið á jørðini. Sólin sendir heitu gislar sínar niður á menniskjabørnini í býnum, har flestu gøturnar eru av vatni. Til livandi, nývaknaða fuglasongin verða bátarnir mannaðir og alskyns livandi verur fara til verka. Júst hesin dagurin er bara ein av mongum, har alt gongur sína vanligu gongd. Aftur í dag eru menniskjabørn úr øðrum londum komin at vitja serstaka býin, sum er ímyndin av kærleika. Her koma tey, sum elska. Elska ein, sum elskar aftur.

Langt burtur, har sólin býr, sær heimurin vakur út. Eins og teir fyrstu dagarnar, tá ið heimurin varð skaptur, er ljós og myrkur, himmal og jørð, land og hav, blómur og trø, sól, máni og stjørnur, dýr og menniskjabørn. Alt varð skapt og skaparin segði: ”Tað er gott!” Úr erva er heimurin einki broyttur.

Niðri á tutlandi vatngøtunum og hørðu steingøtunum skapar sólin skuggarnar, og í sólríka degnum er skuggin bæði svalandi og góður. Skuggin kennist sum eitt lívgandi skýli frá sólarhitanum. Og mitt í heitu sólini situr hon. Síggi ikki, fyri mynstruta turriklæðnum, hvør hon er. Hon er í slitnum klæðum, niðurdeili og jakka. Við sær hevur hon ein bláan plastikkposa við onkrum drekkandi í.




Tað, sum frá upphavi var gott, ella kanska einfalt, gjørdist við tíðini fløkt. Sólin veit kanska ikki, at alt er broytt? Møguliga er sólin eisini bara líkasæl, hon hevur nóg mikið í sær sjálvari. Hjá henni er lítil broyting, tí hon ger bara tað, hon varð skapt at gera.

Menniskjabørnini eru tó ikki sum sólin. Tey finna uppá so mangt løgið, tey gera ofta tað, teimum lystir, og júst soleiðis gjørdist lívið á jørðini fløkjaliga fløkt. Lívið gjørdist merkt av muni ímillum menniskjabørnini. Men hóast vitandi um stóra munin, siga tey seg elska - tey elska hvønn annan. Nakað soleiðis, at tey elska tey, sum tey sjálvi velja at elska. Sjónliga er kvinnan við turriklæðnum ikki ein av teimum útvaldu.

Onkur vísur hevur sagt, at menniskjabørnini gerast rík, tá ið tey geva. Tá kann av sonnum verða sagt, at tey, sum ikki orka at geva, ella tey, sum ikki halda seg hava nakað at geva, eru fátøk.

Hóast skuggin víst hevði givið lívd, so leitar kvinnan sær ikki inn í skuggan. Hon verður sitandi mitt á gøtuni í komandi og farandi skuggahavinum av menniskjabørnunum. Her biður hon tey ferðandi um pening fyri mat og uppihald. Situr á knæ og hyggur ikki upp. Og eins sjónliga og kvinnan ongan góðan eigur, so hava menniskjabørnini hvørki tíð ella hug at geva. Tey eru upptikin av býnum, har kærleikin býr – tí tey elska.

Tey, sum í brennandi sólarhitanum liva á lívsins skuggasíðu, kunnu møguliga einans fáa vón um eina framtíð frá teimum, sum kasta skuggar á gøtuna, tey, sum ganga framvið. Tey hava bara ikki tíð, tí tey elska.



Friday, July 12, 2013

Eg eigi ikki orð

Havi í nakrar dagar leitað eftir bókum at lesa saman við næmingunum komandi skúlaár. Og skjótt sat eg aftur hugtikin í sofuni við eini bók, sum bant hugin at lesa frá fyrstu til seinastu síðu í einum. Eyguni høvdu nóg illa tíð at blunka, tí søgan førdi meg inn í ein heim, sum bæði var hugtakandi og ræðuligur.

Bókin “Tá ið tú ikki eigur orð”, sum Carolin Philipps hevur skrivað, og sum Gitte Klein hevur týtt úr týskum, gav mær kensluna, møguliga ávirkað av heitinum, “eg eigi ikki orð”. Eg eigi ikki orð fyri, hvussu hugtakandi tað er at lesa eina væl skrivaða og væl týdda ungdómsbók, sum ungdómur heilt víst fer at lesa. Hinvegin, eg eigi ikki orð fyri kenslunum eg fekk, tá ið eg las ræðuligu søguna hjá Kristiani – tí søgan er sonn.
 
 
Á bókini stendur, at Kristian livir í einari at síggja til normalari familju. Men hann hevur leingi havt eina nívandi pínu í búkinum. Tað er hetta við, at pápi hansara noyðir hann at spæla mannfólkaspøl, og at hann ikki torir at siga nøkrum frá hesum. Hann letur bara tann ræðuliga loynidómin koma til sjóndar á tekniblokkinum.

Løtuna eg lesi, gerist eg ill, kedd, bilsin, fái vaml, fái hug at fara inn í bókina at gera upp, hati søgurnar skrivaðar við kursiv, fái tó virðing fyri nøkrum av persónunum, skilji eina løtu, men so er alt so óskiljandi, fái næstan skuldarkenslu av at vera glað um støðuna hjá systur Kristian, gerist góð við Sakuru, taki synd í mammuni, kundi buku pápan og í sorgarleikinum stolt av Kristiani.
Við huganum á tremur við øllum slagi av kenslum, eins og hugtøkini omanfyri, eru hetta tó als ikki nøktandi orð, sum kunnu lýsa tað, eg kendi. Kenslurnar eru so nógv meira, og eg vil fyri einki í verðini gera ynski hjá Kristiani, um at gerast kensluleysur, til mín veruleika.
Í eftirmælinum skrivar Philipps: “Heimurin, sum vit liva í, er ein heimur, har orð hava stóran týdning: í familjuni, í vinabólkum, í skúlanum, í arbeiðinum, í fjølmiðlunum. Uttan orð er tað trupult at samskifta. Gleði og vreiði, kærleiki og hatur, eydna og sorg, heiður og ábreiðsla, vónbrot og øði. Øll hesi hugtøkini lýsa vit við orðum.

Øll kenna løturnar, tá vit ikki hava orð fyri tí, vit uppliva, tí tað annaðhvørt er ov stórbært ella ov ræðuligt.

Sum hjá Kristiani, sum eg hitti herfyri. Drongurin í bókini er veruligur. Navnið og søguna havi eg broytt eitt sindur. Hann segði mær ikki, at pápin hevði gjørt seg inn á seg, fyrr enn fleiri mánaðir eftir, at eg hitti hann. Hann óttaðist, at hann fór at syndra familjuna, segði hann sannleikan. Hann gav sær sjálvum skuldina. Tað tók mær langa tíð at sannføra hann um, at skemmarin altíð hevur skuldina. Barnið hevur ikki so mikið sum ein feril av samskuld.

Pápin er vorðin revsaður. Kristian býr hjá familju síni. Um hann nakrantíð verður førur fyri at gloyma tað, honum hevur verið fyri, veit eg ikki. Hann er, um ikki annað, sloppin av við dagligu búkpínuna, tí hann at enda er førur fyri at seta orð á tað, sum tú í grundini ikki hevur orð fyri.”
 
 
At enda stendur: "Tørvar tær hjálp, ella vilt tú fegin stuðla einum vini, kanst tú venda tær til Tú og eg ráðgevingina á www.eg.fo." 

Góðar bøkur geva tankum og kenslum lív. Eingin veit, um ikki júst hetta verður ein av bókunum komandi skúlaár, sum fer at birta lív í gevandi prát og kjak - og geva næmingunum okkurt at hugsa um?

 

Saturday, June 29, 2013

Slaturin gongur...


Tá ið hol verður sett á ein kodda og túsundtals fjarðar breiða seg í allar ættir, er vónleyst at savna tær aftur.

Barnabøkur læra okkum mangt og hvat. Ikki er tað talið av orðum, sum er avgerandi, men heldur innihaldið, sum verður sagt í fáum, vælvaldum orðum.

Ein dagin eg leitaði eftir eini góðari bók, kom eg fram á bók, sum Madonna hevur skrivað. Sjálv sigur Madonna, at hon hoyrdi hesa 300 ára gomlu søgu frá einum hon kennir, og hevur í bókini óbroyttan boðskap, men hevur klætt søguna í nýggjan ham, og kallar hana Peabody og súreplini.

Í bókini møta vit Billy, sum býr í lítla býnum Happville. Billy dámar væl at spæla baseball, og hevur ein góðan venjara, sum eitur Peabody. 



Á veg heim gongur Peabody altíð eftir høvuðsgøtuni framvið fruktsøluna hjá Funkadeli. Ein dagin eftir venjing sær ein av dreingjunum á baseball liðnum venjaran ganga fram við fruktsøluni og taka eitt súrepli, og leggur eisini merki til, at venjarin als ikki rindar fyri súreplið. Hetta undrar sjálvandi drongin, sum vikuna eftir fær aðrar dreingir við sær at eygleiða Peabody, tá ið hann gongur sama veg heim. Sum teir standa og hyggja, kemur Peabody framvið og gera júst tað sama sum vikuna frammanundan. Hann tekur eitt súrepli úr fruktsøluni, og uttan at gjalda spákar hann víðari.

Allir dreingirnir fara við tað sama heim at siga søguna um venjaran, og hendingin fær sum vera man afturljóð í lítla býnum, har øll hoyra søguna um Peabody.



Nú er so aftur leygardagur, og næsti baseball dystur er á skránni. Á vøllinum stendur venjarin Peabody einsamallur og bíðar eftir dreingjunum. Tá ið Billy kemur, greiðir hann Peabody frá hendingini um súreplini, sum hann hevur tikið uttan at gjalda. Av hesi orsøk verður Billy einasti drongur, sum møtir til dystin hendan dagin. Peabody skilir beinanvegin trupulleikan, sum veit, at hann hvønn leygarmorgun rindar fyri øll súreplini, og kann tí taka tey “uttan at gjalda”.

Hóast keddur, vil Peabody fegin sjálvur tosa við drongin, ið var fyrstur at síggja hann taka súrepli uttan at gjalda. Peabody biður hann møta sær, og við sær skal drongurin hava ein kodda.




Moralurin er eyðsýndur. Tá ið drongurin er komin, biður Peabody hann seta hol á koddan. Nú spreiða allar fjarðarnar seg við lotinum út um allan vøllin. Drongurin hevði ongan hugsandi møguleika at henta allar fjarðarnar uppaftur. “Tað er líka ógjørligt at bøta skaðan, sum tú hevur gjørt við at spjaða slatur um, at eg stjali”, segði Peabody. “Hvør fjøður umboðar eitt fólk í Happville.”

Fjarðarnar eru bert ein mynd, men sigur okkum, hvussu varin vit mugu vera, tá ið vit tosa, fyri ikki at skaða onnur. Soleiðis ber fyrimyndarliga væl til at klæða eina gamla søgu í nýggjan ham. Gomul tó altíð aktuell.


Wednesday, June 26, 2013

Døggváta undrið

Í eini lægd á veg út í Taravík býr eiturkoppurin - eg sá ikki eiturkoppin sjálvan, men eg sá døggváta lokkanetið. Hann er, eins og aðrir eiturkoppar, áttaføtt kykt, sum nýtir tíðina at gera sær net at veiða flugur við. Á afturkroppinum hevur hann seks spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður lokkanetið spunnið, har flugur og onnur skordýr renna seg í. Lívsgrundarlagið verður við hesum neti tryggjað, men fyri júst hetta lívsgrundarlag mugu onnur dýr lata lív. Hóast neyðuga deyðan, so er hetta eitt undur. Als ikki eitt óvanligt undur, sum tí má vera eitt av vanligu undrunum.




Døggváta lokkanetið var bara eitt av øllum teimum vanligu undrunum, sum eg sá í dag. Fuglur, seyður og onnur dýr skapa sær tilveruna í skiftandi umstøðum og veðri - tað gera menniskjuni eisini. Hetta eru vanlig undur, sum vit mugu minna okkum á og læra okkum at síggja. Hesi kunnu eisini vera tey, sum Sarah McLachlan syngur um í Ordinary Miracle, um alt tað vakra, vit síggja. Tá tað fer at kava ella regna, at sáðið í moldini veksur, at sólin rísur, at ferðafuglur fer avstað og kemur aftur og at vit vakna til ein nýggja dag.

Hugsi ikki, at eiturkoppurin, sum býr á veg út í Taravík, veit ella hugsa um, at hann er partur av vanligu undrunum í gerandisdegnum, men menniskjuni hava eginleikan og kunnu gerast varug við vanliga, stóra undrið, tey eru lutur av. Hesa kensluna av takksemi og undran fekk eg í dag.
Her er leinkja til sangin hjá Sarah McLachlan Ordinary Miracle:
http://www.youtube.com/watch?v=1I32BV77gK8

Wednesday, June 19, 2013

Alt velst um eygað, sum sær

Drunnur í juni hjá MBF. Her er leinkja inn á aðrar drunnar á heimasíðuna hjá MBF: http://www.mbf.fo/Default.aspx?pageid=10743

Væl kann tað vera, at truplar støður kennast meiningsleysar, men hvussu er, tá ið fólk finna meining í meiningsloysinum? Paulo Coelho sigur tað soleiðis: “Tað eru løtur, tá ið trupulleikar koma inn í lívið, og vit fáa einki gjørt fyri at umgangast teir. Men av onkrari orsøk eru trupulleikarnir har, og bara tá ið vit hava sigrað teir, skilja vit, hví teir vóru har”.

Mrs. Brown gjørdist mamma at 22 børnum, 13 livdu, 9 doyðu sum smábørn og tíggjunda barn hennara varð føtt við likamligum breki. Í fátøkum og torførum korum í Dublin í 1932 byrjar lívið hjá Christy Brown. Hugvekjandi søgan, sum er kend undir heitinum My Left Foot, er um Christy og bardaga hansara at finna innihald og meining við lívinum. Helst størsta týdningin í trilvan hansara, hevði stóra familja hansara, har hann vaks upp.
 
Brek hansara gjørdi tað trupult hjá honum at samskifta við umheimin. Fá vistu verulig, hvør persónurin inni í kroppinum var. Mamman stríddist fyri at geva honum virðilig kor, men tá ið hann sum smádrongur lærdi at lesa og skriva, lat ein nýggjur og ókendur heimur seg upp fyri honum, og skjótt nýtti hann nógva tíð bæði at lesa og skriva.
 
Vinstri fótur hansara var lívsgrundarlagið. Vinstri fóturin helt bókini, skrivaði bókstavirnar og førdi matin inn í munnin. Seinni førdi vinstri fótur eisini pensilin á løriftinum og spældi vakrar tónar á klaverinum. 
 
 
Christy Brown var dagliga saman við øðrum børnum við breki, og ein dagin, eftir løtuna saman við teimum, skrivaði hann: “Okkum tørvar sjálvsáliti og vinsemi, eins nóg og, ella meira, enn læknahjálp. Tað er ikki bara vøddar og liðir, sum nerva okkum, men av og á eisini tankar okkara, tað innara menniskjað, sum tørvar størri umsorgan, enn avskeplaðu armar og bein okkara. Eitt barn við skeivum munni og avskeplaðum hondum, kann lætt fáa skeivan og avskeplaðan hugburð til sín sjálvs og til livið sum heild, serliga um barnið sleppir at vaksa upp við hesum hugsanum uttan hjálp at skilja tað. Um myndin av “at vera øðrvísi” samanborið við eitt normalt barn fær loyvi at festa rót í huganum og fylgja barninum upp í ungdómsárini, og at enda til vaksna lívið, verður lívsáskoðanin eins avskeplað og likamið. Lívið gerst bara ein spegilsmynd av skeivleika og kenslubornari, persónligari pínu.” 

Víðari skrivar Christy: “Men saman við hesum børnunum er øðrvísi. Her eru vit saman við okkara egnu, um eg so má siga. Vit eru umringað av fólki við líknandi breki, og onkuntíð við størri breki, og vit síggja, at okkara gamla “øðrvísi” í grundini ikki er so øðrvísi. Frá at síggja okkum sum virðisleys ella sum eina byrðu fyri onnur, síggja vit, at fólk eru, sum skilja, fólk sum í veruleikanum hava halgað lív sítt at hjálpa okkum, soleiðis at vit sjálvi skilja alt betur, so tað at enda kann spyrjast okkurt framúrskarandi úr sorg okkara.” 
 
Men tá ið trupulleikar koma inn í lívið, gerast spurningarnir ofta fleiri enn svarini. Um nú mamma Christy ikki hevði valt at hava hann heima og skapa umstøður fyri at læra, hevði hann tá sitið einsamur og innistongdur í likami sínum á onkrum heimi fyri fólk við breki? Hevði kroppur hansara verið eitt fangahús við kenslum sum óbrúkiligur og miseydnaður? Svarið er óivað, at familjan sá ikki Christy við breki, nei, tey sóu hann sum eitt heilt menniskja við tørvum júst sum onnur menniskju.
 
 

Alt velst jú um eygað, sum sær. Tá Christy Brown sum rithøvundur alment skuldi svara spurningum um lív og verk sítt, hevði hann vanliga umsetara, tí torført var at skilja tað, hann segði. Tá varð umsetarin ofta spurdur: “Vil hann hava sukur í kaffi?” Hetta gjørdi hann sjálvandi firtnan. Sjálvt sum viðurkendur rithøvundur, høvdu fólk ilt við natúrliga at hyggja inn í eyguni á honum og tosa við hann. Men tá ið tosað verður uttan um okkum, hvar er tá virðingin?
 
Spurningurin leiðir meg til fleiri spurningar. Hvør er í dag røddin hjá teimum, sum bera brek? Hvør letur hurðar upp og skapir møguleikar? Hvussu síggja vit í Føroyum tey, ið bera brek? Hvussu er við skúlatilboði, sum veruliga kann lata hurðar upp, hvussu er við arbeiði, sum veruliga kann skapa lívsgrundarlag, og hvussu er hjá fólki við breki at ferðast lættliga í skipi, flogfari, bili ella úti í býnum. Jú, vit hava undirskrivað sáttmálar, smíðað lógir og alment viðurkent týdningin av, at pláss skal vera fyri øllum. Men væl møguliga er ov langt frá bókstavi ella orði til verk?

Saturday, June 15, 2013

Stóri sannleikin í lítla prinsinum

Vit áttu óivað at lært okkum, eisini í vanliga gerandisdegnum, at sæð við hjartanum, so tað, sum er ósjónligt fyri eyganum, veruliga gerst avgerandi.

Lívið er stutt, tó ikki einfalt og vit menniskju eru ikki einsamøll, hóast einstaklingar. Ein grundleggjandi partur av lívinum er at finna innihald og endamál við lívinum, sum gevur okkurt slag av meining.

Samvera gevur meining, tí tá geva vit øðrum av okkum, og tey geva okkum aftur. Størri ómak vit gera okkum, betur duga vit at síggja tað dýrabara. Tað ókenda skapir fordómar, tí vit kenna tað ikki. Og mótsætt, tað vit læra at kenna ella gera okkum ómak við, gerast vit góð við.

Um vit taka hesar tankar til okkum og spyrja, hvat í gerandisdegnum gevur okkum innihald, er tað óivað tað, vit brúka mestu tíðina til og tað, sum menniskjaliga krevur mest av okkum. Tað, sum vit gera okkum størst ómak við.

Tann lítli prinsurin í bókini hjá Antoine de Saint-Exupéry kemur í samrøðu við revin inn á júst hetta. Hann sigur tað so, at einans við hjartanum síggja vit rætt.

Tann lítli prinsurin er ævintýrið um flogskiparan, sum neyðlendir í Sahara. Her møtir hann lítla prinsinum, sum kemur úr rúmdini. Hann sigur flogskiparanum um heimastjørnu sína smástjørna B612. Prinsurin er komin fyri at bjarga elskaðu rósu síni, sum er í vanda heima á stjørnuni. Á ferðini møtir hann mongum fólki, og sigur fleiri sannleikar. Tó er vakrasta søgan hann sigur flogskiparanum søgan um rósuna, sum hann hvønn dag hevur vatnað, sum hann hevur tosað við og brúkt tíð saman við.

Á ferðini møtir hann revinum, sum vil temjast. Eitt ynski um, at onkur ger sær ómak og er góður við hann. Her er eitt brot úr bókini, tá ið revurin lýsir, hví rósan hevur so stóran týdning fyri prinsin. Prinsurin tosar her við aðrar rósur, sum ikki eru hansara rósur:

“Tit líkjast als ikki míni rósu...ein vanligur ferðamaður hevði kanska hildið, at mín rósa var sum tit. Men hon er nógv meira týðandi enn allar tit tilsamans, tí tað er hana, eg havi vatnað...tað er mín rósa”.

Tá prinsurin og revurin seinni fara hvør til sítt, sigur revurin: “Einans við hjartanum kanst tú síggja rætt. Tað avgerandi er ósjónligt fyri eyganum”.
“Tað er tíðin, tú hevur spilt upp á rósuna hjá tær, sum ger hana so týðandi”, segði revurin”.
“Menniskjuni hava gloymt handan sannleikan”, segði revurin. “Men tú mást ikki gloyma hann. Tú hevur allar tínar dagar ábyrgdina av tí, sum tú hevur tamt. Tú hevur ábyrgdina av tíni rósu”.



Óivað er tað samvera við børn, maka, familju, vinir, starvsfelagar og so mangt annað, sum ikki beinleiðis gevur okkum materiellar fyrimunir ella gleði, sum veruliga gevur meining. Alt tað vit goyma í hjartanum, tað sum eygað ikki sær.

Vakra myndin og sannleikin vísir okkum á týdningin, vit hava hvør fyri øðrum. At brúka tíð til og gera sær ómak við menniskju, gevur okkum meining og innihald. Tey, vit gerast góð við, tey, vit eru saman við og tey, sum vit tosa við.

Sunday, June 9, 2013

Kunnu myndir køva fordómar?

 
 
 
Kunnu myndir møguliga køva fordómar menniskju hava um fólk við breki? 
"Positive Exposure" varð sett á stovn av fotografinum Rick Guidotti í 1998. Rick hevði tá starvast í New York, Milano og Paris fyri millum onnur Yves St Laurent, Revlon, L’Oreal, Elle og Bazaar. Hann tók myndir av teimum sum vanliga vera hildin at vera heimsins vakrastu. Men ein dagin á Manhattan Street broytti ein ávís hending alt hetta. Við bussskýlið sá Rick eina sera vakra gentu við bleikum holdi og hvítum hári. Hetta var ein genta fødd sum albino - hesi eru fødd uttan lit í húð, hári og eygum. Tá ið Rick kom heim, byrjaði hann at lesa meir um hetta, og eisini um onnur, sum bera brek. Tað, hann lærdi, var bæði ræðandi og skelkandi. Myndirnar hann fann t.d. í læknabókum vóru bæði daprar og mannminkandi. Børnini í bókunum vóru lýst sum sjúk, fyrst og fremst sum ein diagnosa, og ikki sum menniskju.
 
 
 
 
Í dag hevur fotografurin Rick Guidotti vígt lív og evni síni at køva teir fordómar,
sum í mong ár hava livað sítt fría lív.
Her eru nakrar av lívsjáttandi myndunum, hann hevur tikið :)
Alt velst jú um eygað, sum sær!
 
 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 Les meira á

Thursday, May 23, 2013

Alt er ikki happing

Evnið hevur hugtikið mangan rithøvund, og hetta sæst aftur í søguni um Jósef og brøður hansara í 1. Mósebók, í Oliver Twist eftir Charles Dickens frá 18 hundrað talinum, í The Hundred Dresses frá 1944 eftir Eleanor Estes, í Gummi Tarzan eftir Ole Lund Kirkegaard frá 1975 og í About a Boy eftir Nick Hornby frá 2002 – bara fyri at nevna nakrar søgur úr ymiskum tíðarskeiðum. Hetta vísir okkum, at happing, sum í veruleikanum er ein drepandi trupulleiki fyri nøkur, altíð hevur verið ein veruleiki.




Happing í bólki
Í dag eru vit farin at seta orð á trupulleikan eisini vísindaliga, har ein tann fyrsta  nágreiniliga kanningin um happing varð gjørd í 70unum av norska granskaranum Dan Olweus. Í dag er happing viðurkend sum heimsumfatandi trupulleiki fyri nøkur børn, ung og vaksin.
Tað er kanska sjálvsagt, at tosið um happing ofta fer inn um skúlagátt. Har eru stórir bólkar av børnum, øll hava einaferð verið næmingar og upplivingarnar eru sera ymiskar – góðar og minni góðar.

Kanningar vísa, at næmingar í happingini hava fleiri ymiskar leiklutir. Teir kunnu vera happarar, teir, sum verða happaðir ella vera eygnavitni. Hugvekjandi upptøkur av næmingum vísa, at eygnavitni vóru til umleið 85% av tilburðunum av happing, men næmingarnir blandaðu seg sjáldan fyri at hjálpa tí happaða. Leiklutirnir broytast, og tíverri gerast nakrir næmingar, sum eygleiða, hjálparar ella styrkjarar hjá happaranum, aðrir verða verandi uttan fyri, nakrir ríma, og uppaftur aðrir hyggja passivt at. Bara ein lítil partur ger nakað fyri at verja tann happaða.  
Hóast tað eru dømi um skúlar, sum hava víst góð úrslit við minkandi happing, so er tað ikki eydnast allastaðni. Tí stóra avbjóðingin er at taka tað, vit longu vita um happing, og umseta tað til effektiva venjing og vilja frá heimi, skúla og í samfelagnum annars.


Tosa opið, men tó...
Vit eiga at leggja okkum í geyma, at allir trupulleikar í sosialum samskifti ella samveru ikki er happing. Tí kann tað eisini vera ein trupulleiki, at aðrir trupulleikar, sum næmingar hava, verða flokkaðir sum happing. Tí til dømis, at onkur kennir seg uttanfyri, at onkur hevur trupult við at finna vinir í flokkinum, at næmingar øsa seg í skúlatíð, at næmingar eru bangnir fyri at koma í skúla ella ikki vilja í skúla, er ikki altíð orsakað av happing.
Kann tað hugsast, at tosað verður ov nógv um happing, heldur enn trivnað? Avgerandi spurningurin er í veruleikanum, hvussu næmingar, sum ikki hava tað gott, skjótt kunnu fáa røttu hjálpina.

Neyðugt er at taka við, at næmingarnir, sum einki kenna til happing, gerast ótryggir av at verða lagdir undir at happa – og hetta skapir enn ein trupulleika.

Trivnaður fyri næmingar verður m.a. tryggjaður, um foreldur, lærarar og vaksin annars miðvíst arbeiða við at brynja teir til eitt livandi og fjølbroytt lív saman við øðrum næmingum, har teir bæði fáa og geva. Vit kunnu tosa um likamligan og fakligan trivnað, har matur, svøvnur, fyrireiking til skúladagin og samvera er avgerandi.

Trupulleikin óivað stórur
Í Barnaútvarpinum 19. januar varð t.d. upplýst, at umleið 1000-1200 skúlabørn javnan verða happað. Hetta er eitt stórt tal. So kunnu vit sjálvi rokna út, hvussu nógv kunnu skriva og siga sína søgu um teirra upplivingar.

Vit eru øll vitandi um, og hava verið tað leingi, at happing er ein veruleiki, og tí eru fakfólk av ymiskum slagi sett av myndugleikanum at arbeiða við trupulleikanum. Júst tí tørvar okkum eitt fjølbroyttari kjak við støði í royndum og opinleika.

Tá fólk siga frá upplivingum sínum um happing, eiga vit at fara væl um søgurnar. Júst hesar kunnu gera samfelagið meir opið fyri evninum. Tó eigur alt ikki at verða flokkað í ein bólk, tí tá kunnu søgurnar oyðileggja meir, enn tær gera væl. Dirvið hjá summum kann geva øðrum "ósekum" skuldarkenslu fyri nakað, tey als ikki kenna seg aftur í.

Ikki komið á mál
Komið er ikki á mál, men um vit hyggja at londunum kring okkum, so er happing enn ein veruleiki fyri summi - sjálvt í Svøríki, har tað við lóg er bannað at happa. Hetta sigur okkum, at vit fara altíð at arbeiða við hesum, og vit eiga ikki at billa foreldrum ella næmingum inn, at happing er ein trupulleiki, sum fólkaskúlin einsamallur kann loysa. Hetta er ein sera samansett avbjóðing, sum allir partar mugu standa saman um. Politiski myndugleikin er eitt, men í skipanini er nógv gott fólk, og tað kann undra, at trupulleikin er so stórur, sum fólk siga?


Hvør spyr inn til søguna?
Vinkulin, har spurnartekin verður sett við søgurnar manglar veruliga. Hetta torir eingin at gera, tí hvør veit, um tað ikki er happing? Trupulleikin er nevniliga ótrúliga torførur, har eitt upplivilsi er eitt hjá einum og eitt annað hjá einum øðrum. Menniskju eru so ótrúliga ymisk, har summi eisini hava ymiskar avbjóðingar ella manglandi sosialar førleikar.

Fakfólk - hugsi her kanska serliga um lærarar - leggja stóra orku í arbeiðið sítt, sum alt meir gerst ein sosial uppgáva. Hetta kann við nøkrum fáum orðum ella reglum verða traðka undir fótum og geva eina keðiliga kenslu av meiningsloysi, tí tagnarskyldan avlagar eisini kjakið.

Trivnaður og virðing í fakligari skipan
Saman um tikið er tað trivnaður í fakligum umhvørvi, sum fremur tryggar og nøgdar næmingar, har tað hevur stóran týdning, at næmingar við ymiskum avbjóðingunum fáa rættu hjálpina skjótast gjørligt.

Hugsi eisini, at neyðugt er við eini hugburðsbroyting hjá teimum vaksnu, sum ávirkar hugburðin hjá børnunum. Um vaksin hava virðing hvør fyri øðrum og fakligu skipanini, so ávirkar og broytir tað børnini.

Støðið á almenna kjakinum má gerast hægri, so tað verður eitt veruligt kjak við dýpd, har fólk oftari seta seg inn í støðuna, so evnið verður lýst frá ymiskum síðum. Um søgan stendur einsamøll, og alt verður flokkað sum sami trupulleiki, er torførari at menna verandi umstøður ella ítøkiliga at greina trupulleikan, sum sjálvsagt er neyðugt.