Sunday, April 20, 2014

Orð kunnu broyta umstøður

Í fleiri túsund ár eru orð ment og broytt, og júst hesin førleiki at orða seg er serstaki munurin á dýri og menniskja. Hóast orð bert eru spjaldur fyri at eyðmerkja ávísar lutir, hugsanir, gerðir og eyðkenni, so hava tey ymiskan týdning, serstaka persónligheit og fjølbroyttan lit.

Smágentan lurtar og hoyrir munin á: “Á, tú ert pen” og “Ver pen!”. Sama orð, men ymiskan týdning í kontekstinum og ymiskt tónalag. Soleiðis gongur fjøltáttaða samskifti, á skrift og í talu, har orð hava grundleggjandi týdning fyri sosialu verurnar. Í hugahavinum verða tey goymd, fyri síðani at verða latin í serstaka málbúnan. Nýtslan og samansetingin av orðum er persónlig, og er samband ímillum menniskju. Júst hetta samband hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin.

Serstaka gávan við orðum gevur okkum møguleika at skriva niður, og siga tað, vit halda hevur týdning. Við orðum siga vit øðrum, hvørji vit eru, hvussu vit kenna okkum, og hvat vit hugsa - eisini kunnu orð ávirka og broyta viðurskifti í lívi okkara. 


 

Møguliga duga vit ikki veruliga at síggja týdningin í orðum, uttan at hava upplivað, at orð vit skriva ella siga eru politiskt ókorrekt, ella at virðingin fyri tí, vit skriva og siga, er burtur. Mitt í órættvísi og ótolandi umstøðum nýta tvær gentur orð sum linna og skriva tankar sínar í dagbók. Anne Frank í Hálandi og Malala Yousafzai í Pakistan. Hóast ólíkar umstøður og frá hvør sínari tíð, hava tær tað til felags, at tær valdu at klæða hugsanirnar í búna og geva øðrum av hugahavi sínum.

Uttan iva hevur hvørgin teirra hugsað, hvønn týdning dagbókin fór at fáa. Tí orð kunnu nevniliga broyta umstøður, kanska ikki her og nú, men innlitið onnur fáa í lívið hjá teimum, sum siga søguna, gevur møguleika at gera og krevja broytingar. Soleiðis gongur við tíðini og orðinum. Undir alskyns umstøðum er umráðandi, at orð, sum kunnu vera við til at upplýsa og broyta viðurskiftini, verða nýtt.

Eisini í Føroyum hevur tað týdning at orð verða sett á persónligar hugsanir, sum kunnu upplýsa og broyta verandi umstøður. Onkur vil siga, at føroyska samfelagið er ov smalt, og ov tungt er at gera broytingar, ella at okkum tørvar ikki altíð at seta orð á alt. Lættari er møguliga at lesa um onnur, sum seta orð á ynskir um broytingar og/ella dreymar, enn sjálvi at gera tað. Men hvussu er í fólkaræðisliga samfelagnum, har vit á pappírinum hava tað gott. Er vælferðin ein forðing, ella er hóskandi heldur at spyrja, tá ið vit hava tað so gott, hví hava vit tað so ikki betri? Tí nýggjar samfelags avbjóðingar vilja altíð vera partur av gerandisdegnum, og júst hesar geva okkum avgjørda orsøk at nýta orð.

Nýtslan av orðum, í skrift og í talu, og samansetingin er jú persónlig, og er samband ímillum menniskju. Tá vit siga okkara søgu, fara nøkur at kenna seg aftur, og søgan fer at stilla persónliga einsemi, og onnur fara at síggja nakað, tey annars ongantíð høvdu havt møguleikan at sæð ella hoyrt. Júst hetta samskifti við orðum hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin. Hesi orð, sum bæði Anne og Malala nýta so meistaraliga, og sum føroyingar avgjørt eiga at nýta meira – tí orð kunnu broyta umstøður.

Eygamálið í Sosialinum, apríl 2014