Wednesday, December 16, 2015

Glaðir gevarar

Í desember hugsa og tosa vaksin nógv um gávur, og hetta ávirkar sjálvandi børnini. Summi halda, at vit eru farin at hugsa og tosa alt ov nógv um gávurnar, heldur enn at vera saman við okkara kæru og njóta høgtíðina. Tað skulu vit sjálvandi eisini, men júst hendan tíðin kann eisini leggja upp til, at børnini gerast varug við, at tey kunnu gerast glaðir gevarar. Tí sannleikin er nakað øvutur, halda fleiri, sum siga, at tá ið vit geva, fáa vit.
Børn eru ikki fødd gávumild, men tey kunnu læra at gerast gávumild. Hetta er óivað ein av størstu gávunum vit kunnu geva børnunum. Havi sæð onkra uppskrift, og hon er hvørki long ella torfør: Børnini læra at geva, tá ið tey síggja vaksin geva, tá ið tey verða eggjað at geva og róst fyri at geva – og kanska kann tað byrja sum eitt lítið, fittligt krav.  
Sum so ofta, so gevur løtan beint nú eitt sunt innskot frá veruleikanum í gerandisdegnum. Tí ímeðan eg í øðrum heimi siti og skrivi um at geva, so biður eydnusama meg koma at spæla, og eg sigi uttan at hugsa meg um, at eg kann ikki beint nú, tí eg siti og skrivi um at geva. HVAT? Ja, huff, eg havi nógv at læra. Sjálvandi er tíð óivað størsta gávan, vit kunnu geva børnunum. Ein gáva er nevniliga so nógv og hevur alskyns skap.  
Hinvegin koma vit ikki uttan um, at gávur onkuntíð eru ting, og ikki er tað heldur bara á jólum vit tosa um gávur og um at geva ting. Umframt jólagávur keypa vit av og á eisini føðingardagsgávur, gávur til brúðarpør ella tá ið okkurt serstakt er á vási hjá vinum ella í familjuni. Her kunnu vit vaksnu lættliga vera fyrimyndir í at geva. Møguliga kunnu vit taka børnini við at keypa og tosa við børnini um tey, vit keypa gávuna til. Ommu, mostir, abbadidd, vinkonuna, abba, fastir, ommudidd, pápabeiggja, vinmannin, mammubeiggja og soleiðis nevna tey og tosa um, hvat tey munnu ynskja sær. Hetta kann gera tað meira spennandi fyri børnini. Men kanska er júst hetta ikki altíð so lætt, tí børnini hugsa ofta meira um, hvat tey sjálvi ynskja sær. Ja, óivað kann hetta vera sjálv venjingin.  
Havi fingið eitt ótal av gávum, tá ið genturnar gingu í barnagarði. Vakrar tekningar og fittar, lítlar “heimagjørdar” gávur, pakkaðar við stórum ómaki inn í vakurt pappír. Onkuntíð við einum lítlum korti. Eygu teirra veruliga glógvaðu, tá ið tær góvu okkum gávurnar. Tað velst jú ikki um stóra ella lítla gávu, men nógv meira um gleðina við at geva og sjálvandi at fáa. Tær vildu geva, og gávurnar góvu okkum mangar góðar løtur og práta um gávuna og mangt annað, sum bara kom fram hesa løtuna. Nú liggur onkur fitt gáva, sum er gjørd í frítíðarskúlanum, undir trænum og bíðar.
Helst er tað munur á at eiga gentur og at eiga deingir, men dreingir kunnu eisini læra at gerast glaðir gevarar. Og helst er eisini munur á, um børnini eru lítil ella stór. Tey smáu er líkasum bara við, men tey stóru kunnu væl sjálvi fáa ábyrgd av at keypa eina gávu til ein vin ella eitt annað systkin ella bara onkran annan, sum "skal" fáa eina gávu.
Seinastu tíðina hevur verið tosað um at geva gávur til vælgerandi endamál. Hetta kunnu børnini sjálvandi eisini vera við í, og eisini sjálvi velja, hvørjum tey ynskja at geva. Hetta kann geva góð prát um umstøður hjá øðrum børnum her heima ella í øðrum londum. Um fátækradømi og týdningin í, at vit øll – eisini børn – kunnu gera mun. 

Vert er tó at minnast til, at ein gáva ikki altíð nýtist at kosta. Hon kann vera ein hjálpandi hond, eitt vinarligt smíl og alt tað, sum ríkar um lívið hjá øðrum. Uppgávan er stór, men vaksin kunnu ugga seg við, at tað ongantíð er ov seint at vísa børnum á, at tey kunnu gerast glaðir gevarar, men tað krevur tilvit og venjing.
Havi hug at halda, at flestu børn í dag meira ella minni eru lítlir, forkelaðir "gudar", sum hava so nógv, nógv meira, enn børn t.d. høvdu fyrr. Einki ringt í tí, men tað er í sjálvum sær ikki lættari hjá teimum, sum hava nóg mikið at geva. Tí er neyvan nakrantíð meira viðkomandi enn í dag, at vit vaksnu eru tilvitað um at gera børn varug við, at tey kunnu gerast glaðir gevarar og geva við gleði.

Scrooge, í søguni Eitt jólaævintýr hjá Dickens, fór so langt, at hann segði: "Eg fari at virða jólini í hjarta mínum og royna at halda tey heilagt alt árið... eg fari at goyma í hjartanum tað, tit hava lært meg..." Har Dickens óivað helst hugsar um gávuna í øllum tí, sum liggur í næstrakærleika.
Ná, men nú má eg fara eg at geva tíð J Vit fara at spæla reytt, gult, grønt, stopp...
...bara líka... John Bunyan skrivaði: “A man there was and they called him mad; the more he gave, the more he had.” Soleiðis er tað! Eisini er vert at minnast til, at tað at geva er rættiliga persónligt og nakað, sum vit seta okkum fyri. Tí er viðkomandi at nevna ein annan, sum skrivaði: “Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli - tí Gud elskar glaðan gevara!”
Tá ið alt kemur til alt, so elska vit ivaleyst øll glaðar gevarar!