Sunday, May 11, 2014

Nú mugu vit standa saman

Í býráðsfundi 24. apríl 2014 varð samtykt at leggja stóru fólkaskúlarnar í Klaksvíkar kommunu saman. Áhugavert verður at síggja, hvussu skúlin fer at broytast, og møguliga eisini hugburðurin til fólkaskúla í býnum.

Arbeiða vísiliga
Við so grundleggjandi broytingum í skúlahøpi er umráðandi at fara vísiliga til verka, har næmingar, foreldur, leiðsla og lærarar, ígjøgnum gott samskifti og nágreiniligar ætlanir, fáa røttu ognarkensluna og møguleika at hava ávirkan á tað, sum nú skal henda.

Klaksvíkar býráð má veruliga vísa í verki vilja at seta nøktandi pening av til ein vælútbygdan, rúmligan skúla. Umráðandi er eisini, at hetta ikki verður skundað ígjøgnum. Ting tager tid, segði Piet Hein. Í júst hesum málinum hevur eyðkenni tó verið, at tað skuldi gerast skjótast gjørligt, so skjótt, at lagt var ikki til merkis, at eitt skriv frá 31 lærarum manglaði í málinum.

Forkvinnan bersøgin
Stutt eftir samanleggingina av skúlunum sigur forkvinnan í skúlastýrinum við Skúlan á Ziskatrøð ironiskt í kjaki á sosialum miðli: ”Tað vil vísa seg, hvussu stór katastrofan verður. Kann ikki verða verri enn verandi skúlaskipan, ið er ein katastrofa fyri næmingarnar.”

Hetta átti at fingið okkum at steðga á og spyrja: Hvussu síggja vit fólkaskúlan, hvørja ábyrgd og ávirkan síggja vit okkum sjálvi at hava, og hvat sigur útsøgnin um virðingina fyri skipanini. Hugsi, at júst hesin hugburður, verður møguliga størsta avbjóðingin í komandi tíð.

Tað er ikki einvíst prógvað, at stórir skúlar geva betri úrslit, at næmingar trívast betur ella at samanlegging er ein góð loysn, men í hesum málinum sýnast pástandir at verða vorðnir sannleikar.

Ógrundgivnar grundgevingar
Frágreiðing gjørd í 2013 av hugbankanum CEPOS vísir á, at vanligastu grundgevingarnar fyri at niðurleggja ella leggja saman skúlar er, eins og meirilutatilmælið vísir á, er at fáa stórrakstrarfyrimunir og at fakliga støðið hjá næmingunum gerst hægri. At hetta gerst veruleiki eftir samanlegging, vísir frágreiðingin tó aftur. Í kommunum við færri skúlum verður hinvegin meira peningur nýttur til hvønn næming, og næmingar í kommunum við bygnaðarbroytingum hava lyndi til ikki at klára seg eins væl og næmingar í kommunum, sum ikki hava broytt bygnaðin.

Víðari stendur m.a. í tilmælinum frá meirilutanum, at samanleggingin gevur eina sterkari skúlaeind at møta framtíðar avbjóðingum og alheimsgerðum, at fyrisitingarliga- og námsfrøðiliga leiðslan verður styrkt, betri planlegging, betri gagnnýtslu og menning av lærarum, fleiri møguleikar – fjølbroyttari undirvísingarmøguleikar, fakliga breidd, bara fyri at nevna nakað. Tykist løgið, at tey, ið skriva tilmælið, kunnu tryggja borgarum í Klaksvík hetta, tí neyvan verður uppgávan lættari eftir samanleggingina.

Tað kann hinvegin undra, at tá hesar eru grundgevingar fyri at leggja saman, hví, eftir øllum at døma, hetta ynski ikki longu eru tryggjað í einum stórum skúla við 40 lærarum og 400 næmingum.




Nýhugsanin er gomul hugsan
Tað, sum í dag verður kallað nýhugsan, sóu fólk í 70unum vert at fara burtur frá. Fólk vilja aftur hava eina leiðslu, eina skúlamentan, stórrakstrarfyrimunir, har smærru eindirnar í veruleikanum gerast størri – í miðal 233 næmingar í hvørjari – sum ikki skapa nærleika og tryggleika fyri einstaka næmingin, men heldur møguleika at detta burturímillum.

Kann tað gerast verri
Skilji væl, at næmingar og foreldur ikki eru nøgd við karmarnar í skúlanum á Ziskatrøð, men neyvan er tað ein góð grundgeving fyri at leggja saman. Tá ið eg sigi, at nú er umráðandi at standa saman, so er tað sjálvsagt við tí í huga, at tað eru avgjørdar avbjóðingar í nýggja bygnaðinum. Her skal eitt miðvíst og nágreiniligt arbeiði leggjast í fyri at fáa størsta fólkaskúlan í landinum at virka – eisini frá Mentamálaráðnum. Ikki er nóg mikið at siga, at tað verður ongantíð verri, enn tað er í dag, tí júst tað er avgjørt ein møguleiki.

Við vón um, at vit øll standa saman um nýggja bygnaðin, so vit halda fram við mennandi og kveikjandi skúlaskapi í Klaksvík.

Friday, May 9, 2014

Avbjóðingin stór og spennandi

Nú eg eri vorðin forkvinna í MBF, dugi eg kanska ikki rættiliga enn at síggja, hvussu fjøltáttað starvið í veruleikanum er, og heldur ikki hvussu stór avbjóðingin er, men eg vil fegin saman við dagliga leiðaranum, starvsnevndini, limafeløgunum, politisku skipanini, og øllum sum varða av, virka fyri tí, sum vit øll í grundini eru samd um, at allir føroyingar eiga rættin til eitt virðiligt lív. Hesum, sum eisini MBF, sum var stovnað 24. oktober 1981, frá fyrsta degi hevur arbeitt fyri: "At fólk við breki, skulu liva eitt virðiligt lív, vera virkin og vera partur av samfelagnum."



At stilla upp sum forkvinna var ein stór avgerð, og í dag kennist tað ikki minni avbjóðani. Eisini veit eg, at tað ikki altíð fer at vera lætt, men eg eri vís í, at tey, sum standa saman um felagið og øll limafeløgini gera eitt stórt arbeiðið, sum vit á ongan hátt kunnu vera fyri uttan.

Í fororðunum í bókini um MBF "Søgan um okkum", sum Erhard Jacobsen skrivaði, stendur m.a.: "Søgan um MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, er fyrst og fremst ein lýsing av, hvussu MBF hevur stríðst fyri at gerast ein viðurkendur politiskur aktørur í føroysku fólkaræðisligu politisku skipanini... Felagið hevur eitt greitt mál, og tað er at virka fyri áhugamálum teirra brekaðu í Føroyum...".

Og nú vit skriva 2014, halda vit fram. Øll kunnu vit vera samd um, at MBF eigur sín stóra lut í, at hugburðurin millum fólk við breki og brekað er broyttur til tað betra. MBF hevur eisini í fleiri førum havt beinleiðis ávirkan á politiskar avgerðir, har vit t.d. eiga at nevna, tá ið ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya løgtingi 13. mai 2009.

Seinasta árið havi eg sitið í starvsnevndini, og hevur tíðin verið serstakliga lærurík og spennandi. Saman við Carita Bjørklund, forkvinnu, Jensa Heinesen, næstforkvinnu, Sigrun Wardum, Yvonna Hjaltalin og dagliga leiðaranum, Ásu Olsen, hevur nógv verið á borðinum og tað, sum helst hevur fylt mest seinastu tíðina er skuggafrágreiðingin, viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek, sum MBF í døgunum 14. og 15.apríl legði fram í Geneve. Júst hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 24 limafeløgini við umleið 4000 limum.

Hóast stór framstig og kærkomnar broytingar eru at síggja, so merkir hetta kortini ikki, at MBF nú hevur framt sína ætlan, tí enn er nógv eftir at arbeiða við í einum alsamt broytandi samfelag, sum hevur fleiri nýggjar avbjóðingar við sær.

Sum forkvinna kann eg kann ikki lova nakað ítøkiligt, men eitt kann eg lova, og tað er, at eg fari at gera mítt besta í góðum og mennandi samstarvi við allar partar.