Wednesday, January 20, 2016

Og hvat so, tað ger tað sama!

Í gerandisdegnum møti eg onkuntíð fíggindanum “líkasæla”. Hann er ikki altíð sjónligur, men stendur altíð til reiðar og bíðar eftir eini veikari løtu at gera um seg. Snildur, sum hann er, vísir hann seg í ymiskum hamum. Eina løtu í dølskni, aðra løtu í leti, onkuntíð sum áhugaloysi og ofta sum manglandi engagement. Eisini elskar hann, tá ið hann fær ávirka ung ella eldri at hava manglandi evni at vísa nærlagni, umhugsan, umsorgan ella fyrilit.

Tá ið tikið er ímóti skaðiliga eitrinum, so kenna vit knappliga eina og hvørja støðu ella uppgávu týdningarleysa og uttan meining. Allir kantar verða rundaðir, og tað, sum í veruleikanum hevur týdning, verður gjørt til smálutir, sum lítið hava upp á seg.

Hann teskar, upp í saman, í oyrað á bæði ungum sum eldri: “Og hvat so, tað ger tað sama!”   


Bobby Zachariae, professari í heilsusálarfrøði á universitetinum í Aarhus, hevur sagt nakað soleiðis, at líkasæla er ein fylgja av vælferð, sum doyvir kensluna av ófriði. “Tað gongur jú væl. Fíggjarliga gongur væl, og tá ið soleiðis er, er minni tíð til at hugsa um tað, sum er uttanum. Tann manglandi ófriðurin endurspeglar vælferðina í samfelagnum í síni heild. Einstaklingurin veksur seg sterkan saman við sjálvsøkni, eyðkennisdyrkan ella serdyrkan. Tá ið alt kemur til alt, so er bara tað, sum beinleiðis ávirkar einstaklingin, tað, sum hevur týdning.”

Vælferðin skapir líkasælu, og vandin er, at vit steingja tað úti, sum ikki ítøkiliga og beinleiðis snýr seg um okkara egnu nalvar. Aftur teskar líkasælan: “Friður og eingin vandi!”


Líkamikið er tá eisini við felagsskapinum, sum í veruleikanum er fyritreytin fyri "ófriðinum" í ábyrgdarkenslu og áhuga, eggjan og stimbran og einum hópin av øðrum kveikjandi.

Í sendingini “Ved dagens begyndelse” á P1 setti lærarin og rithøvundurin Poul A. Jørgensen í 1978 orð á positivu jantelógina. Um nakað, so er hendan lóg gott móteitur, sum kann forkoma líkasæluni.

1. Tú skalt vita, at vit rokna við tær
2. Tú mást viðurkenna, at minst 4-5 fólk - tíni næstu - hava brúk fyri tær
3. Tú skalt vita, at vit vita, at tú hevur nakað gott og virðismikið, sum vit hava brúk fyri
4. Tú skalt vita, at tú hevur nakrar menniskjaligar eginleikar, sum okkum dámar
5. Tú skalt vita, at vit eisini kenna til at føla okkum týdningarleys, virðisleys, einsamøll og miseydnað
6. Tú skalt vita, at tú hoyrir til felagsskapin
7. Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg
8. Tú skalt trúgva uppá, at títt egna lív og samfelagið er treytað av tínum avriki
9. Vit - tú og eg - kunnu loysa trupulleikarnar í felag

Tað ger nevniliga als ikki tað sama!

Listina eigur Natascha Sadr Haghighian, I Can't Work Like This (2007).



(Tað, sum nú kemur, er bara ein klombur), sum ikki er í samband við líkasæluna omanfyri, men bara tí eg nevndi positivu jantelógina, so er hin her... 

“En flygtning krydser sit spor” eitur skaldsøgan eftir Aksel Sandemose, sum kom út í 1933. Her møta vit fólki, sum búgva í býnum Jante. Tey eygleiða øll hvønn annan, og gera sær eina meining um, hvussu onnur liva, og hvat tey gera. Í bókini møta vit eisini jantelógini, sum sanniliga gevur lesaranum orsøk at hugsa um, hvussu onnur verða sædd og viðfarin.

Um nakar ivast í, hvat Jantelógin sigur, so skal sanniliga eingin halda seg vera nakað:
1. Tú skal ikki halda, at tú ert nakað
2. Tú skal ikki halda, at tú ert líka sum vit
3. Tú skal ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4. Tú skal ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit
5. Tú skal ikki halda, at tú veitst meira enn vit
6. Tú skal ikki halda, at tú ert meira enn vit
7. Tú skal ikki halda, at tú dugir nakað
8. Tú skal ikki flenna eftir okkum
9. Tú skal ikki halda, at nakar brýggjar seg um teg
10.   Tú skal ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað

At enda gevur rithøvundurin eitt sokallað 11. boð, sum meira er skrivað sum ein spurningur: Tú heldur kanska ikki, at eg veit okkurt um teg?


Wednesday, December 16, 2015

Glaðir gevarar

Í desember hugsa og tosa vaksin nógv um gávur, og hetta ávirkar sjálvandi børnini. Summi halda, at vit eru farin at hugsa og tosa alt ov nógv um gávurnar, heldur enn at vera saman við okkara kæru og njóta høgtíðina. Tað skulu vit sjálvandi eisini, men júst hendan tíðin kann eisini leggja upp til, at børnini gerast varug við, at tey kunnu gerast glaðir gevarar. Tí sannleikin er nakað øvutur, halda fleiri, sum siga, at tá ið vit geva, fáa vit.
Børn eru ikki fødd gávumild, men tey kunnu læra at gerast gávumild. Hetta er óivað ein av størstu gávunum vit kunnu geva børnunum. Havi sæð onkra uppskrift, og hon er hvørki long ella torfør: Børnini læra at geva, tá ið tey síggja vaksin geva, tá ið tey verða eggjað at geva og róst fyri at geva – og kanska kann tað byrja sum eitt lítið, fittligt krav.  
Sum so ofta, so gevur løtan beint nú eitt sunt innskot frá veruleikanum í gerandisdegnum. Tí ímeðan eg í øðrum heimi siti og skrivi um at geva, so biður eydnusama meg koma at spæla, og eg sigi uttan at hugsa meg um, at eg kann ikki beint nú, tí eg siti og skrivi um at geva. HVAT? Ja, huff, eg havi nógv at læra. Sjálvandi er tíð óivað størsta gávan, vit kunnu geva børnunum. Ein gáva er nevniliga so nógv og hevur alskyns skap.  
Hinvegin koma vit ikki uttan um, at gávur onkuntíð eru ting, og ikki er tað heldur bara á jólum vit tosa um gávur og um at geva ting. Umframt jólagávur keypa vit av og á eisini føðingardagsgávur, gávur til brúðarpør ella tá ið okkurt serstakt er á vási hjá vinum ella í familjuni. Her kunnu vit vaksnu lættliga vera fyrimyndir í at geva. Møguliga kunnu vit taka børnini við at keypa og tosa við børnini um tey, vit keypa gávuna til. Ommu, mostir, abbadidd, vinkonuna, abba, fastir, ommudidd, pápabeiggja, vinmannin, mammubeiggja og soleiðis nevna tey og tosa um, hvat tey munnu ynskja sær. Hetta kann gera tað meira spennandi fyri børnini. Men kanska er júst hetta ikki altíð so lætt, tí børnini hugsa ofta meira um, hvat tey sjálvi ynskja sær. Ja, óivað kann hetta vera sjálv venjingin.  
Havi fingið eitt ótal av gávum, tá ið genturnar gingu í barnagarði. Vakrar tekningar og fittar, lítlar “heimagjørdar” gávur, pakkaðar við stórum ómaki inn í vakurt pappír. Onkuntíð við einum lítlum korti. Eygu teirra veruliga glógvaðu, tá ið tær góvu okkum gávurnar. Tað velst jú ikki um stóra ella lítla gávu, men nógv meira um gleðina við at geva og sjálvandi at fáa. Tær vildu geva, og gávurnar góvu okkum mangar góðar løtur og práta um gávuna og mangt annað, sum bara kom fram hesa løtuna. Nú liggur onkur fitt gáva, sum er gjørd í frítíðarskúlanum, undir trænum og bíðar.
Helst er tað munur á at eiga gentur og at eiga deingir, men dreingir kunnu eisini læra at gerast glaðir gevarar. Og helst er eisini munur á, um børnini eru lítil ella stór. Tey smáu er líkasum bara við, men tey stóru kunnu væl sjálvi fáa ábyrgd av at keypa eina gávu til ein vin ella eitt annað systkin ella bara onkran annan, sum "skal" fáa eina gávu.
Seinastu tíðina hevur verið tosað um at geva gávur til vælgerandi endamál. Hetta kunnu børnini sjálvandi eisini vera við í, og eisini sjálvi velja, hvørjum tey ynskja at geva. Hetta kann geva góð prát um umstøður hjá øðrum børnum her heima ella í øðrum londum. Um fátækradømi og týdningin í, at vit øll – eisini børn – kunnu gera mun. 

Vert er tó at minnast til, at ein gáva ikki altíð nýtist at kosta. Hon kann vera ein hjálpandi hond, eitt vinarligt smíl og alt tað, sum ríkar um lívið hjá øðrum. Uppgávan er stór, men vaksin kunnu ugga seg við, at tað ongantíð er ov seint at vísa børnum á, at tey kunnu gerast glaðir gevarar, men tað krevur tilvit og venjing.
Havi hug at halda, at flestu børn í dag meira ella minni eru lítlir, forkelaðir "gudar", sum hava so nógv, nógv meira, enn børn t.d. høvdu fyrr. Einki ringt í tí, men tað er í sjálvum sær ikki lættari hjá teimum, sum hava nóg mikið at geva. Tí er neyvan nakrantíð meira viðkomandi enn í dag, at vit vaksnu eru tilvitað um at gera børn varug við, at tey kunnu gerast glaðir gevarar og geva við gleði.

Scrooge, í søguni Eitt jólaævintýr hjá Dickens, fór so langt, at hann segði: "Eg fari at virða jólini í hjarta mínum og royna at halda tey heilagt alt árið... eg fari at goyma í hjartanum tað, tit hava lært meg..." Har Dickens óivað helst hugsar um gávuna í øllum tí, sum liggur í næstrakærleika.
Ná, men nú má eg fara eg at geva tíð J Vit fara at spæla reytt, gult, grønt, stopp...
...bara líka... John Bunyan skrivaði: “A man there was and they called him mad; the more he gave, the more he had.” Soleiðis er tað! Eisini er vert at minnast til, at tað at geva er rættiliga persónligt og nakað, sum vit seta okkum fyri. Tí er viðkomandi at nevna ein annan, sum skrivaði: “Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli - tí Gud elskar glaðan gevara!”
Tá ið alt kemur til alt, so elska vit ivaleyst øll glaðar gevarar!





Saturday, May 30, 2015

Grønt ljós at leggja saman, karmarnir ikki klárir

Tá ið Mentamálaráðið góðtekur skundin hjá kommununum at leggja saman størstu fólkaskúlarnar í landinum, hóast væl vitandi um, at karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár, so skal arbeiðast væl og vísiliga, um samanleggingin ikki skal fáa námsfrøðiligar avleiðingar.


Námsfrøðiligt, fakligt støði og tóm lyfti
Í vikuni var áhugavert at lesa formannin í Føroya Lærarafelag, sum í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum tosar undir heitinum “Óðamannaverk at leggja skúlar saman í skundi”. Skjótt kom meira undrunarverda svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum í greinini “Ógrundað gleps frá formanninum í Lærarafelagnum”.

Ógrundað hugsi eg ikki, at glepsini frá formanninum eru. Í vikuni komu t.d. lýsingarnar eftir lærarum til komandi skúlaár. Av 14 lærarastørvum, sum lýst eru leys í Klaksvík, er einki fast starv at søkja.

Upplagt er at hugsa, at Mentamálaráðið nú má varða seg fyri at seta lærarar í fast starv, tí komandi árini verða færri lærarastørv í Klaksvík. Um hetta er veruleiki, so kann júst tað føra til óhepnar námsfrøðiligar avleiðingar við færri tímum, færri lærarum og størri flokkum. Eins og tað kann geva færri størv í leiðsluni til heilar 800 næmingar.

Grundgevingarnar fyri at leggja skúlarnar saman vóru nógvar. Í allari tilgongdini dyrgdi ein stórur meiriluti við, at bæði næmingar og lærarar fingu nógv fleiri møguleikar við at leggja saman. Hetta kann gerast tóm lyfti, um grundarlagið í bæði tímajáttan og lærarastørvum ikki eru nøktandi. Hesi hava avgerandi týdning fyri skúladagin hjá næmingunum og fakliga støðið á skúlanum.




2. og 3. byggistig í leysum lofti
Skúlasamanleggingin í Klaksvík kann ikki gerast veruleiki viðvíkjandi hølum fyrr enn í 2018, tá 1. byggistig av trimum eftir ætlan stendur liðugt. Um skúlin skal hava nøktandi umstøður, eru tá tvey byggistig eftir, sum í dag hanga í leysum lofti. Tað er løgið, at landsstýrismaðurin góðtekur skundin í samanleggingini, tá ið karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár.

Eg skal ikki siga, hvat drívur verkið hjá kommununum at leggja skúlar saman, men tá ið formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er óðamannaverk, at skúlar verða lagdir saman, áðrenn nýggi skúlabygningurin stendur klárur at taka í nýtslu, so eri eg púra samd. “Í besta føri er tað, sum er hent í Klaksvík og í Havn, óumhugsað, í ringasta føri skaðiligt”, sum formaðurin tekur til.


Heitt varð á landsstýrismannin at bíða
Eftir at Mentamálaráðið hevði góðkent tilmælið frá Klaksvíkar kommunu um samanleggingina, heittu lærararnir í Skúlanum við Ósánna so staðiliga á landsstýrismannin í mentamálum um at bíða við endaligu samanleggingini, so skúlin framhaldandi kundi virka eftir táverandi reglum og skyldum til 2018.

Tá ið landsstýrismaðurin í grein síni sigur, at Skúlin við Ósánna hevur havt rímiligar hølisumstøður, veit hann nógv betur. Hann er væl vitandi um, at skúlin er nýggjur og bygdur eftir ynski frá leiðslu og lærarum at hýsa innskúling, mið- og framhaldsdeild. Í allari tilgongdini varð víst á, at leiðsla og lærarar vóru nøgd við umstøðurnar og ynsktu, at nýggjur fult útbygdur skúli varð bygdur til hinar 400 næmingarnar í býnum.

Í sama brævi til landsstýrismannin dagfest 1. desember 2014 varð skrivað: “Í mong ár vóru umstøðurnar í Skúlanum við Ósánna sera vánaligar. Vit arbeiddu í fleiri bygningum, summir als ikki á skúlaøkinum, men eftir at Skúlin við Ósánna í 2011 stóð liðugt bygdur, hava vit fingið ein nýmótans, vælskipaðan, kreativan skúla. Júst hetta gleddi vit okkum til í fleiri ár, men nú hann endiliga er liðugur, óttast vit, at skúlin fer í upploysn.”


Í lagi at knúsa tað, sum virkar
Eisini varð í sama brævi tikið undir við formanninum í Føroya Lærarafelag, sum í grein á heimasíðu felagsins tá skrivaði: “Hóast eingin dugur at síggja tað skilagóða í eini samanlegging, so leingi skúlarnir húsast í fleiri bygningum á fleiri støðum, og meðan byggiætlanirnar enn liggja á tekniborðinum, so skulu samanleggingar trýstast at galda frá 1. januar í komandi ári”.

Landsstýrismaðurin heldur hinvegin, at formaðurin í Lærarafelagnum málar eina ræðumynd av framtíðini. Tí umsíðir hava kommunurnar tikið avgerð um at gera nakað við vánaligu støðuna, sum hevur verið.

Eftir øllum at døma heldur landsstýrismaðurin, eins og Klaksvíkar kommunan, tað vera í lagi at knúsa tað, sum virkar, uttan nakra vissu fyri væleydnað úrslit.


Arbeiðast væl og vísiliga
Landsstýrismaðurin sigur so elegant: “Mentamálaráðið hevur lovað, at samanleggingartilgongdin skal vera smidlig og trygg, tá ið tað viðvíkur tímajáttan til skúlarnar. Talan er um eina skiftistíð hjá samanløgdu skúlunum, sum tryggjar, at lærarar ikki verða sagdir úr starvi vegna tímajáttan, og at leiðslurnar fáa umstøður at skipa samanlagda virksemið á tryggari grund.”

Spurningurin er, hvat hendir eftir samanleggingartilgongdina. Hetta veit eingin, tí Mentamálaráðið hevur ongar royndir við fólkaskúlum við 800 næmingum, so hugsast kann, at hetta bara er byrjanin til færri tímar, færri lærarastørv og størri flokkar. Men hetta verður kanska eisini mett at vera, eins og útsøgnin hjá formanninum, ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt.

Nei, hetta má takast í størri álvara, um arbeiðið skal eydnast til fulnar og endaliga samanleggingin skal vera eitt skilabetri skúlatilboð fyri næmingar og foreldur teirra, leiðslu og lærarar.


Skrivað sum læraraumboð í skúlastýrinum í Klaksvík

Monday, May 18, 2015

Við søguni fara vit inn í framtíðina

Søga nýtist ikki at vera gomul fyri at vera søga. Tá ið nýggjar tíðir koma, eiga vit sjálvsagt at fevna framtíðini, samstundis sum vit minnast søguna. Vit eru, saman við teimum, ið farin eru, jú øll partur av søguni og fara at umboða ymisk tíðarskeið.

Latið ei søguna doyggja
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl” yrkir Rasmus Effersøe. Nú vit standa á einum vegamóti í skúlasøguni í Klaksvík, er viðkomandi at taka Effersøe upp á orðið og vísa á skúlasøguna í býnum og búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar seinastu árini.

Skúlasøgan í Klaksvík er eini 180 ára gomul. Í 1833 varð fyrsti skúlin bygdur í Gerðum, sunnan fyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”. Longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður.

Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini læntari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina, ið er tætt við, har KFUM&K stendur í dag. Hesin skúlin varð nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 varð nýggjur skúli tikin í nýtslu. Hann varð seinni nevndur Gamli Skúli og er í dag Tónlistaskúlin. Skúlin við Skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í Gamla Skúla vóru tvær skúlastovur og íbúðir til 1. læraran og ein annan lærara.

Í 1924 varð nýggjur skúli, nevndur Nýggi Skúli, bygdur á Skúlatrøð. Seinni varð hesin nevndur Skúlin á Ziskatrøð. Skúlin hevði upprunaliga fýra skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum reist, og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan. Í 1939 varð fimleikahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygt saman millum fimleikahøllina, nú Gamla Fimleikahøll, og Nýggja Skúla. Við saman- og útbyggingini fekk skúlin trettan skúlastovur afturat umframt tríggjar stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á  undirvísingarhølum varð 29. Nýggi Skúli varð tikin niður í 2012.

Í 1972 stóð skúli liðugur við serhølum, tá kallaður Serskúlin, millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla. Umframt tvær skúlastovur hevði hann sangstovu, evningstovu, verkstað til træ- og metalsmíð, tvær fimleikahallir, høli til heilsusystur og tannlækna.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna liðugur. Hann hevði upprunaliga tíggju skúlastovur. Í 1979 varð hann víðkaður við fimm stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur skúli í 1979. Tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

KÍ-høllin og svimjihøllin hoyra eisini upp í skúlabygningarnar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.


Nýggjara søgan
Sostatt gingu eini 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til Skúlin við Ósánna, fyri ein stóran part, varð tikin niður og bygdur av nýggjum. Fyrri parturin av skúlanum, ið varð tikin í nýtslu í apríl í 2010, var 1. og 2. byggistig, og seinni parturin, ið varð tikin í nýtslu í 2011, var 3. byggistig. Skúlin við Ósánna er í dag 3100 fermetrar til støddar, átjan skúlastovur og fimm serstovur. Tey trý økini verða nýtt til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild.

Eftir at Klaksvíkar kommuna 24. apríl 2014 samtykti at leggja báðar fólkaskúlarnar í býnum saman, varð farið undir at arbeiða við út- og nýbygging av skúlunum. Serliga er tørvur á at samanbyggja skúlarnar og at út- og umbyggja Skúlan á Ziskatrøð. Á býráðsfundi 19. juni 2014 tóku nevndir og býráð støðu til innihald og kostnað av fyrsta byggistigi. 1. byggistig hevur felagshøll, serskúla, heimaøki við floksstovum og bólkarúmum til mið- og framhaldsdeild, miðlasavn, námsfrøðiligan tænastudepil, serhøli til heimkunnleika, leiklist og tónleik umframt útiøki.

Tá ið 1. byggistig eftir ætlan stendur liðugt í 2018, kemur 2. byggisting, ið hevur høli til fyrisiting, fakhølir, Gigni, útiøki, valskúla. 3. Byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlæknastovu, forskúla og útiøki.


Búmerkini
Í fólkaskúlasøguni standa vit í eini broytingartíð og hava í dag aftur ein fólkaskúla í býnum. Navnakapping er skrivað út, og seinni verður eisini búmerkjakapping skrivað út. Tá fara tey bæði búmerkini, sum í dag verða nýtt, “Skúlabørn” og “Bátur og børn”, møguliga í søguna.

Hesi bæði búmerkini hevur Fridtjof Joensen gjørt. Fridtjof Joensen varð føddur í Mikladali í 1920 og andaðist í 1988. Hann var útbúgvin á myndhøggaraskúlanum á Listaskúlanum í Keypmannahavn.

Bátur og børn
Myndina “Bátur og børn”, sum í dag er fest á Serskúlan, bað Klaksvíkar Kommuna Fridtjot Joensen gera. Hon er gjørd uppi við Borðoyarvík í eini bilhúsi eystan fyri Spinnaríið, sum Klaksvíkar Byggivirki tá átti. Myndin er gjørd í 1975 og hongd upp tíðliga í 1976.   


Myndin varð fyrst gjørd úr leiri og var eitt forarbeiði ella modell til veruligu myndina. Síðani varð gips lagt omaná.

Tá ið gipsmyndin var liðug, varð formurin gjørdur og síðan sendur til Danmarkar. Tá var arbeiðið hjá Fridtjofi líkasum liðugt. Í Danmark varð myndin stoypt í bronsu, og er tað henda bronsumynd, sum í dag er fest á Serskúlan.

Gentumyndirnar eru Oddbjørg Andreasen og Bernhardina Klein. Dreingirnar eru Jógvan Johannesen og Jóannes Joensen.

Skúlabørn
Búmerkið hjá Skúlanum við Ósánna gjørdist træskurðurin ”Skúlabørn”, ið varð gjørdur longu í 1964. Hann var við á Norðoyastevnuframsýningini 1965, og tá keypti Klaksvíkar Kommuna træskurðin frá listamanninum sjálvum.


Fridtjof arbeiddi ta tíðina í blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum, men allar slíkar myndir vórðu gjørdar í frítíðini heima við hús hjá listamanninum. Sama er galdandi fyri træskurðin “Skúlabørn”, ið helst er gjørdur í køkinum heima hjá Fridtjofi á Gørðum.

Sum modell til myndina brúkti Fridtjof  nøkur skúlabørn í familjuni. Fremst gongur Jákup Andreasen. Síðan kemur Morid Jacobsen (Guttesen), ið leiðir Berhardinu Klein. Aftan fyri í myndini er Jógvan Brim Joensen á súkklu.        

Myndin er gjørd úr einum stórum rekatræi, sum Fía á Bakka á Húsum sá reka suður gjøgnum Kalsoyarfjørð undir krígnum. Træið var stórt og viðurin sera væl egnaður til endammálið. Fridtjof gjørdi fleiri træskurðir úr hesum træi.



Nýtt navn og búmerki
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl”. Vit eiga at minnast og virðismeta búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar í Klaksvík seinastu mongu árini. Fridtjof Joensen var kendur, evnaríkur og arbeiðssamur listamaður og hevur við hesum búmerkjum verið ein týðandi partur av samleikanum í skúlunum í mong ár. Í komandi tíð fer møguliga nýtt navn at verða givið skúlanum saman við nýggjum búmerki. Tá byrjar aftur eitt nýtt tíðarskeið. 

Friday, May 1, 2015

“Hvør sleppur at liva, og hvør sleppur ikki?”

Dagbladet í Norra hevði 30. apríl 2015 hesa yndirskriftina:

"Hvør sleppur at liva, og hvør sleppur ikki?"
Hetta er spurningurin frá íslendsku listakvinnuni Sigga Ella í listaverkætlan síni "First and foremost I am" – Fyrst og fremst eri eg.

Við eini myndarøð við 21 myndum ynskir Ella at vísa á, at menniskju við Down syndromi hava eins stórt virði og onnur, og at eyka kromosomið á ongan hátt eigur at vera grundarlag fyri at døma tey. Myndirnar, sum vísa ymisk menniskju í ymiskum aldri - frá níggju mánaðum til 60 ár - hava nú verið á sigursferð í alskyns miðlum.

Hugskotið til etiska spurningin og verkætlanina fekk listakvinnan ein dagin hon hoyrdi evnið um menniskju við Down syndromi umrøtt í útvarpinum.

Í útvarpinum var aktuelli etiski spurningurin settur, tí vit nú kunnu velja, um vit vilja varðveita fostrið í móðurlív ella ikki, tí tað hevur Down syndrom. Endamálið við fosturdiagnostikkinum er júst at kanna hetta, sigur Sigga Ella við Dagbladet og heldur fram: "Tá ivist eg í, hvagar vit eru á veg. Vilja foreldur tá velja at varðveita fostrið, um tey vita, at tað hevur Down syndrom?"

Endamálið við myndarøðini, sigur listakvinnan, er at fáa menniskju at steðga á og hugsa um áðurnevnda spurningin.

"Eg vil, at menniskju skulu síggja vakurleikan í mannaættini, samstundis sum vit fagna margfeldi. Eg eri ikki ímóti fosturdiagnostikki ella kanningum, sum verða gjørdar viðvíkjandi ílegum, men tað er fyri meg neyðugt at byrja eitt kjak og somuleiðis at upplýsa menniskju um Down Syndrom. Tað er jú ikki ein sjúka."
















Myndarøðin hevur fingið umrøðu á stóru netmiðlunum sum t.d. CNN, Daily Mail og Huffington Post. Verkætlanin hevur eisini seks ferðir verið sýnd fram í Íslandi, seinast á Reykjavík Museum of Photography.

"Eg havi fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar frá øllum sløgum av menniskjum um allan heim. Eg vóni, at menniskju fara at síggja, at menniskju við Down syndromi ikki eru sjúk ella eru ein “feilur”. Foreldur at børnum við Down syndromi vildu aldrin býtt barn teirra um við nakað annað í heiminum."

Framsýning av myndunum verður í Íshúsinum í Tórshavn 12. juni, og um somu tíð verða tær sýndar á Warsaw festival of Art photography frá 15. mai til 15. juli. 


Thursday, March 26, 2015

Móðurmálsdagur er hvønn dag

Móðurmál er einfalt lýst at vera málið, vit hava lært sum børn frá mammu okkara og teimum, vit eru alin upp við. Tó liggur í hugtakinum ein nógv størri og djúpari týdningur, sum fevnir bæði samleika og mentan okkara, og sum gevur hugsanum og dreymum okkara lív.


Móðurmálsdagur varpar ljós á teldutalu og teknmál
Finski rithøvundurin Antti Tuuri hevur sagt, at: „Á móðurmáli mínum kann eg siga tað, eg vil, men á øðrum málum einans tað, eg havi lært.” Hetta sigur ikki so lítið um týdningin í málinum. Málið er sjálvur lykilin, ið kann lata upp hugaheim okkara og samskifti okkara við onnur.

25. mars er føroyskur móðurmálsdagur og undir heitinum Føroyskt og talgildi heimurin í Norðurlandahúsinum, var hugaligt at vera við, tá ið m.a. føroyski parturin av ISLEX var latin upp fyri almenninginum og ókeypis orðabøkurnar á netinum til allan heimin vórðu fagnaðar.

Føroyska málið hevur síðani Venceslaus Ulricus Hammershaimb als ikki staðið í stað, men er heldur, kanska serliga seinastu árini, styrkt munandi.

Nýtsla av móðurmáli okkara er tó ikki bara at hoyra, tosa, skriva og lesa. Nakrir føroyingar eru blindir og aðrir eru deyvir, og júst her eru eisini avbjóðingar í móðurmálinum. Tí var áhugavert og viðurkennandi, at bæði føroyska teldurtalan og teknmálið var á skránni móðurmálsdagin.




Minsta mál við teldutalu
Nakrir føroyingar eru blindir, og hesir fegnast almikið um føroysku teldutaluna. Teldutala er amboðið, sum kann lesa tekst upp á telduni t.d. á heimasíðum og ymiskum portalum.

Teldutala er ikki nakað nýtt, tí føroyingar hava í fleiri ár nýtt útlendska teldutalu. Avbjóðingin var tó altíð, at torført var hjá útlendsku teldutaluni at tosa gott føroyskt mál. Tí varð farið at gera føroyska teldutalu, og harvið at læra eina teldu at tosa føroyskt.

Við tíðini komu nýggjar avbjóðingar eitt nú við appum og teldlum, og teldutalan var tá ikki longur nøktandi. Tí varð aftur farið til verka at gera nýggja føroyska teldutalu, eina kvinnurødd og eina mannfólkarødd, sum varð liðug í 2013, og røddirnar kallaðar Hanus og Hanna. Hesi eru sjálvandi einki í sjálvum sær, tí tey lesa bara tað, sum skrivað er.

Arbeiðið hevur verið drúgt, segði Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum, men við bæði trúgv og vón og aftur at teimum stóran kærleika til føroyska málið varð komið á mál. Vit kunnu nú breggja okkum av at vera minsta mál við teldutalu.

Nýggja tøknin er ein fongur, sum eisini nýggja appin Voice Dream Reader er gott dømi um, har ein síða skjótt og lætt kann verður skannað inn og síðani lisin upp.


Teknmál sum móðurmál
Fyri aðrar føroyingar er teknmál móðurmál, og kunnu vit tí siga, at vit í Føroyum hava tvey móðurmál. Teknmál er tó enn ikki góðkent sum móðurmál, hóast víst varð á, at teknmálið avgjørt eigur ta tign at vera javnsett føroyskum.

Teknmálstulkarnir, Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, løgdu fram verkætlanina SignWiki Føroyar, sum liggur á netinum sum fo.signwiki.org. Hetta er ein føroysk teknmálsorðabók, sum er ein partur av norðurlendskari verkætlan, ið er stuðlað av Nordplus. Endamálið er í fyrsta umfari at savna tekn og geva fólki lætta atgongd til at læra føroyskt teknmál, síðani er ætlanin at víðka um orðabókina við undirvísingartilfari, spølum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari.

Á síðuni eru upptøkur av, hvussu orð verða søgd á teknmáli og ein rødd, sum sigur orðini. Eisini vísir orðabókin á mállæruna í teknmáli, hvar á kroppinum ymisku teknini verða gjørd, hondstøðuna, orðaflokkar og ein mynd er eisini, ið ger tað lættari at skilja ávísa teknið.

Arbeitt verður við at leggja SignWiki Føroyar á Sprotan, so teknmálsorðabókin kann verða nýtt eins og hinar orðabøkurnar á netinum.




Fjølbroyttir føroyingar við fjøltáttaðum máli
Móðurmálsdagurin 25. mars gav mær veruliga orsøk at meta høgt tað megnar arbeiðið, sum lagt verður í føroyska málið fyri allar føroyingar. Ymiskleiki krevur ofta nógv, men tá ið fólk bjóða ymiskleikanum av og fáa úrslit, vit als ikki kundu hugsað okkum at verið fyri uttan, eiga vit at vera takksom fyri slóðbrótarar.

Vit eiga óivað eisini við hesum í huga at síggja hvønn dag sum móðurmálsdag, har vit menna málið í síni heild og geva hvør øðrum ymiskliga atkomu til málið, sum í víðastu merking fevnir bæði um samleika og mentan okkara, og sum gevur hugsanum og dreymum okkara lív.

Friday, March 20, 2015

Fagna lívinum við bláum neglalakki

21. mars er altjóða Down syndrom dagur, og eg eri vís í, at ongantíð fyrr hava vit havt størri tørv á at varpa ljós á rættin til lívið enn júst nú.

Í sendingini “Orsaka, vit eru eisini her!” á TV2 verður sagt, at børn er eitt tað dýrabarasta vit eiga, men børnini, sum ikki eru fullkomin velja vit ofra frá, um vit hava møguleikan. Tað er serliga børn við Down syndrom, vit velja frá. Í sendingini møta vit Mariu, sum sigur í byrjanini: “Vit eru ein doyggjandi rasa, men vit eru her enn. So kom og hygg!” Síðani fer hon at flenna...

(JGI/Tom Grill/Blend Images/Corbis)

Við einum partvísum ella heilum eyka 21inda kromosomi veksur kroppurin øðrvísi og seinni, andlitið fær serstøk eyðkenni, og annað eyðkenni er eisini menningartarn. Ja, ljóðar møtimikið, men eg kenni onga familju við einum barni við hesi avbjóðing, sum sigur, at barnið er óynskt. Heldur er barnið við lívsgleði síni ein sólstrála inn í familjuna.

Øll hesi, eins og vit onnur, gera alt fyri at fáa eitt gott lív við tí, sum vit hava. Soleiðis fagna vit lívinum, ikki tí at vit fingu júst tað, vit ynsktu okkum, men heldur, at vit lærdu okkum at síggja støðuna, sum hon er, og har vit heldur síggja møguleikar, enn forðingar.

Hóast fødd inn í ein litríkan heim, har vit siga, at vit skulu góðtaka hvønn annan, júst sum vit eru, so skal lítið til, so sansar at. Øll skulu helst passa inn í kassan, vit kalla NORMAL. Í litríka heimin skulu øll helst hava tvey bein, tveir armar, tvey oyru, tvey eygu, og tað, sum annars er normalt, og nú eru vit íðin farin at telja kromosom.

Tá ið tosað verður um at eydnast og um at gerast kendur, so sigur Maria: “Grundleggjandi vilja vit fegin, at onnur tosa við okkum, og at vit eru javnstillað... grundleggjandi haldi eg bara, at eg fegin vil vera sædd av øðrum.”

Foreldur ynskja sær ikki eitt barn, sum ber brek. Á gleðina, sum nýfødda barnið gevur, kastar sorgin av óvæntaðu støðuni líkasum ein skugga – serliga við ósvaraðum spurningum. Men í ríkiligt mát síggja vit í gerandisdegnum, at menniskju eru brynjað við einastandandi eginleikanum at vaksa við uppgávuni – og tað gera bæði vaksin og børn í røttum umstøðum.

Anette B. Arentsen, sum hevur skrivað bókina ”Kan prinsesser have Downs syndrom”, er mamma Sofie. Hon sigur nakað soleiðis: “Vit halda ofta, at vit fáa tað, sum vit ynskja okkum. Men onkuntíð er tað bara okkurt, sum er størri enn vit, sum velur fyri okkum. Hvør ein lætti at gerast greiður yvir, at Sofie var og er ein ovurstór gáva til okkum frá onkrum. Vit takka!



Gleði meg til í morgin á altjóða Down syndrom degi og við bláum neglalakki at fagna litríka lívinum.


Thursday, March 12, 2015

Turismo para todos

Tíðargrein í Dimmalætting, mars 2015

Ongantíð fyrr hava smáu oyggjarnar í Atlantshavinum verið so spennandi sum nú. Sólarmyrkingin dregur túsundtals ferðafólk, og útlendsku fjølmiðlarisarnir eggja ferðafólki at koma til Føroyar, tí oyggjarnar eru serstakliga serstakar. Á ferð í bý og bygd stjelur mánin við manglandi atkomu tó ofta ljósið frá sólini. Tosað verður nógv um at fáa bestu atkomu at síggja náttúrufenomenið í mars, men fyri nøkur hava oyggjarnar avmarkaða atkomu.


Paraolympiski býurin
3. september í ‘92 gingu føroyingar stoltir við Merkinum inn á olympiska leikvøllin Montjuic við 65.000 áskoðarum og fleiri milliónum sjónvarpshyggjarum. Bercelona var tá vertur fyri paraolympisku leikunum, og hevur býurin seinastu 23 árini veruliga raðfest atkomu við ynski um, at býurin skal gerst atkomuligasti býur í heiminum.

Í dag kann Barcelona breggja sær av, at hann er væl á veg. Tvær ferðir hevur Barcelona verið í finaluni um at vinna heiðurin hjá europeiska samveldinum “Access City Awards”. Soleiðis verður kappast um at gerast atkomuligast í heiminum. Hetta tekur langa tíð og miðvíst arbeiði.




Turismo para todos
Hóast sólin skein á føroysku ítróttarfólkini, sum fingu góð úrslit á paraolympisku leikunum í Barcelona, so eru vit enn ikki við í kappingini um at vera atkomuligasta land í heiminum.

Verkætlanin “Turismo para todos”, merkir ferðavinna fyri øll. Maria-José Ania, sum arbeiðir fyri “Barcelona Access” sigur, at ferðavinna fyri øll, ella atkomulig ferðavinna, fær rætta pláss sítt, tá ið fólk tilvitað gerast varug við javnrættindi fyri øll at ferðast og njóta frítíð teirra. Býurin arbeiðir alla tíðina við at betra um tilboðini til ferðafólk, sum bera breki, serliga innan gisting og matstovur. Privata vinnan er noydd til at síggja, at ferðafólk, ið bera brek, er ein bólkur við stórum tilfeingi, og at tað er neyðugt, at teimum verður víst størri umhugsni.


Atkoma í breiðastu merking
Atkoma er jú ikki bara gáttir, lyftir, trappur ella atkoma inn í bygningar, men eisini atkoma fram at ymiskum umhvørvi, ferðamøguleikar, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanir, og aðrir hentleikar og tænastur, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði á bygd og í bý.

Lívið í gerandisdegnum er ein heild, og tí er altíð neyðugt at síggja atkomu sum eina heild, tí í heildini skulu tørvirnir verða møttir. Grund fyri hesum er vanligt vit og skil og eisini grein 9 í ST sáttmálanum, sum vísir á týdningin, at fólk, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt og sjálvbjargið í øllum lívsins viðurskiftum.

Í Føroyum tekur mánin enn nakað av sólargreislunum, tí okkum tørvar eina umfatandi skipan, sum tryggjar fólki, ið bera brek, javnbjóðis møguleikar fyri atkomu til hentleikar, tíðindi og tænastur – eina samlaða ætlan við ítøkiligum málum, tíðarætlan, fíggjarætlan, revsitiltøkum og eftirmeting.


Sólargeislar, sum tó vinna
Tó er rætt at síggja teir sólargeislarnar, sum avgjørt hita. Teir eru t.d. nýggja byggireglugerðin um atkomu til bygningar, sum hevur verið til hoyringar, Spískamarið verður tekstað, játtan er á fíggjarlógini á kr. 400.000 til ein skrivitulk, ítøkiligar ætlanir at víðka um miðnámstilboð til næmingar við serligum tørvi, Tann góða tilgongdin, handlar, skrivstovur og matstovur, sum byrja at síggja týdning í atkomu og nýggja parkeringskortið, ið kann brúkast uttanlands..

Fylgjarakortið, sum kom í gildi 1. januar, gevur føroyingum, sum ikki kunnu fara til tiltøk ella út at ferðast einsamallir, møguleika at koma út at uppliva. Hetta eru lívgevandi sólargeislar, ið verma gerandisdagin við frælsi at ferðast og uppliva.


Føroyingar og ferðafólk
Tá ið tosa verður um atkomuligar Føroyar, merkir tað sjálvandi fyrst og fremst, at sólin fer at skína á føroyingar, sum fáa ein frælsari gerandisdag, men ferðafólk kunnu tá eisini njóta sólina. Tí er ikki løgið, at tengja hesi saman.

Mótsatt sólarmyrking, so kunnu vit ikki bara bíða til sólin aftur fer at skína, men hetta krevur miðvíst arbeiðið fyrst og fremst at fremja atkomu á øllum økjum, og síðani er lykilin løtt atkomulig leiðbeining. Fólk mugu vita hvat, og hvussu, og leiðbeiningin skal hjálpa og leiðbeina ferðandi at leggja ferðina til rættis grundað á, hvørji tilboð eru, og verða bjóðað fólki við ymiskum avbjóðingum.

Eisini hevur týdning, at víst verður á, hvørjir hentleikar og annað viðkomandi er á staðnum, sum t.d. til tey við førarahundi, um upplýsing við blindskrift ella ljóðbandi, um teleslyngur ella teknmálstulkar á staðnum, ymiksar rundsýningar og so framvegis. Hetta eigur at fevna um listasøvn, gripasøvn, ferðir í hagan, ferðasambandi við bussi og báti, ferðir úti í náttúruni, tónleikatiltøk, svimjihallir, matstovur, og hvat tað kann vera.

Brekøkið er fleirtáttað og kann verða bólkað í fimm:
  • Atkoma fyri tey, sum eru blind og sjónveik
  • Atkoma fyri tey, sum eru deyv og tunghoyrd
  • Atkoma fyri tey í koyristóli og tey, við avmarkaðum førleika
  • Atkoma við fylgjara fyri tey í koyristóli og tey, við avmarkaðum førleika
  • Atkoma fyri tey, sum hava menningartarn
Tørvirnir eru ymiskir, og tí er tað neyðugt, at tey, sum arbeiða við ferðavinnu, politiska skipanin og vanligi føroyingurin síggja hetta og menna tilboðini samsvarandi.




Hugburður og stoltleiki
Maria-José Ania, frá “Barcelona Access”, sigur víðari, at tað er týdningarmikil viðurkenning av arbeiði teirra at vera við í finaluni í “Access City Awards”. Politiska skipanin hevur saman við okkum verið við at bróta møguligu múrarnar og at økja um atkomu í øllum býnum.

Eisini leggur hon dent á, at Barcelona hevur ikki útferðir, sum eru sniðgivnar til ferðafólk, ið bera brek, men allar almennar ferðir í býnum við ferðaleiðara eru atkomuligar, so øll kunnu vera við. T.d. eru skipaðir gongutúrar, sum eru 100 % atkomuligir, og ferðaleiðarar eru útbúnir í at leiðbeina og/ella fylgjast við ferðandi við ymiskum brekum.

Flestu søvn og forvitnislig støð bjóða tilrættalagdar rundsýningar til ferðafólk við likamligum ella sálarligum breki. Eisini er møguligt at fáa skræddaraseymaðar rundsýningar ígjøgnum virkir, sum hava lagt seg serliga eftir atkomu. Sjálvsagt er eisini møguleiki fyri at ferðast í býnum á egnari hond, og tá merkja fólk serliga væl, hvussu góður og lættur býurin er at ferðast í fyri øll.


Føroyar eru ferðamál við avmarkaðari atkomu
Sjálvandi hava vit nógv at læra, men tað merkir ikki, at vit altíð skulu gera sum onnur. Tað hevur týdning at menna og víðka um atkomu á ein sjálvstøðugan hátt, har landsmyndugleikar, kommunur, kunnungarstovur, so allir føroyingar hugsa “Turismo para todos”, ferðavinna fyri øll.

Vit kunnu her sjálvi flyta mánan, havandi í huga løtumyndina hjá Hans Andriasi Djurhuus, ið gleðist um hitan frá sólini og alt tað, ið livir og andar, og síðani í álvara taka til okkum orðini: Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!


Sunday, February 15, 2015

Er stovnsbarnið gjaldið fyri lívið, tey vaksnu liva

Samfelagið broytist alsamt, og tað ger gerandisdagurin hjá børnum og vaksnum eisini. Á mangan hátt er samfelagið í dag fjølbroyttari enn nakrantíð við fleiri avbjóðingum og møguleikum – serliga fyri tey vaksnu. Hvørji krøv seta hesar broytingar børnunum.




Grundleggjandi fyritreytir broytast ikki
Vit vita, at børn í røttum umstøðum og við røttu avbjóðingunum ikki kunnu annað enn mennast og læra. Mong hava sett orð á júst hetta, og um vit lurta eftir danska granskaranum Knud Illeris, kann læring verða lýst sum ein tilgongd, har børnini ogna sær vitan, kunnleika og evni ígjøgnum upplivingar og royndir tey fáa, tá ið tey taka lut í og geva sítt íkast í samspæli við onnur.

Hóast samfelagið broytist, so broytast grundleggjandi fyritreytirnar fyri at læra og mennast sum menniskja ikki – og fara neyvan nakrantíð at gera tað. Lýsingin hjá Illeris sigur nakað um hvussu, men einki um hvør kann ella skal standa fyri at skapa karmarnar hjá børnum at læra og mennast.


Foreldur og námsfrøðingar
Spontant hugsa vit, at tað sjálvsagt fyrst og fremst eru foreldrini. Hinvegin er veruleikin í dag, at flestu børn verða, bara nakrar mánaðir gomul, skrivað inn í eina skipan, sum meira ella minni tekur yvir partar av gerandisdegnum, ímeðan foreldrini gera sítt. Vit hava kallað barnatilboðið ansing, men í dag verður tað kallað mennandi dagtilboð.

Í áhugaverdum práti í KVF seinasta mánadag um fyrstu námsfrøðingarnar, sum fingu prógv fyri 25 árum síðani, varð prátað um, hvussu tíðirnar eru broyttar hesi árini. Forkvinnan í Pedagogfelagnum varð endurgivin fyri at siga: “Útbúgvingin sum námsfrøðingur er samfelagsligi grundarsteinurin, og tann týdningarmesti lærdómurin nakar kann nema sær.” Víðari segði hon, at hetta er tí, at arbeiðið, sum pedagogar útinna í dag er jú frá grundini av, frá tí barnið er nær sagt nýføtt og allan vegin uppeftir heilt upp í vaksnamannalívið (tosar her um øll arbeiðsøki teirra við ungum og eldri), so eru námsfrøðingar um tey, og skulu læra tey, og menna tey, ella skapa karmar rundan um børnini, sum gera, at tey kunnu mennast og læra at blíva góðir samfelagsborgarar. Læra at vera saman við øðrum, læra at taka atlit til hvønn annan, vera góð við hvønn annan og sleppa at vera skapandi...

Ilt er at vera ósamd, men ilt er eisini at síggja, hvar markið fyri ábyrgdini hjá “samfelagnum” av barnalívinum gongur? Hóast vit vita, at børn í røttum umstøðum ikki kunnu annað enn mennast og læra, so ger tað ikki tað sama, hvørjum tey eru mest saman við.

Sjálvsagt er gott og onkuntíð neyðugt við góðum ráðum og viljanum at vera vegleiðari hjá foreldrum. Tó er arbeiðið sum námsfrøðingur ein vinnuvegur og ikki eitt kall, og við at traðka um hetta markið, kann broytingin óviljað taka sjálvsálitið frá foreldrunum, sum fara at ivast í foreldraleiklutinum, og hvør í veruleikanum hevur størst týdning fyri barnið.




Hvør er uppalari
Forkvinnan er ikki í iva, at foreldrini eiga ábyrgdina at uppala børn, og at foreldrini altíð vilja vera kjarnin í uppalingini hjá børnunum, men, sigur hon víðari, tað er eingin ivi um, “at børn eru í dag øgiliga nógvar tímar á dagstovni, og teir tímarnir tey eru heima eru kanska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin, men tað, sum er týdningarmikið í hesum er hendan eyðmýktin, sum pedagogurin hevur fyri mentanini og tilveruni hjá familjuni og hjá barninum, at tað sleppur at vera tað, sum tað er, heimanífrá og allíkavæl eisini verður styrkt til at vera nakað saman við øðrum t.v.s. nakað í sær sjálvum og nakað saman við øðrum.”

Av sonnum hugvekjandi orð, at børn í dag eru øgiliga nógvar tímar á dagstovni, og teir tímarnir tey eru heima eru kanska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin. Prátið í útvarpsstovuni fer víðari, og spurningur verður ikki setur við útsøgnina, sum hugsandi er góðtikin, tí soleiðis liva vit bara í dag.

Ikki minni hugvekjandi er júst broytingin, sum forkvinnan fyrr í prátinum vísir á: “Samfelagsgongdin og samfelagsmenningin hon krevur sítt, og tað er øgiliga týdningarmikið, at útbúgvingin (hjá námsfrøðingunum) fylgir við, soleiðis at vit hava pedagogar, sum eru brynjaðir til ta tíðina, sum teir skulu arbeiða í og ábyrgdin á tí einstaka, mann kann siga, at einstaklinga hugsanin í samfelagnum í dag setir øgiliga stór krøv til, at tú skalt arbeiða við menningini hjá hvørjum einstøkum, tú hevur stóra ábyrgd fyri, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg...”


Dugnaligir námsfrøðingar, men...
Spurningurin, eg siti eftir við, er, hvar halda vit foreldraleikluturin steðgar, og hvat byrjar samfelagið at eta seg inn á ábyrgdina hjá foreldrunum?

Um eg hugsi sum mamma, so hugsi eg ikki, at onnur vaksin eiga at síggja tað sum sína uppgávu at mynda mítt barn, sjálvt um eg kann geva forkvinnuni rætt, tá ið hon sigur: “Eg ivist onga løtu í, at foreldur hava verið ómetaliga glað fyri at fáa tann økta kapasitetin inn í lívið hjá teirra børnum.” Ja, eg havi verið ómetaliga glað fyri dugnalig fólk, sum hava verið og eru um børn míni nakrar tímar um dagin. Tey hava veruliga gjørt arbeiðið væl, og børnini fara heilt víst at hava nógv góð minnir frá dagrøktini, barnagarðinum og frítíðarskúlanum.

Men ongantíð havi eg sæð hesa uppgávuna sum kompensatión fyri mína fráveru at vera foreldur. Hugsi, at vit eiga at lata foreldur vera foreldur – bæði hjá smábørnum og hjá skúlabørnum – og eiga ábyrgdina.


Hvørjar avbjóðingar tosa vit um
Sum víst verður til, so er tað ein avbjóðing, at børn í dag eru nógv á stovni, og halda vit tá, at barnalívið er nøktandi? Vit vita, at mong børn hava longri “arbeiðsdag” enn foreldrini, og eru troytt av degnum, tá ið tey verða avheintað. Halda vit, at tað er í lagi, at samfelagið tekur yvir og átekur sær uppgávuna, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg?

Vit vita ikki, tí tosað verður ikki nógv um evnið, men námsfrøðingarnir eru óivað nøgdir, tí hetta er arbeiði teirra, sum teir eisini gera væl. Men hvat við teimum, sum eiga børnini, sum vilja vera meira saman við foreldrunum? Vit eru kanska bláoygd og halda, at námsfrøðingarnir duga eins væl og vit at vera saman við børnum okkara, og við hesum hugsa vit minni um, at fráveran okkara gerst prísurin barnið má gjalda fyri lívið, vit liva.

Saturday, February 14, 2015

Hvør ert tú – hvat slag av menniskja ert tú?

Tyler Perry, sum í ár var ein av luttakarunum á GLS, segði nakað soleiðis í einum broti, tá ið hann spældi Madea :) Áhugavert...

Eg havi vanliga hesar tríggjar samanberingarnar, tá ið eg hugsi um menniskju í lívi mínum – vinir, familja, kenningar, starvsfólk, starvsfelagar ella hvør tað kann vera. Hesi kunnu øll setast inn í mína sokallaðu trægreining. Soleiðis verður hon gjørd:




Summi eru eins og bløðini
Summi menniskju gerst partur av lívinum, og tey eru eins og bløð á einum træi. Tey eru har eina árstíð. Tú kanst ikki hava álit á teimum ella líta á tey, tí tey eru veik og veita tær bara skugga. Eins og bløðini taka tey tað, teimum tørvar, og so skjótt tað gerst kalt í veðrinum ella um ein vindur blæsur inn í lívið, so eru tey burtur. Tú kanst ikki ilskast inn á tey, tí soleiðis eru tey bara.




Summi eru eins og greinarnar
Summi menniskju koma inn í lívið, og tey eru eins og greinarnar á einum træi. Tey eru sterkari enn bløðini, men tú eigur at ansa tær fyri teimum. Tey verða verandi flestu árstíðir, men um tú upplivir ein storm ella tveir í lívinum, so kann tað vera, at tú missir tey. Oftast brotna tey, tá ið harðast leikar á. Hóast tey eru sterkari enn bløð, so mást tú royna tey, áðrenn tú rennur út til tey og roynir at leggja alla tína byrðu á tey. Í flestu førum tola tey ikki ov tunga byrðu. Men hinvegin, so kanst tú ikki ilskast inn á tey, tí soleiðis eru tey bara.




Summi eru eins og røturnar
Um tú finnur menniskju í lívinum, sum eru eins og røturnar á einum træi, so hevur tú funnið nakað serstakt. Eins og røturnar á trænum, eru tey torfør at finna, tí tey royna ikki at verða sædd. Einasta uppgáva teirra er at halda tær uppi og hjálpa tær at liva eitt sterkt og sunt lív. Um tú trívist, so eru tey nøgd. Tey gera ikki nógv um seg og lata ikki øll vita, at tey eru har. Og um tú upplivir ein øgiligan storm, so halda tey tær uppi. Uppgáva teirra er, hvat so hendir, at halda tær uppi, at føða teg, og geva tær mat og vatn.

Eins og eitt træ hevur nógvar greinar og nógv bløð, so hevur tað fáar røtur. Hygg at lívi tínum. Hvussu nógv bløð, greinar og røtur hevur tú? Hvat ert tú í lívinum hjá øðrum?

Takka Gudi fyri tínar røtur! Tú átti kanska at ringt til onkran av teimum í dag ella sent teimum hesi boðini og sagt: “Takk fyri, at tú ert mínar røtur.”

Minst til, ikki hugsa um at senda hetta til eitt av bløðunum, tí tey skilja tað ikki allíkavæl.

Tyler Perry, 11. september 2012.






Manglar skíggin nakað?

Camilla Carlsen Bechsgaard, sálarfrøðingur, sigur, at børn læra og mennast, tá ið tey eru virkin, smakka, hoyra, kenna, lukta, aftur og aftur flyta ymiskar lutir her og har o.s.fr. Hetta læra tey ikki bara saman við øðrum børnunum í barnagarðinum, men í samspæli við teirra nærmastu. Tá ið børn eru trý til fimm ár verður grundvøllurin fyri nógvum av tí, børnini seinni í lívinum skulu læra seg, løgd.



Hon heldur, at á mangan hátt er tøknin eitt hent amboð. Ein av avbjóðingunum við tøknini, tá ið tosað verður um smábørn og menning, er tó t.d. teldilin ella snildtelefonin, sum bjóðar børnunum inn í ein heim við óendaliga nógvum tilboðum av undirhaldi til høvdið, men kroppurin er hinvegin púra stillur og óvirkin – bara fingrarnir eru virknir.

Víðari sigur Bechsgaard, at fyri lítla barnið fer skíggin altíð at mangla menniskjaliga nærveru, allar kenslur og møguleikar at royna ymisk í verki sum t.d. “Um eg kasti meg á gólvið og sparki, verður manna súr... og um eg geri tað sama, tá ið babba er har, tekur hann meg upp og troystar meg.” Enn ein roynd, sum skal goymast og roynast aftur og aftur.  

Fyrstu árini, frá tí barnið verður føtt, og til tað er umleið fimm ár, hendir týdningarmesta støðuga menningin í heilanum. Hetta eru veruliga tey magisku árini. Barnið ger sær so við og við eina mynd av, hvat heimurin rúmar. Nervarásin í heilanum mennist eins og tokskinnara. Øll innput, sum barnið upplivir, eru við til at leggja nýggjar skinnarar ella at víðka smáu sporini. Jú fleiri spor verður latin upp, jú lættari verður hjá barninum at taka til sín læru.

Skulu børnini spæla her ella á skíggjanum? Um tú onkuntíð hevur tosað við minni børn, so hevur tú óivað lagt merki til, at tey tosa um ymisk spøl og appir eins natúrliga og var tað eitt spæl frá gerandisdegnum. Fyri tey er ikki munur á, um tey hava spælt minnisspæl á borðinum ella spælt eitt stuttligt minnisspæl á einum fingraskíggja.

Børn kenna tað sum um tey “hava spælt” á saman hátt, sum tá ið tey eru komin út aftur úr einum spælikamari fult við óruddi, og har smálutum liggja allastaðni. Tó er spælið við fysiskum lutum og menniskjum, nógv meira enn skíggin, við til at seta gongd á menningina av heilanum.

Børn skulu tey fyrstu árini menna evni at: 
  • hugsa abstrakt - um eg seti hendan kubban omaná hin, so fer tornið óivað at koppa
  • at vera og virka í sosialari samveru við onnur børn og vaksin
  • at loysa uppgávur: “Hvussu geri eg hetta...?”
  • hugsa logiskt - hesin skógvurin til dukkuna er her, mann hin ikki liggja har yviri
  • at savna hugsanirnar (fokusera) og vera uppmerksom - nú verður ein søga lisin, og nú skal eg lurta
Har børn eru, er tøknin eisini, og hon er komin fyri at vera. Men skulu tey týdningarmestu, ella tey magisku, árini nýtast til veruliga at uppliva fysiska heimin ella skal tað vera við teldli í hondini?

Bechsgaard heldur, at rætt er at avmarka tíð við skíggja – summi siga hægst 90 minuttir um dagin. Foreldur vilja børnum sínum tað besta og hugsa óivað eisini, at hetta er ein heimur, sum er góður fyri tey, tí hetta mugu tey læra. Men hetta kann skjótt gerast ein bjarnartænasta.

Vit eiga ikki at gloyma, sigur hon, at øll vitan, sum børn fáa og nema sær til tey eru 100 ár, skal setast á grundvøllin, tey spæla seg til fyrstu týdningarmestu árini av lívinum – og sjálvandi er hetta fyrst og fremst spæl í fysiska heiminum, við veruligum leikum og veruligum menniskjum.

Eitt - kanska áhugavert - brot úr ABC News: Generation iPad: Could Device Hurt Toddlers' Development?