Thursday, September 18, 2014

Skúlin ikki liðugt útbygdur í 2018

Fólkaskúlaøkið í Klaksvík stendur fyri stórum broytingum komandi árini. Bæði í sjálvum bygnaðinum og við nýbygningi. Avbjóðingin er í tveimum, har samansjóðing av tveimum skúlamentanum er eitt, og hitt er tørvurin á skjótari útbygging. Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti, har allir partar vera tiknir við og hoyrdir.

Tíðindaskriv við skeivum tíðindum
Lítið skal tó til at skeikla veruleikan, tí eftirfarandi var tíðindaskrivið frá Klaksvíkar kommunu í august ikki. Í sambandi við, at soppur var staðfestur í skúlanum á Ziskatrøð stóð í tíðindaskrivi, at nýggi skúlin stendur liðugur í 2018. So er ikki. 


Eftir at Klaksvíkar kommuna 24. apríl samtykti at leggja báðar fólkaskúlarnar í býnum saman, varð farið undir at arbeiða við út- og nýbygging av skúlanum. Serliga var tørvur á at samanbyggja skúlarnar og at út- og umbyggja Skúlan á Ziskatrøð. Hetta var byggibólkur settur at útgreina.
Á býráðsfundi 19. juni varð síðani víst til tilmælið frá byggibólkinum, dagfest 18. juni, har greitt verður frá tilgongdini, arbeiðnum í byggibólkinum, víðari arbeiðs- og tíðarætlan og vegleiðandi strikumyndum og byggiskrá, dagfest 16. juni.

Tað, sum nevndir og býráð tóku støðu til á býráðsfundinum 19. juni, var innihald og kostnaður av fyrsta byggistigi. Um fíggjarligu avleiðingarnar, sum vóru samtyktar á býráðsfundinum verður skrivað: “Sum tað framgongur av viðløgdu byggiskrá, hølisyvirliti og kostnaðarmeting, er tann samlaði kostnaðurin av 1. byggistigi 99,7 mkr. umframt mvg.”

Tað sum undrar er, at í tiðindaskrivinum frá Klaksvíkar kommunu í august stendur, at: “Klaksvíkar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan fólkaskúla í Klaksvík. Hetta arbeiðið byrjar í komandi ári, og skúlin, ið kostar umleið 100 milliónir krónur at byggja, skal standa liðugur á sumri í 2018.” Hetta er ikki rætt.

Hóskiligt hevði verið, at Klaksvíkar kommuna kom við eini rætting og eini frágreiðing um hesi tíðindini. Heldur stendur í miðlunum aftur í dag somu tíðindi, sum skeikla veruleikan.

Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti
Ber til bara at siga okkurt? Tað, sum stendur í tilmælinum frá byggibólkinum, og sum býráðið hevur samtykt og sett pening av til, er, at í 2018 stendur 1. byggistig av trimum liðugt. Hugsi, at júst hetta hevur stóran týdning fyri at tryggja, at vit skjótast gjørligt hava ein fult útbygdan fólkaskúla í Klaksvík, sum rúmar øllum 800 næmingunum.

Tað, sum er eftir, tá ið 1. byggistig er liðugt er 2. byggistig: fyrisiting, fakhølir, Gigni, útiøki, valskúli, og 3. byggistig: fimleikarhallir, tannlækni, forskúli og útiøki. Gott hevði verið at fingið at vita, hvat 2. og 3. byggistig kostar.

Øll vita, at her skal eitt stórt arbeiði leggjast í fyri at fáa stóra skúlan at virka. Lykilin er opið og eftirfarandi samskifti, har allir partar vera tiknir við og hoyrdir. Tosað má vera saman um, hvat skal gerast, og hvussu tilgongdin skal skipast. Hvør skipar tað arbeiðið, er tó enn ikki avgjørt.

Thursday, August 14, 2014

Eygu tíni avspegla, hvat tú sært í mær

Tá vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, so kenna vit okkum ikki altíð aftur í teimum. Hetta kann gerast áhugavert tí, tá ið onnur seta okkum í bás, er tað ofta óumhugsað ella onkuntíð tí, tey ikki vita betur – tó ávirkar hetta okkum.

Eygað er eins og spegil
Grundleggjandi eru menniskju eins. Vit hava øll likamligan tørv, tørv at kenna okkum trygg, at vera saman við øðrum, á viðurkenning og sjálvrealisering. Tað gevur tí meining, at tosa um menniskju sum eina heild. Hóast ymisk, so eru grundleggjandi tørvirnir líkir.

Altíð eru vit tó í bardaga við tað, eygað sær. Tað er ymiskt, hvussu vit síggja hvønn annan, tí tú og eg síggja við ymiskum eygum. Eygað er serstakt, og ger skjótt vart við, um okkurt er, sum ikki er vanligt at síggja. Vit hyggja, og eyguni avspegla tá, hvat vit síggja.

Fólk, tú ert saman við, eru eins og spegil, sigur eisini Catlin Moran. Tú sært tína egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um spegilin er í lagi, sært tú sonnu spegilsmynd tína. Soleiðis lærir tú at síggja og kenna, hvør tú ert. Tú ert møguliga ikki sami persónur fyri ymiskar persónar, men tað er sjálvt "aftursvarið" tær tørvar, soleiðis, at tú kanst koma at kenna teg sjálvan. Men um spegilin er brotin, knekkaður ella oyðilagdur, vísir hann ikki sonnu myndina. Myndini fert tú tó at trúgva, hóast hon er ein oyðileggjandi spegilsmynd.




Ávirka hvønn annan
Nakað er um tað, sum Caitlin Moran sigur, tí fólk, sum vit eru saman við, hava ávirkan á, hvussu vit síggja okkum sjálvi. Tí kann tað eisini kennast løgið, tá ið fólk síggja okkum øðrvísi, enn vit sjálvi.

Lena Maria Klingvall varð fødd uttan armar og annað beinið var nógv styttri enn hitt. Hon sigur í bókini “Våga drømma”, at tá ið børn spyrja hana, hvussu tað kennist at bera brek, so svar hon: “ Tað kennist heilt øðrvísi samanborið við, hvussu tað sær út. Mín sjálvsfatan byggir á tað, eg kenni í mær sjálvari, og ikki hvussu onnur síggja meg.

Hetta kann hon óivað siga, tí hon hevur livað saman við familju og vinum, sum hava dugað at sæð menniskjað og ikki brekið. Burtur er tá eisini fremmanda eygað, sum spyr: Hvat feilar tær?

Samtalan brýtur mørkini niður
Hóast fólk í vesturheiminum meira enn nakrantíð tosa um at góðtaka hvønn annan, sum vit eru, og um persónliga frælsið - frælsi og rættin at vera tann vit eru í rasu, húðarliti, tjóðskapi, í etniskum uppruna, seksualitiet og trúgv – so hvílir eygað tó ikki altíð í tí, tað sær.

Óivað einki nýtt, men kann tað hugsast, at vit hava gloymt at síggja við hjartanum? Hava vit gloymt tað, sum kann bloyta eygað, tað at tosa saman og koma at kenna hvønn annan. Orðatakið sigur: “Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað”. Har vit nevniliga flyta fokus frá eyganum og heldur spegla við hjartanum og fáa tað, sum eygað sær, at hava minni týdning.

Um vit ikki tosa saman og koma at kennast, verður torført at skilja hvønn annan og eisini at síggja við hjartanum. Við Paulo Coelho kunnu vit fara so langt at siga, at størsta týdningin í sambandinum millum fólk er samtalan, men fólk tosa ikki saman longur, tey seta seg ikki niður at tosa saman og lurta. Tey fara í leikhús, biograf, hyggja at sjónvarpi, lurta eftir útvarpi, lesa bøkur, men tey tosa næstan ongantíð saman. Um vit vilja broyta heimin, mugu vit fara aftur til eina tíð, tá ið stríðsmenn møttust við bálið at siga hvør øðrum søgur. 

At seta í bás ella frælsi
Tað, sum eygað setir í bás, setir hjarta í frælsi. Tí er tað ofta, at vit ikki kenna okkum aftur, tá ið vit verða sett í bás ella deild upp í ymiskar bólkar. Fremmanda eygað sær ella viðurkennir ikki altíð persónliga longsulin eftir at vera sæddur, hoyrdur og góðtikin, sum vit eru. Tó kunnu vit koma at kenna hvønn annan, lurta og tosa, fáa empati og harvið bloyta eygað, so vit læra síggja við hjartanum. 


Sunday, June 29, 2014

Skulu vit bara vera fitt

Stígum fast á várt gólv, sparum ei vár skó... hetta kvøða mælskir og stoltir føroyingar, sum dáma væl at tosa um kappar í kvæði ella søgn, og øgilig er eisini søgan um Sigmund Brestisson í barnaútvarpinum. Vit vilja so fegin vísa á, at vit eru serstøk tjóð og reypa av okkara, eisini teimum, sum hava verið á hægsta tindi, róð um víðastu høv og verið við í størstu kappingum. Vit eru føroyingar við egnum máli, ríkari mentan, merki og fjølbroyttari siðvenju – siga vit.

Vinningurin í at oyggjarnar eru fjarskotnar er tó í dag næstan burtur, tí altjóða samfelagið tykist nærri enn nakrantíð og gevur okkum nýggjar avbjóðingar. Hetta merkja vit serliga í dag, nú fólk úr øðrum londum eru komin til landið og vilja tvinga okkum at laga virði og lógir okkara eftir teirra.

Tá vónleyst er at finna semju ímillum tey, sum drepa hval og tey, sum hinvegin vilja doyggja fyri hvalin, er spurningurin, hvussu hesar støður verða handfarnar skilabest.

Áhugavert er í øllum førum at síggja, at íkomna støðan seinastu dagarnar onkursvegna broytir føroyingin grundleggjandi, tí kappar og hetjur sýnast at vera løgd í dvala. Vit skulu nú ikki vísa, hvørji vit eru, ikki vísa, hvat vit gera og ikki gera mótstøðu.

Boðini eru stutt og greið, at vit skulu bara vera fitt. Longu nú eru tey svartklæddu úr útlondum her, og í alt summar verður innrás av teimum, sum stríða sítt stríð - við skølti prentaðum á stolta Merkið. Nei, vit skulu vera fitt, gestablíð og rólig.




Stóran týdning hevur eisini, at vit ongan hval reka inn í nakra hvalvág, tí tað skal eingin fremmandur síggja. Hoyrdist ein dagin, at grind varð funnin við Oyrargjógv, men grindaformaðurin gjørdi av at lata hana sleppa. Grundgevingin var eisini góð, tí, sum hann segði, so hevur nógv grind lagt beinini seinasta árið, so fólk í økinum hava nóg mikið av tvøsti og spiki. Eingin orsøk er at øsa tey svartklæddu, meðan tey eru í Føroyum. Sýslumaðurin í Vestmanna sigur, at sum støðan er nú, verður eingin grind dripin vestanfyri. Hesir eru samdir um, at so nógv grind er dripin vestanfyri í fjør, at eingin tørvur er á meiri grind.

Hóast samd við teimum, eri eg í døpurhuga um, hvussu vit loysa tílíkar avbjóðingar á skilabesta hátt. Rætt er at spyrja, um vit veruliga bara skulu vera fitt. So fitt, at vit ikki vísa, hvørji vit eru, ella hvat vit gera. Hugsi eisini, at hetta møguliga bara er byrjanin til tað, sum onnur fara at ynskja at broyta við føroyska samfelagnum.

Lætt er at skriva hesar hugsanir, tí eg skal sjálv ikki taka nakra týðandi avgerð í hesum máli, men hugsi tó, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørji vit eru og síðani at liva tað. Hóast vit eiga at virða hvønn annan, so eiga vit ikki at liva tað, onnur siga, vit skulu liva. Heldur ikki krógva tað, vit gera. Havi hug at spyrja, um vit veruliga við dirvi tora at vísa og at liva upp til teir kappar og tær hetjur, sum eru partar av føroysku mentanini, ella skulu vit bara vera fitt?

Eygamálið í Sosialinum, juni 2014

Thursday, June 26, 2014

Lat ikki gerandisdagin ovklyvja teg

Tíðin flýgur, samfelagið krevur, familjan fyllir og frítíðin kallar. Brú vildi kanska sagt: Steðga á! Lær teg at leggja likamið frá tær.

Røttu fyrimyndirnar í turninum hjá vaksnum kunnu vera børnini, tí um nakar, so duga tey at steðga á og lata turnið fáa frið. Tó er fylgisveinur teirra eisini veruligur. Tey er hótt, tí fíggindi teirra er sjálv fyritreytin og kravið í gerandisdegnum: Tey skulu passa inn í heimin hjá teimum vaksnu.




Einki var Heðin Brú lívstílsráðgevi, men hann tosar ígjøgnum sjódregilin við dreingin, sum ein innidag hevur lagt seg á songina at dagdroyma – at keða seg. Tey vaksnu hava ikki tíð, tað regnar úti, og tey vilja tí heldur ikki, at hann fer útaftur – hvør hevur tíð ella tímir at taka karmin upp eftir honum. Nú hann endiliga í huganum er á ferð saman við sjódregilinum, tímir hann als ikki heim aftur í heimin hjá teimum vaksnu. Men sjódregilin gevur ráð: Far tú nú aftur til menniskjuni og lær teg at trívast har. Tað kanst tú gera, tí tú hevur veittraheim at týða til, tá ið tað gerst tær ovboðið, og kann fáa nýggja lívsmegi og nýggjar hugsjónir – so leingi tú ert barn. – Men vara teg, tá ið tú verður vaksin og fer til verka; lat tá gerandisdagin ikki ovklyvja teg!

Um vit lurta eftir Brú, so kann fylgisveinur okkara gerast vanlagna, ikki bara fyri okkum, men fyri okkara. Hann hevði møguliga í dag sagt: Steðga á! Lær teg at leggja likamið frá tær. Hóast Brú er gamal og einki veit um okkara gerandisdag, so kunnu vit saman við honum hugsa, at vanlagnan er, at børnini skulu passa inn, hóast pláss ikki er fyri teimum. Tá er einki kubb at vera barn.

Vaksnalívið gongur óivað eisini í arv, eins og Tana French nevnir: “Øll vit kenna, sum gerast vaksin, eru líka: kopi av foreldrum teirra uttan mun til, hvussu avgjørt tey søgdu við seg sjálvan, at tey fóru at vera øðrvísi.”

Seinastu árini er vorðið púra vanligt við klummum, skeiði og bókum um persónliga menning og tíggjutals sjónvarpssendingar við kveikjandi coachum og fyrilestrum - møguliga enntá fíggjað av ídnaðinum sjálvum - sum siga okkum, at vit skulu liva okkara fulla potentiale, at vit skulu síggja ótta í eyguni og vinna á honum, at negativar hugsanir ella kenslur kunnu fiksast og vit skulu vekja innaru kempuna.

Sálarfrøðingurin Henrik Tingleff sigur m.a., at hann í arbeiði sínum møtir fleiri menniskjum, sum av hesum fáa kensluna av, at tað vanliga lívið merkir, at vit eru nøgd við tað, sum bara er toliliga gott. Mong er farin at halda, at vit altíð eiga at stremba eftir at liva okkara fulla potentiale, at vit altíð skulu seta okkum nýggj mál, menna okkum, optimera okkum – og um vit ikki eiga orkuna, so er ein coach til reiðar at hjálpa okkum út úr tí ov makliga inn í tað meira mennandi.

Andsøgnin við hesi gongdini kann gerast, at tað at keða seg verður ein trupulleiki. Tí tá er galið, tá ið eg upplivi negativar tankar og kenslur, og eg ikki veit, hvat eg skal gera. Brú visti, at vit eiga tíðum at gerast sum børn. Neyvan fáa vit gjørt stórt við, at tíðina flýgur, samfelagið krevur, familjan fyllir og frítíðin kallar. Høvdu vit bara lært okkum oftari at lagt likamið frá okkum og farið á ferð, og tá ið vit komu aftur at trivist har, so gerandisdagin ikki fær loyvi at ovklyvja okkum.


Tuesday, June 24, 2014

Framstig eru at hóma

Við stórum áhuga sat eg við telduna, har býráðsfundurin 19. juni varð stroymaður. Á skránni var m.a. skúlabygging í Klaksvík. Áhugavert var at hoyra, at allir býráðspolitikarar ynskja nýggja samanlagda fólkaskúlanum í býnum bestu karmar og atkvøddu eisini fyri byggjskránni, og harvið 1. byggistigi, av skúlaætlanini, nú hon fyriliggur.




Við 13 limum hevur byggibólkurin síðani 9. mai arbeitt við byggiskránni av skúlanum. Við dagsfundum og styttri fundum kann sigast, sum eisini kom fram á býráðsfundinum, at væl er komið burturúr. Eingin loyna er, at bólkurin hesa tíðina hevur arbeitt undir stórum trýsti. Longu 18. juni lá tilmælið frá byggibólkinum til samtyktar klárt til býráðsfundin 19. juni. Hetta er tilmæli við tíðar- og kostaðarmeting fyri 1. byggistig.

Í tilmælinum eru 2. og 3. byggistig nevnd og stendur har eisini, hvat hesi innihalda. Viðheft tilmælinum var byggiskráin fyri øll trý byggistigini og samlaða hølisskráin.

Fyri framman liggur stór nýbygging í millum skúlarnar báðar, tillaging av Skúlanum við Ósánna og umvæling av Skúlanum á Ziskatrøð. Sum sæst í byggiskránni og tilmælinum er verkætlanin býtt í trý byggistig:

Byggistig 1:
Útiøki/skúlagarður
Heimaøki 1. – 9. flokk við fýra 4 sporum
Serøki
Felagshøll við tænastudepil og matarhøll

Byggistig 2:
Fyrisiting
Fakhølir
Gigni
Útiøki
Valskúli

Byggistig 3:
Fimleikarhallir
Tannlækni
Forskúli
Útiøki

Hóast tilmælt er at byrja við útiøkinum í hesum árinum, 2014, so eiga vit ikki at gloyma, galdandi kanska serliga fyri politisku skipanina, at hetta er ”bara” ein partur av stóru verkætlanini, sum fer at fevna um fleiri ár og eisini fleiri býráð.

Við 1. byggistigi er ikki komið á mál. Í meðan eg sat og lurtaði eftir býráðspolitikarunum, so fekk eg onkuntíð varhuga av, tí tað eisini beinleiðis varð sagt, at í 2018 fer skúlin at standa liðugur. Júst her er vandin, tí alla tíðina eigur politiska skipanin at hava í huga, at uttan 2. og 3. byggistig er skúlin ikki liðugur. Neyðugt er, at øll byggistigini verða viðgjørd sum ein samlað ætlan og ongantíð hvør sær.

Avbjóðingin er kanska, at tilmælið hevur tíðar- og kostnaðarætlan fyri 1. byggistig, og tí verður hetta tikið sum ein skúli. Í veruleikanum er hetta ein triðingsskúli, hóast fyrsta byggistig óivað er tað størsta.

Spennandi verður at síggja broytingarnar á skúlaøkinum, bæði í bygningi og bygnaði. Stórar avbjóðingar standa fyri framman og neyðugt er, at lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur og ikki minst býráðið, nú og tey komandi, taka hetta í álvara og fylgja samlaðu ætlanini, til skúlin, við øllum trimum byggistigunum, stendur liðugur.

Gott og spennandi er at síggja, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi setur fólkaskúlan á skránna og ger frambrot. Hetta sæst longu og fer við vissu eisini at síggjast aftur í býnum komandi mongu árini.

Saturday, June 21, 2014

Lívið er eins og ein urtagarður

Far væl um gávuna, sum lívið, ið tær varð givið, er.

Ein góðan dag í juni fór hugurin at reika, einamest av einum urtagarði eg kom framvið. Hóast vilt vaksin, gjørdist eg hugtikin av vøkstrinum. Í garðinum uttan um urtagarðin var vakurt portur, sum segði mær frá møguleikanum at fara inn at gera urtagarðin enn vakrari.

Soleiðis fór hugurin hesa løtuna við mær. Ein og hvør okkara er ómetaliga dýrabarur. Flestu okkara trúgva ella kenna hetta kanska ikki, hóast tað er so.




Lívið, sum ein og hvør okkara eigur, er ein lítil urtagarður, sum vit hava fingið at arbeiða í. Tó eru allir urtagarðar ymiskir, teir hava ymiska jørð, ymisk fræ og ymiskt veðurlag.

Hóast ymiskir, kunnu allir urtagarðar gerast vakrir. Fræini verða kastað í jørðina, har tey súgva í seg vætuna, sum gevur teimum kraft at vaksa og broytast. Vit mugu ikki gloyma at lata ljósið skína inn í urtagarð okkara og vissa okkum um, at hann verður røktur við kærleika og eymari hond.

Soleiðis eru øll menniskjalív.

Hóast sera ymiskir, so er vanliga satt um allar urtagarðar, at gróður og vakurleiki teirra gerst sjónligur lutfalsliga eftir kærleikanum og umsorganini teimum verður víst.

Kann vera, at foreldur okkara ikki dugdu best at vísa okkum kærleika og umsorgan, og mest sannlíkt er tað, tí foreldur teirra ikki dugdu best at vísa teimum kærleika og umsorgan. Heimur okkara er eisini í stóran mun fløktur, so eingin orsøk er hjá okkum at geva øðrum skuldina fyri fløkjur, ella illgresi, í okkara lívi.

Her er løtan, og í hesi løtu hevur tú ein urtagarð, sum er tín. Hvussu enn uppaling tín var, so er í hesi løtu júst hesin urtagarður tín. Kann vera, at hann er nakað turrur og møguliga eisini nakað fullur av illgresi. Kanska hevði verið gott við meiri vætu og betri røkt. Alt snýr seg jú um at arbeiða við tí, tú hevur júst nú, hesa løtuna. Tað er nyttuleyst at ynskja, at tú hevði ein annan urtagarð, tí hesin er tín.

Inni í likaminum býr sinnið. Likamið er jørðin, har sinnið hvílir seg. Um tú vilt, at sinnið skal blóma, so gert tú væl at byrja við likaminum. Fræið fer ikki at vaksa, um jørðin er turr og hørð. At røkta likamið er eins og at væta og fylla jørðina við frískari luft.

Øll ynski tú hevur fyri hetta lívið eru fræini. Nøkur eru longu kastað í jørðina, onnur manglar tær, ella fert tú, at kasta. Um tú ynskir, at hesi skulu vaksa og gerast sterkur vøkstur, so mást tú røkta jørðina væl. Jørðin er tú. Tí er tað ein avgjørd treyt, at tú vísir tær sjálvum kærleika og umsorgan. Øll, ið røkta urtagarðar vita, at ein vakur urtagarður krevur tíð, nógvan kærleika og stóra umsorgan.

Um tú ynskir broytingar, vænta so ikki, at tú kanst broyta urtagarð tín í skundi. Gerst heldur ikki ræddur og mótleysur, um uppgávan tykist ov stór. Byrja bara onkrastaðni. Tú kanst byrja við einum lítlum horni í urtagarðinum og fyrst arbeið við tí. Alt vakurt er skapt smátt um smátt, og harvið kemur tað vakra ikki knappliga til sjóndar.

Størst týdning hevur, at tú gerst eitt sindur hvønn dag. Við hesum fara fræini at næla. Eitt sindur hvønn dag, tí skulu fræ næla og vaksa, mugu tey fáa vatn, luft, hita og ljós.

Røkta teg sjálvan sum ein urtagarð. Røkta og far væl um gávuna, sum lívið, ið tær varð givið, er. Tí lívið er eins og ein urtagarður.

Við hesum í huga gekk eg víðari og hugsaði, at ymiskt er, hvussu urtagarður mín sær út. Ofta megni eg ikki sjálv at væta, hita og senda ljós út í urtagarðin, men hetta kemur frá øðrum, sum eg kenni og eri saman við. Ja, urtagarðurin er mín, men hugsi, at tá vit øll eru dýrabarir urtagarðar, so eiga vit óivað eisini at minnast at hjálpa til í urtagarðinum hvør hjá øðrum. Soleiðis kunnu vit hvør í sínum lagi gerst urtagarðsmenn, sum, eins væl at gleðast um vøksturin hjá okkum sjálvum, eisini gleðast um og arbeiða fyri vøksturin hjá øðrum .




Gangandi eftir vegnum gleddist eg um gávuna, sum lívið, ið mær varð givið, er.

Monday, June 2, 2014

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir!

Vit standa mitt úti í víða Atlantshavinum, væl avbyrgd av fleiri hundrað fjórðingum av villum havi í allar ættir, og á okkara 18 oyggjum hava vit allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag. Oyggjarnar vóru í øldir manntómar, men við tíðini vóru nøkur, sum gjørdust góð við oyggjarnar og kallaðu tær Føroyar. 

Nøkur av okkum gjørdust góð við júst hetta staðið, Klaksvík. Umgird av høgum fjøllum í tríggjar ættir, meðan ein liggur opin til havs, hevur hon eisini verið krubba hjá fleiri av fremstu listar-, ítróttar- og vinnulívsfólki. Her vit standa, mítt í býnum, í Vágstúni, er ikki leingi, til eygað festir seg við ymiskt, sum er ímynd av teimum, sum hava virkað, og sum í dag eru virkin her – mongu virkini, handlarnir, bátar og skip, listin, kirkja og samkomur, ítrótturin, skúlar, matstovur, kafeir, hotel og tað, sum ein spennandi býur eigur at hava.

Vit eru øll ymisk og onkuntíð eisini ósamd. Í dag standa vit tó øll saman, samd ella ósamd, her standa børn, ung, manndómurin og aldurdómurin. Vit umboða øll okkara upphav, og hóast ymisk og einstaklingar, eru vit øll grundleggjandi eins. Okkum tørva øll at vera viðurkend fyri tey, vit eru, og fáa møguleika at liva eitt virkið lív.





Vinnulív og mentan

Komandi ár, í 2015, eru tað 100 ár síðani Kjølbro lat handil upp í Klaksvík, og setti hetta ferð á serstaka vinnuliga framburðin í Klaksvík, sum ikki bara kom at hava stóran týdning fyri hetta øki, men fyri allar Føroyar. Í árunum eftir 1. heimsbardaga og fram til 60ini mentist miðalstóra bygdin í Norðuroyggjum til størstu fiskivinnuhavn í landinum. Áhugavert er eisini at nevna, at sama ár, kom Norðlýsið út á fyrsta sinni.

Møguliga er avbjóðingin í einum fiskivinnuhøvuðsstaði at fáa bæði vinnu og mentan at mennast saman. Søguna um, tá ið Karsten Hoydal var og vitjaði listamálaran Sámal Joensen Mikines, ið var innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hoyrdi eg ein dagin frá Karin Kjølbro. Karsten var tá stjóri á Klakksvíkar Hermetikk. Mikines spurdi Hoydal: "Hvussu gongst við skaldskapinum?" Karsten svaraði, at tað kom ov lítið burturúr. Mikines skuldi tá svara aftur: "Nei, kulturur trívist ikki í toski." Hugsi, at Karsten møguliga hevur kent seg, við sínum serstøku skaldargávum, eitt sindur einsligan her í býnum. Men um spurningurin varð settur í dag, hevði svarið vissuliga verið eitt annað.

Kenna søguna

Um vit skulu kenna okkum sjálvi, mugu vit eisini kenna søguna. Søgan liggur í teimum, sum undan eru farin. Tey, sum hava livað og virkað her, myndað býarlívið og nøkur teirra ítøkiliga lagt rúgvismikið tilfar eftir seg, sum vit í dag kunnu síggja stórt í. Elinborg Lutzen, Paulina Joensen, systkinabarn hennara Fridtjof Joensen, Frida Zachariassen, Robert Joensen og Símun Hansen fyri at taka nøkur úr rúgvuni.

Var eisini til hugnaliga konsert um listamannin Jógvan Waagstein, sum Tónlistaskúlin skipaði fyri. Livandi tónarnir og listin gjørdu kvøldið serstakt. Millum mong onnur løg, sum Waagstein eigur, er: “Hann rann sær kátur upp um heyg” til yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus, har lítli pilturin kennir ábyrgd og gerst glaður um hjarta at gera mun: “Og drongur heim úr haga gekk. “Væl gangist tær,” í løn hann fekk. Hann gjørdist glaður leingi.”


Framtíðin - børn og ung

Hesin pilturin kann vera ímyndin av teimum, sum í dag eru børn og ung. Vónin og framtíðin liggur í børnunum. Við røttum umstøðum vaksa tey seg sterk og gerast rættir skapandi álitis samfelagsborgarar. Avgerandi fyri fólkaskúlan í býnum í dag er, nú vit standa fyri grundleggjandi bygnaðarbroytingum, at vit standa saman um nýggju avbjóðingarnar. Her skal eitt miðvíst og nágreiniligt arbeiði, frá Klaksvíkar kommunu, leiðslum, lærarum og foreldrum, leggjast í fyri at fáa størsta fólkaskúlan í landinum at virka. Tí við børnunum fremst í huga byggja vit land og gera tey før fyri at bjóða nútíðini og framtíðini av. Hetta er grundarlagið fyri framtíðarmenning.

Fyrimyndirnar hjá børnum og ungum eru nýskapandi og spennandi. Edward Fuglø hevur avdúkað listaverkið The Seagull Has Landed í Skúlanum við Ósánna, sum vísir dansandi føroyingar á mánanum. At droyma stórt og at hava visiónir er neyðugar, tí hesi fara vónandi í framtíðini at merkjast í býnum. Tí í Klaksvík merkist veruliga, at einstaklingurin hevur týdning. Uttan hugfarslig fólk so var eingin Norðoyastevna, Summarfestivalur, Sjómannadagur ella Torradagar – ella Summargleði, sum á fyrsta sinni verður nú í juni.


Serstøk tjóð

Klaksvík er partur av serstakari tjóð við egnum máli og merki, ríkari mentan og fjølbroyttum siðvenjum. Vit eru skjót at halda, at einki er so vakurt sum Føroyar - ella fyri okkum Klaksvík. Ofta fyrst klaksvíkingur síðani føroyingur. Vit kenna okkum eiga oyggjarnar og býin, og ognarkenslan er verulig.

Tó ger veruleikin á onkran hátt føroyingin tvíbýttan. Vit eru tjóð í tjóðini. Vit kunnu t.d. velja, um vit hava grønt ella reytt pass. Merkið veittrar á Mount Everest, men MBF má lata ST skuggafrágreiðing um føroysk viðurskifti inn saman við dønum. Onkuntíð eru vit partur av ES, onkuntíð avgjørt uttanfyri. Hugvekjandi er eisini at hoyra føroyingin siga, at føroyskt er ov torført, og mong siga enntá, nógv ímillum danskt er lættari.

Hesi dømi fari eg at knýta at míni egni søgu. Tí eins og nevndu dømini gera okkum tvíbýtt, er eisini nevnivert, at tá ið ítróttafólk við breki luttaka í Paraolympisku leikunum, er tað undir Merkinum, og tá ið ítróttafólk, uttan brek, luttaka í olympisku leikunum, sum Pál Joensen hevur gjørt so meistaraliga, verður Merkið sett til viks. Í vikuni veittraði Arni Vatnhamar Merkið á heimsins hægsta tindi, men Pál er noyddur at svimja undir Dannebrog.

Hesi dømi eiga at minna okkum á, at vit ongantíð spyrja okkum sjálvi nóg ofta: Hvørji eru vit? Hvat samfelag vilja vit hava? Og ongantíð mugu vit undirmeta, at tað eru vit, sum eru føroyingar, klaksvíkingar og norðoyingar, sum eiga at avgera hetta. Serstaka avbjóðingin í at vera tvíbýttur, er skynsemi at síggja týdning í at kenna okkum sjálvi, fyri ikki at hvørva í stóru myndini, men hvíla í okkum sjálvum.


Eiga at gerast ein sterk eind

Um vit víðari tosa tvíbýtt, býta vit okkum føroyingar ofta í aðrar tveir bólkar – í øðrum fólk við breki og í hinum tey sokallaðu “normalu”. Ikki kenni eg orsøkina, men kann bara vóna, at vit á hesum øki halda fram við at flyta okkum, so hesir bólkarnir smelta saman og gerast ein sterk eind.

Sum forkvinna í MBF fari eg, nú eg havi møguleikan, at koma við einum hjartans ynski og hugskoti til myndugleikarnar á staðnum at gera Klaksvík til eitt fyridømi við atkomumøguleikum fyri øll. Hetta er atkoma í víðastu merking: í skúla, útbúgving, arbeiði, frítíðarlívi, mentanarlívi, samkomulívi og til allar tær tænastur, sum eru ein sjálvfylgja hjá fólki við vanligum førleika. At gera Klaksvík til ein bý, har øll hava somu møguleikar uttan mun til førleika.


Nú eiga vit løtuna

Í dag, her í Vágstúni, mitt í víða Atlantshavinum, eiga vit løtuna. Tað er nú, at vit kunnu avgera, hvørji vit vilja verða, og hvørjar umstøður vit vilja bjóða hvør øðrum. Vit hava allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag við íbúgvum, sum hava valt at búgva her.

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir! Her er spennandi at vera, og her er mennandi at búgva. Á Norðoyastevnu hittast familjur og vinir til eina vælskipaða skrá fyri dagarnar.

Fari at ynskja øllum eina framhaldandi góða Norðoyastevnu og stóra takk til fyrireikarar og tykkum øll, sum í gerandisdegnum leggja orku í ítrótt, tónleik, list, skúlaskap og takk fyri álitið at vera biðin at røða her!

Takk fyri!

Røða á Norðoyastevnu 2014

Sunday, May 11, 2014

Nú mugu vit standa saman

Í býráðsfundi 24. apríl 2014 varð samtykt at leggja stóru fólkaskúlarnar í Klaksvíkar kommunu saman. Áhugavert verður at síggja, hvussu skúlin fer at broytast, og møguliga eisini hugburðurin til fólkaskúla í býnum.

Arbeiða vísiliga
Við so grundleggjandi broytingum í skúlahøpi er umráðandi at fara vísiliga til verka, har næmingar, foreldur, leiðsla og lærarar, ígjøgnum gott samskifti og nágreiniligar ætlanir, fáa røttu ognarkensluna og møguleika at hava ávirkan á tað, sum nú skal henda.

Klaksvíkar býráð má veruliga vísa í verki vilja at seta nøktandi pening av til ein vælútbygdan, rúmligan skúla. Umráðandi er eisini, at hetta ikki verður skundað ígjøgnum. Ting tager tid, segði Piet Hein. Í júst hesum málinum hevur eyðkenni tó verið, at tað skuldi gerast skjótast gjørligt, so skjótt, at lagt var ikki til merkis, at eitt skriv frá 31 lærarum manglaði í málinum.

Forkvinnan bersøgin
Stutt eftir samanleggingina av skúlunum sigur forkvinnan í skúlastýrinum við Skúlan á Ziskatrøð ironiskt í kjaki á sosialum miðli: ”Tað vil vísa seg, hvussu stór katastrofan verður. Kann ikki verða verri enn verandi skúlaskipan, ið er ein katastrofa fyri næmingarnar.”

Hetta átti at fingið okkum at steðga á og spyrja: Hvussu síggja vit fólkaskúlan, hvørja ábyrgd og ávirkan síggja vit okkum sjálvi at hava, og hvat sigur útsøgnin um virðingina fyri skipanini. Hugsi, at júst hesin hugburður, verður møguliga størsta avbjóðingin í komandi tíð.

Tað er ikki einvíst prógvað, at stórir skúlar geva betri úrslit, at næmingar trívast betur ella at samanlegging er ein góð loysn, men í hesum málinum sýnast pástandir at verða vorðnir sannleikar.

Ógrundgivnar grundgevingar
Frágreiðing gjørd í 2013 av hugbankanum CEPOS vísir á, at vanligastu grundgevingarnar fyri at niðurleggja ella leggja saman skúlar er, eins og meirilutatilmælið vísir á, er at fáa stórrakstrarfyrimunir og at fakliga støðið hjá næmingunum gerst hægri. At hetta gerst veruleiki eftir samanlegging, vísir frágreiðingin tó aftur. Í kommunum við færri skúlum verður hinvegin meira peningur nýttur til hvønn næming, og næmingar í kommunum við bygnaðarbroytingum hava lyndi til ikki at klára seg eins væl og næmingar í kommunum, sum ikki hava broytt bygnaðin.

Víðari stendur m.a. í tilmælinum frá meirilutanum, at samanleggingin gevur eina sterkari skúlaeind at møta framtíðar avbjóðingum og alheimsgerðum, at fyrisitingarliga- og námsfrøðiliga leiðslan verður styrkt, betri planlegging, betri gagnnýtslu og menning av lærarum, fleiri møguleikar – fjølbroyttari undirvísingarmøguleikar, fakliga breidd, bara fyri at nevna nakað. Tykist løgið, at tey, ið skriva tilmælið, kunnu tryggja borgarum í Klaksvík hetta, tí neyvan verður uppgávan lættari eftir samanleggingina.

Tað kann hinvegin undra, at tá hesar eru grundgevingar fyri at leggja saman, hví, eftir øllum at døma, hetta ynski ikki longu eru tryggjað í einum stórum skúla við 40 lærarum og 400 næmingum.




Nýhugsanin er gomul hugsan
Tað, sum í dag verður kallað nýhugsan, sóu fólk í 70unum vert at fara burtur frá. Fólk vilja aftur hava eina leiðslu, eina skúlamentan, stórrakstrarfyrimunir, har smærru eindirnar í veruleikanum gerast størri – í miðal 233 næmingar í hvørjari – sum ikki skapa nærleika og tryggleika fyri einstaka næmingin, men heldur møguleika at detta burturímillum.

Kann tað gerast verri
Skilji væl, at næmingar og foreldur ikki eru nøgd við karmarnar í skúlanum á Ziskatrøð, men neyvan er tað ein góð grundgeving fyri at leggja saman. Tá ið eg sigi, at nú er umráðandi at standa saman, so er tað sjálvsagt við tí í huga, at tað eru avgjørdar avbjóðingar í nýggja bygnaðinum. Her skal eitt miðvíst og nágreiniligt arbeiði leggjast í fyri at fáa størsta fólkaskúlan í landinum at virka – eisini frá Mentamálaráðnum. Ikki er nóg mikið at siga, at tað verður ongantíð verri, enn tað er í dag, tí júst tað er avgjørt ein møguleiki.

Við vón um, at vit øll standa saman um nýggja bygnaðin, so vit halda fram við mennandi og kveikjandi skúlaskapi í Klaksvík.

Friday, May 9, 2014

Avbjóðingin stór og spennandi

Nú eg eri vorðin forkvinna í MBF, dugi eg kanska ikki rættiliga enn at síggja, hvussu fjøltáttað starvið í veruleikanum er, og heldur ikki hvussu stór avbjóðingin er, men eg vil fegin saman við dagliga leiðaranum, starvsnevndini, limafeløgunum, politisku skipanini, og øllum sum varða av, virka fyri tí, sum vit øll í grundini eru samd um, at allir føroyingar eiga rættin til eitt virðiligt lív. Hesum, sum eisini MBF, sum var stovnað 24. oktober 1981, frá fyrsta degi hevur arbeitt fyri: "At fólk við breki, skulu liva eitt virðiligt lív, vera virkin og vera partur av samfelagnum."



At stilla upp sum forkvinna var ein stór avgerð, og í dag kennist tað ikki minni avbjóðani. Eisini veit eg, at tað ikki altíð fer at vera lætt, men eg eri vís í, at tey, sum standa saman um felagið og øll limafeløgini gera eitt stórt arbeiðið, sum vit á ongan hátt kunnu vera fyri uttan.

Í fororðunum í bókini um MBF "Søgan um okkum", sum Erhard Jacobsen skrivaði, stendur m.a.: "Søgan um MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, er fyrst og fremst ein lýsing av, hvussu MBF hevur stríðst fyri at gerast ein viðurkendur politiskur aktørur í føroysku fólkaræðisligu politisku skipanini... Felagið hevur eitt greitt mál, og tað er at virka fyri áhugamálum teirra brekaðu í Føroyum...".

Og nú vit skriva 2014, halda vit fram. Øll kunnu vit vera samd um, at MBF eigur sín stóra lut í, at hugburðurin millum fólk við breki og brekað er broyttur til tað betra. MBF hevur eisini í fleiri førum havt beinleiðis ávirkan á politiskar avgerðir, har vit t.d. eiga at nevna, tá ið ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya løgtingi 13. mai 2009.

Seinasta árið havi eg sitið í starvsnevndini, og hevur tíðin verið serstakliga lærurík og spennandi. Saman við Carita Bjørklund, forkvinnu, Jensa Heinesen, næstforkvinnu, Sigrun Wardum, Yvonna Hjaltalin og dagliga leiðaranum, Ásu Olsen, hevur nógv verið á borðinum og tað, sum helst hevur fylt mest seinastu tíðina er skuggafrágreiðingin, viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek, sum MBF í døgunum 14. og 15.apríl legði fram í Geneve. Júst hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 24 limafeløgini við umleið 4000 limum.

Hóast stór framstig og kærkomnar broytingar eru at síggja, so merkir hetta kortini ikki, at MBF nú hevur framt sína ætlan, tí enn er nógv eftir at arbeiða við í einum alsamt broytandi samfelag, sum hevur fleiri nýggjar avbjóðingar við sær.

Sum forkvinna kann eg kann ikki lova nakað ítøkiligt, men eitt kann eg lova, og tað er, at eg fari at gera mítt besta í góðum og mennandi samstarvi við allar partar.

Sunday, April 20, 2014

Orð kunnu broyta umstøður

Í fleiri túsund ár eru orð ment og broytt, og júst hesin førleiki at orða seg er serstaki munurin á dýri og menniskja. Hóast orð bert eru spjaldur fyri at eyðmerkja ávísar lutir, hugsanir, gerðir og eyðkenni, so hava tey ymiskan týdning, serstaka persónligheit og fjølbroyttan lit.

Smágentan lurtar og hoyrir munin á: “Á, tú ert pen” og “Ver pen!”. Sama orð, men ymiskan týdning í kontekstinum og ymiskt tónalag. Soleiðis gongur fjøltáttaða samskifti, á skrift og í talu, har orð hava grundleggjandi týdning fyri sosialu verurnar. Í hugahavinum verða tey goymd, fyri síðani at verða latin í serstaka málbúnan. Nýtslan og samansetingin av orðum er persónlig, og er samband ímillum menniskju. Júst hetta samband hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin.

Serstaka gávan við orðum gevur okkum møguleika at skriva niður, og siga tað, vit halda hevur týdning. Við orðum siga vit øðrum, hvørji vit eru, hvussu vit kenna okkum, og hvat vit hugsa - eisini kunnu orð ávirka og broyta viðurskifti í lívi okkara. 


 

Møguliga duga vit ikki veruliga at síggja týdningin í orðum, uttan at hava upplivað, at orð vit skriva ella siga eru politiskt ókorrekt, ella at virðingin fyri tí, vit skriva og siga, er burtur. Mitt í órættvísi og ótolandi umstøðum nýta tvær gentur orð sum linna og skriva tankar sínar í dagbók. Anne Frank í Hálandi og Malala Yousafzai í Pakistan. Hóast ólíkar umstøður og frá hvør sínari tíð, hava tær tað til felags, at tær valdu at klæða hugsanirnar í búna og geva øðrum av hugahavi sínum.

Uttan iva hevur hvørgin teirra hugsað, hvønn týdning dagbókin fór at fáa. Tí orð kunnu nevniliga broyta umstøður, kanska ikki her og nú, men innlitið onnur fáa í lívið hjá teimum, sum siga søguna, gevur møguleika at gera og krevja broytingar. Soleiðis gongur við tíðini og orðinum. Undir alskyns umstøðum er umráðandi, at orð, sum kunnu vera við til at upplýsa og broyta viðurskiftini, verða nýtt.

Eisini í Føroyum hevur tað týdning at orð verða sett á persónligar hugsanir, sum kunnu upplýsa og broyta verandi umstøður. Onkur vil siga, at føroyska samfelagið er ov smalt, og ov tungt er at gera broytingar, ella at okkum tørvar ikki altíð at seta orð á alt. Lættari er møguliga at lesa um onnur, sum seta orð á ynskir um broytingar og/ella dreymar, enn sjálvi at gera tað. Men hvussu er í fólkaræðisliga samfelagnum, har vit á pappírinum hava tað gott. Er vælferðin ein forðing, ella er hóskandi heldur at spyrja, tá ið vit hava tað so gott, hví hava vit tað so ikki betri? Tí nýggjar samfelags avbjóðingar vilja altíð vera partur av gerandisdegnum, og júst hesar geva okkum avgjørda orsøk at nýta orð.

Nýtslan av orðum, í skrift og í talu, og samansetingin er jú persónlig, og er samband ímillum menniskju. Tá vit siga okkara søgu, fara nøkur at kenna seg aftur, og søgan fer at stilla persónliga einsemi, og onnur fara at síggja nakað, tey annars ongantíð høvdu havt møguleikan at sæð ella hoyrt. Júst hetta samskifti við orðum hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin. Hesi orð, sum bæði Anne og Malala nýta so meistaraliga, og sum føroyingar avgjørt eiga at nýta meira – tí orð kunnu broyta umstøður.

Eygamálið í Sosialinum, apríl 2014

Sunday, March 9, 2014

Hvat vilja kvinnurnar?

Genturnar sita friðarligar á gólvinum og spæla. Tær eru farnar inn í ein nýggjan heim, har familja teirra býr. Tær býta uppgávurnar og gera allar sítt til, at leiklutirnir verða leiktir til fulnar. Prátið gongur væl, og lagaði er gott. 


Mitt í øllum brestur hurðin upp og inn kemur Spider-man rennandi og rópandi eftir gólvinum. Hann bjóðar gentunum av, hann vil berjast ella okkurt líknandi. Genturnar sálast og vilja sjónliga hava Spider-man at hvørva, tí hann hevur einki at gera í “heimi” teirra. Tær vilja hava frið. Spider-man kennir á sær, at hann er púra óynsktur. Hann bíðar eina løtu, men fer síðani larmandi víðari og finnur onkran annan at spæla við.


Løtumyndin kann fáa okkum at spyrja: Hvussu langt eru vit komin? Mammubørn og Spider-man. Hárfríðkari og sløkkiliðsmaður. Nú mundi eg sagt skrivari og stjóri. Nakað soleiðis sýnast leiklutirnir at vera hjá uppvaksandi gentum og dreingjum. Hetta er áhugavert, tá ið tosað verður um javnstøðu og um ov fáar kvinnur í leiðandi størvum í 2012. Tí hvussu langt eru vit komin?

Hóast helmingurin av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, eru øll á einum máli um, at kvinnur skulu - ikki bert heima, men eins og menn - mynda samfelagið alt. Enn eru tær fáar. Júst her er møguliga ein av orsøkunum til, at fleiri kvinnur ikki eru í leiðandi størvum í dag. Spurningurin er, hvørjar vilja bjóða seg fram?

Minnist eina søgu um ein mann, sum fortaldi abba sínum, at hann hevði fingið eina dóttir. Abbin svaraði: “Tað verður betur næstuferð!” Skemtiliga søgan sigur óivað eisini eitt sindur um, hvussu gamlir stavnar skulu ristast eitt sindur fyri at virða, velja og síggja kvinnuna eins dugnaliga og mannin – ikki bert heima. Og at rættir menn ikki bert fáa synir.

Sjálvandi krevur javnstøða ikki, at kvinnur gerast menn ella hinvegin – men munurin er stórur. Vit koma neyvan uttan um, at leiklutirnir, børn trívast í, eisini eru sjónligir, tá ið tey gerast vaksin. Kanningar innan skúla og útbúgving vísa, at fleiri kvinnur enn menn fullføra eina útbúgving. Men seinni, tá ið tey eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, er myndin vend á høvdið. Tá eru menn stjórar, leiðarar og politikarar, og hóast góða byrjan í skúlanum hava kvinnurnar ilt við at bjóða seg fram.

Hennara kongliga hátign drotning Margretha hevur sagt: “Sum kvinna skalt tú altíð gera tað betri enn maðurin. Men tað er heldur ikki so torført.” Satt, men hvussu síggja kvinnur seg sjálvar? Áhugaverd kanning, har endamálið m.a. var at kanna, hvat kvinnur sjálvar kunnu gera fyri at bøta um viðurskiftini, vísir, at enn liva fordómarnir um kvinnur í leiðslu væl - hesir fordómar liva eisini í kvinnunum sjálvum. Hetta vísir nevniliga, hvussu stór avbjóðingin er.

Í Føroyum er boðskapurin óivað, eins og kanning hjá “Ledernes Hovedorganisation” vísir: “Bjóða teg fram í eini mansdominerandi mentan, har menn duga betri at føra seg fram, tá ið leiðarastørv skulu setast. Har kvinnur skulu vera dugnaligari enn menn fyri at fáa stjórastarvið. Har menn duga betri at gera teirra úrslit sjónlig, og har menn eru meira málrættaðir í karrieruætlanum. Har kvinnur hava størri ábyrgd heima, og har hildið verður, at kvinnur við smáum børnum ikki kunnu hava stjórastarv. Har mannligi stjórin setur ein mannligan stjóra, sum passar sínum egna profili. So hvat vilja kvinnurnar?

Saturday, March 1, 2014

Jørðini ber tíni spor

Yvirskriftin er ein veik týðingin av orðunum hjá Astrid Gjesing “Jorden bærer dit aftryk”. Hesi orðini nýtir Lise Egholm á fyrstu og seinastu síðunum í bókini “Fordi du SKAL!” Í hesi orðini leggur Egholm týdningin, at tú hevur týdning. At tann, tú ert, og tað, tú gert, hevur týdning. Tað, tú gert í dag, fær týdning, kanska ikki í morgin, men seinni.




Víðari hevur hon hesa løtulýsingina, sum vísir, hvussu jørðin kom at bera hennara spor.

Í fyrsta flokki mínum, sum lærari í Alsgade Skole, gekk ein drongur, sum æt Bo. Eg hevði hann í donskum frá 1. til 5. flokk. Hann minnist eg væl. Hann var ein fittur drongur við hvítum hári og álvarsligum, brúnum eygum. Ein lítil og stillur drongur, kanska eitt sindur forsømdur.

Fleiri ár eftir at eg var givin á Alsgade Skole, og var blivin lærari á Lykkebo Skole, gekk eg eitt kvøldið uppi einsamøll í heimi okkara í Brønshøj. Børnini vóru løgst, Anders hevði vakt, og hetta kvøldið var eg, sum eg annars sera sjáldan eri, eitt sindur tung í huga um arbeiðið sum lærari – og kanska eitt sindur mótfallin.

Soleiðis havi eg tað sera sjáldan, tí eg eri mest sum altíð í góðum lag. Kanska er tað júst tí, at meg minnist hetta kvøldið, við ársenda í 1980’unum, so væl. Eg føldi meg vera steðgaða upp. Á vegginum í stovuni hekk urið frá langommu. Tað var eisini steðgað. Bæði eg og Anders høvdu fleiri ferðir roynt at fingið tað at ganga aftur, og sum eg gekk runt í stovuni, gjørdi sjónin av uppsteðgaða urinum meg í verri lag. Júst hetta kvøldið hugsaði eg: Hvat nyttar alt hetta, her gangi eg og gevi alt, eg havi. Tímar, dagar og vikur verða ofraðar fyri hesi børnini. Eg standi á høvdinum fyri næmingarnar. Lurti. Troysti. Ringi til foreldrini. Eg geri og geri og geri – men er alt hetta til nakra nyttu? Er eitt einasta barn, sum vinnur nakað við tí, eg gevi? Og gevur tað nakra meining at blíva við?

Knappliga ringir á hurðina. Tá eg lati hurðina upp, stendur ein ungur, vakur maður á trappuni við hvítum hári og eygum, sum eg kendi aftur.

“Gud,” segði eg. “Er tað tú, Bo?”
“Ja,” segði hann. “Minnist tú meg?”
“Ja, tað geri eg! Kom inn, góði Bo!”

Jú, hetta var Bo, sum eg ikki hevði sæð í meira enn tíggju ár. Hann var nú fyrst í tjúgunum og hevði gjørt av at vitja meg. Hann hevði funnið adressuna í telefonbókini. Eg gjørdi okkum ein temunn, og síðani tosaðu vit um árini á Alsgade Skole og um Bo og flokk hansara. Hann tvíhelt vinarliga um, at tey fimm árini, tá ið eg hevði verið lærari hansara, høvdu verið tey bestu. Hann spurdi, um eg mintist bøkurnar, vit lósu. Og hann var hugtikin av, at eg hevði gjørt eina myndabók av flokkinum, har eg eisini hevði goymt postkortið, sum Bo sendi mær, tá ið hann gekk í 3. flokki. Tá gav eg øllum í flokkinum boð um at skriva mær postkort í summarfrítíðini. Tað gjørdu tey. Hann spurdi, um eg mintist dagin, tá ið hann var farin at gráta. Og tað gjørdi eg. Um eg mintist hetta og hatta. Ja, tað var eitt deiligt prát.

Tað vísti seg, at Bo hevði lært til ursmið. Eg tók hann við mær yvir í hornið í stovuni og vísti honum gamla urið hjá langommu míni, sum var steðgað, og sum eg til fánýtis hevði roynt at trekt upp sama kvøld. Hann tók urið niður av vegginum, putlaði við tað eina løtu. Tá ið Bo var farin, gekk urið aftur.

Jørðini ber tíni spor.

Monday, February 3, 2014

Fólkaskúlin skal megna tað ómøguliga

Áhugaverda samrøðan við dugnaliga næmingin og tankar hennara um skúla og undirvísing, gav mær hug at halda, at ov stór, ella skeiv, krøv verða sett fólkaskúlanum. Í einum samfelag, har menniskju - bæði børn og vaksin - eru ymisk, hava ymiskar fyritreytir, ymiskar meiningar, ymisk evni, ymisk áhugamál, ymiskar áskoðanir á lívið, ymiskar ambitiónir, ymiska menniskjafatan, ymisk ynski, ymisk krøv, ymiska uppaling... you name it... er uppgávan hjá fólkaskúlanum ovurstór. Eru krøvini tá, at hvør einstakur næmingur skal fáa eitt persónligt nøktandi tilboð, sum passar júst honum, gerst uppgávan ov stór. Tí tá mugu vit gera serstakt tilboð til allar næmingar. Hvar í samfelagnum annars finna vit eina skipan, ein stovn ella felag við møtiskyldu fyri øll í aldrinum 7-16 ár, har ØLL trívast, hava tað stuttligt og elska at vera? Nei, neyvan nakrastaðni, men er hetta kravið vit seta fólkaskúlanum.

Hoyr samrøðuna her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/02/03/ta-skal-vera-stuttligt-ganga-skla

Í hesum hugsi eg ikki um næmingar, sum hava serligar fakligar avbjóðingar, tí fakligar avbjóðingar eiga at vera serøki fyri fólkaskúlan.

Takast kann ikki burtur, at í øllum hesum ymisleikunum eru námsætlanir við fakligum krøvum, sum siga, hvat næmingarnir skulu vera førir fyri, og ymiskar royndir, sum lærarar mugu fyrihalda seg til. Hvar kemur hetta inn í kjakið? Í hesum er sjálvsagt neyðugt, at næmingar, foreldur og lærarar møtast í eini semju um, at allir partar gera sítt besta – sum onkuntíð kanska ikki er nóg mikið. Men neyvan verður tilboðið altíð fullkomiliga nøktandi fyri allar partar.

Vert er eisini at taka við, at lærarar hava avbjóðingar í undirvísingini, har næmingar persónliga ikki hava tað gott. Sum eisini hugvekjandi verður nevnt í stílinum: Jeg har været igennem flere samtaler med skolepsykologer, familierådgivere, lærere og min familie om mit skoleproblem. Grunden til, at jeg ikke trives i skolen er fordi, jeg har haft personlige problemer derhjemme. Men ikke kun det! Jeg har heller ikke været helt med i undervisningen. Jeg har fokuseret så meget på mit familieliv, at jeg ikke har ikke kunnet koncentrere mig om min skole.

Um prátið um fólkaskúlan skal byggja á, at næmingar ikki trívast, ikki fáa nøktandi fakligar avbjóðingar, at foreldur ikki hava yvirskot/evni at hjálpa barninum, at lærarar ikki eru nóg áhugaverdir, trupulleikar við matpakkum, óhóskandi skúlabygningar, at skúlin ikki er nóg stuttligur, gamlar bøkur... you name it... so hugsi eg, at fólkaskúlin ongan møguleika hevur at yvirliva sum virðilig skipan í samfelagnum. Tí ein stovnur, sum fólkaskúlin, ger óivað nógv rætt og nøktandi, tá ið hugsað verður um, hvussu nógvir føroyingar fáa víðari útbúgving... júst hetta átti at fylt nakað meir.

Kendi prátið í morgun sum eitt frískt lot inn í annars deyða kjakið um fólkaskúlan, og saknaði, sum so ofta, tá ið endiliga tosað verður um fólkaskúla, at hoyra, hvussu nógv orka í veruleikanum verður løgd í hvønn einstakan næming í gerandisdegnum fyri at møta kravnium frá samfelagnum.

Friday, January 31, 2014

Við aldrinum gerast vit vísari, nøgdari og eydnusamari


Sjálv haldi eg, at tað er løgið at hava ein pápa, sum er 70. Havi hugsað eitt sindur um tað, vit vanliga kalla fyri "at vera gamal". Aldur er jú bara eitt tal, og hvørki mamma ella babba passa serliga væl til talið, tey "eru".
Jane Fonda, sum er fødd í 1937, kallar tað fyri at vera komin inn í triðja partin av lívinum – ella triðju akt. Hon sigur nakað soleiðis: "Vit liva í miðal 34 ár longri enn langommur og langabbar okkara gjørdu. T.v.s. at vit hava fingið næstan eitt heilt lív afturat tí, sum tey høvdu. Men hetta hevur mentan okkara ikki tikið til sín, tí vanliga verður lívið lýst sum ein bogi, har vit náa hæddarpunktið og fara síðani niður aftur til tað, sum er minni vert - eins og í patologiini ella sjúkdómalæruni.
Tó eru vísindamenn, listafólk og heimspekingar komnir til, at lívið als ikki er ein bogi, men er ein jøvn gongd upp eftir alt lívið. Teir grundgeva tað við, at hetta er ein serstøk menning, ella ein trappa, sum førir okkum við aldrinum til størri og størri tilfeingi í okkum sjálvum. Kanningar vísa, at flestu fólk yvir 50 ár hvíla betur í sær sjálvum, eru nøgdari, vísari, gerast minni bangin, góðtaka betur ymisleikan, kenna seg betri, eru minni tressað... og onkrar kanningar vísa enntá, at hesi eru eydnusamari, enn tá ið tey vóru ung.

Tí, tá ið tú ert "gamal", so ert tú sjálvur inni í tí, tú kennir tað, og tí ert tú ikki bangin fyri tí. Tú ert grundleggjandi tann sami, sum tú altíð hevur verið. Sjálvandi er alt ikki bara gott, og kanska er umleið 1/3 gen bestemmað og/ella hepni, men 2/3 gevur tær møguleika at hava ávirkan á, hvat tú gert við tað, og hvussu tú vilt liva tað.
Men, sum vit vita, so er atrofiin galdandi í øllum heiminum og allastaðni. Ein grundleggjandi veruleiki. Hetta sigur okkum jú, at alt verður við tíðini oyðilagt, soleiðis, sum vit eisini síggja tað og vanliga lýsa tað. Her er bara eitt undantak.
Undantakið er sálin, tí sálin í menniskjum fer líðandi uppeftir. Sjálvt um vit fáa likamligar avbjóðingar, so nýtist hetta ikki at ávirka sálina.
Menniskju leita eftir meining og út frá upplivingum undir 2. heimskríggi segði Victor Frankle: “Alt tú hevur í lívinum kann verða tikið frá tær - uttan eitt - og tað er frælsi títt at velja, hvussu tú svarar tí aftur, sum hendir tær!” Tað, sum eyðkennir lívið, sum vit liva, er hvussu vit síggja tað, sum hendir og hvussu vit lata tað ávirka okkum."

So er tað ikki gott at vita, at vit við aldrinum gerast vísari, nøgdari og eydnusamari :) Hygg her, hvat Jane Fonda sigur:
http://www.ted.com/talks/jane_fonda_life_s_third_act.html