Thursday, August 14, 2014

Eygu tíni avspegla, hvat tú sært í mær

Tá vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, so kenna vit okkum ikki altíð aftur í teimum. Hetta kann gerast áhugavert tí, tá ið onnur seta okkum í bás, er tað ofta óumhugsað ella onkuntíð tí, tey ikki vita betur – tó ávirkar hetta okkum.

Eygað er eins og spegil
Grundleggjandi eru menniskju eins. Vit hava øll likamligan tørv, tørv at kenna okkum trygg, at vera saman við øðrum, á viðurkenning og sjálvrealisering. Tað gevur tí meining, at tosa um menniskju sum eina heild. Hóast ymisk, so eru grundleggjandi tørvirnir líkir.

Altíð eru vit tó í bardaga við tað, eygað sær. Tað er ymiskt, hvussu vit síggja hvønn annan, tí tú og eg síggja við ymiskum eygum. Eygað er serstakt, og ger skjótt vart við, um okkurt er, sum ikki er vanligt at síggja. Vit hyggja, og eyguni avspegla tá, hvat vit síggja.

Fólk, tú ert saman við, eru eins og spegil, sigur eisini Catlin Moran. Tú sært tína egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um spegilin er í lagi, sært tú sonnu spegilsmynd tína. Soleiðis lærir tú at síggja og kenna, hvør tú ert. Tú ert møguliga ikki sami persónur fyri ymiskar persónar, men tað er sjálvt "aftursvarið" tær tørvar, soleiðis, at tú kanst koma at kenna teg sjálvan. Men um spegilin er brotin, knekkaður ella oyðilagdur, vísir hann ikki sonnu myndina. Myndini fert tú tó at trúgva, hóast hon er ein oyðileggjandi spegilsmynd.




Ávirka hvønn annan
Nakað er um tað, sum Caitlin Moran sigur, tí fólk, sum vit eru saman við, hava ávirkan á, hvussu vit síggja okkum sjálvi. Tí kann tað eisini kennast løgið, tá ið fólk síggja okkum øðrvísi, enn vit sjálvi.

Lena Maria Klingvall varð fødd uttan armar og annað beinið var nógv styttri enn hitt. Hon sigur í bókini “Våga drømma”, at tá ið børn spyrja hana, hvussu tað kennist at bera brek, so svar hon: “ Tað kennist heilt øðrvísi samanborið við, hvussu tað sær út. Mín sjálvsfatan byggir á tað, eg kenni í mær sjálvari, og ikki hvussu onnur síggja meg.

Hetta kann hon óivað siga, tí hon hevur livað saman við familju og vinum, sum hava dugað at sæð menniskjað og ikki brekið. Burtur er tá eisini fremmanda eygað, sum spyr: Hvat feilar tær?

Samtalan brýtur mørkini niður
Hóast fólk í vesturheiminum meira enn nakrantíð tosa um at góðtaka hvønn annan, sum vit eru, og um persónliga frælsið - frælsi og rættin at vera tann vit eru í rasu, húðarliti, tjóðskapi, í etniskum uppruna, seksualitiet og trúgv – so hvílir eygað tó ikki altíð í tí, tað sær.

Óivað einki nýtt, men kann tað hugsast, at vit hava gloymt at síggja við hjartanum? Hava vit gloymt tað, sum kann bloyta eygað, tað at tosa saman og koma at kenna hvønn annan. Orðatakið sigur: “Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað”. Har vit nevniliga flyta fokus frá eyganum og heldur spegla við hjartanum og fáa tað, sum eygað sær, at hava minni týdning.

Um vit ikki tosa saman og koma at kennast, verður torført at skilja hvønn annan og eisini at síggja við hjartanum. Við Paulo Coelho kunnu vit fara so langt at siga, at størsta týdningin í sambandinum millum fólk er samtalan, men fólk tosa ikki saman longur, tey seta seg ikki niður at tosa saman og lurta. Tey fara í leikhús, biograf, hyggja at sjónvarpi, lurta eftir útvarpi, lesa bøkur, men tey tosa næstan ongantíð saman. Um vit vilja broyta heimin, mugu vit fara aftur til eina tíð, tá ið stríðsmenn møttust við bálið at siga hvør øðrum søgur. 

At seta í bás ella frælsi
Tað, sum eygað setir í bás, setir hjarta í frælsi. Tí er tað ofta, at vit ikki kenna okkum aftur, tá ið vit verða sett í bás ella deild upp í ymiskar bólkar. Fremmanda eygað sær ella viðurkennir ikki altíð persónliga longsulin eftir at vera sæddur, hoyrdur og góðtikin, sum vit eru. Tó kunnu vit koma at kenna hvønn annan, lurta og tosa, fáa empati og harvið bloyta eygað, so vit læra síggja við hjartanum.