Saturday, October 26, 2013

Sláa aftur?

Tíðirnar broytast, men nakrir trupulleikar eru og vera óivað altíð aktuellir. Havi júst lisið barnabókina "Lat eisini meg" um gentuna Drós, sum verður happað og kennir seg uttanfyri. Góð barnabók, sum m.a. vísir, hvussu happing kann verða steðgað á ein skilagóðan hátt.

Sum eg las, fór hugurin at reika og av sær sjálvum at samanbera við brotið í "Brahmadellarnir", har loysnin, sum vera mann í tíðini tá, var ein heilt onnur og hugburðurin kanska í so praktiskur. Júst hesa loysnina kenna óivað fleiri aftur:
"Eigil gramdi seg fyri mammuni, segði seg vilja skifta skúla, tí hann fekk ikki frið at liva.
Mamman gav honum tey hollu ráð at svara aftur við somu mynt... Kristensa bað sonin vinda blóðið úr hasum skrepeunganum hjá tannlæknanum, so fór alt tað laga seg.
Og tað var júst tað, sum hendi ein dagin aftan á skúlatíð."
Týdningurin í ella kanska meir trupulleikin við at geva aftur “við somu mynt” er stórur. Hetta setur okkum í tvístøðu og verður vanliga ikki góðtikið sum møguleiki. Vit kunnu t.d. ikki siga við børnini, at tey skulu sláa aftur - um tað so er ein gerð ella við orðum. Og tó!  
Rithøvundurin Jan Guillou, sum m.a. hevur skrivað bókina “Ondskan”, hevur sagt, at tann, ið verður happaður, skal sláa aftur alt fyri eitt fyri ikki at seta seg í eina støðu í happingini, sum er torfør at rista av sær. Nakrar støður rættvísgera, eftir hansara tykki, harðskap, serliga tá ið harðskapur verður nýttur í sjálvverju.
Samd ella ósamd við Guillou, so fekk søgan, sum eg hoyrdi í dag, meg at hugsa um júst hetta. At sláa aftur. Ein eldri maðurin segði frá, at tá ið hann gekk í skúla, varð hann happaður av læraranum, tí hann stamaði. Vanligt var hjá dronginum at hoyra niðrandi viðmerkingar frá læraranum, tá ið hann kom í skúla. Ein dagin hevði drongurin tó fingið nóg mikið, fór heim og segði við foreldrini, at hann ongantíð aftur fór í skúla. Søgan hann fortaldi heima gjørdi, at pápi hansara ringdi til læraran og kravdi, at hetta varð steðgað alt fyri eitt ella fekk tað álvarsamar fylgjur. Og tað hjálpti.
Hóast hesa søguna, so er sjálvsagt, at eingin eigur “loysnina”, tí so var trupulleikin longu loystur og ikki enn ein avbjóðing.
Havi hug at tríva í aftur barnabókina “Lat eisini meg”, har lærarin, heldur enn at fáa tey at sláa aftur, sigur við foreldur og næmingar: “Vit eru ikki savnað at finna syndabukkar. Vit eru her at finna loysnir og at gera okkum øll meira greið yvir, hvussu vit fylgja við og fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur, tí ein næmingur einsamallur kann ikki halda lív í happing serliga leingi. Happing er ein samanrenning av nógvum fólkum og tilgongdum, sum fáa sítt egna lív. Øll eru jú glað, tá tað gongur børnum okkara væl. Hendingin í nátt hevur tó víst, at tað ikki er nóg mikið bert at hugsa um okkara egna barn. Tað er eins neyðugt at hava áhuga í øllum flokkinum. Trivnaður í flokkinum er besta trygd fyri trivnaði hjá tí einstaka næminginum..."
Nærliggjandi er, afturat trivnaði, at finna tað sum Ole, vinurin hjá Ivan í Gummi Tarzan, sigur: “Tað er altíð okkurt, sum tú dugir at gera, tú skal bara finna tað”. Tí loyndarmálið liggur millum mangt annað eisini í sjálvkensluni hjá hvørjum einstøkum - bæði hjá happara og tí happaða - og virðingini fyri hvør øðrum. Júst her skal setast inn, men áðrenn vit eru komin so langt, er tíverri onkuntíð neyðugt at sláa aftur, og hvør skal tá sláa aftur? Børn ella foreldur?