Monday, December 30, 2013

Einki fæst at virka, uttan at tú virkar

Mitt úti í kalda, stóra havinum liggja 18 smáar oyggjar - Føroyar. Eitt av minstu vælferðarsamfeløgum í heiminum. Samfelagið er lítið og hevur sjálvsagdan vinning í sosiala netverkinum í og við, at fólk kenna hvønn annan. Men sæst hetta nóg væl í gerandisdegnum? Tí á oyggjunum tosa fólk um met, íbúgvarnir hava sett. Met, sum á mangan hátt seta djúp spor í gerandisdagin og ávirka, hvussu vit síggja okkum sjálvi og onnur.

Tá ið eg sigi, at føroyingar seta met, so er tað kenslan eg fái, tá ið orð alment verða sett á tað, sum “gongur fyri seg” í samfelagnum. Á stóra veggin verður málað við breiðum pensli, og í grovu trekkunum verða neyðturviligir “smálutir” ofta gloymdir. Myndin verður tí ikki fullfíggjað. Móttakarin verður stýrdur hagar, sendarin vil hava hann. Av áhuga kann vera spurt, hvør ítøkiliga vil taka ábyrgd, so hesi met, um tey nú eru føroysk, ikki longur verða okkara. Vilja vit koma víðari? Hvønn týdning hevur tað, at vit koma víðari? Kanska ongan? Ella verður fokuserað á tað skeiva fyri at missa fokus og ikki koma víðari? 

Metini eg hugsi um, eru størri ella minni væl kendar samfelagsligar avbjóðingar, nakrar ræðuleikar, t.d. happing, pedofili, fátækradømi, kvinnur, sum eru fyri harðskapi, fólk við sálarsjúkum, men eisini manglandi bústaðarmøguleikar fyri øll, vánalig PISA úrslit, hópfráflyting og ov lítil tilflyting – fyri at nevna nakrar avbjóðingar. Um hetta nýta fólk orð sum serføroyskt, ella tað er nógv verri í Føroyum enn aðrastaðni. 

Neyvan er føroyska samfelagið í sjálvum sær verri enn onnur samfeløg. Men av tí at samfelagið er lítið, er trupulleikin, at mongu vánaligu og grunnu lýsingarnar av avbjóðingum fáa stóra negativa ávirkan á, hvussu føroyingar síggja seg sjálvar. Um ynski er at finna batar, so eigur føroyingurin at fáa kensluna av, at við at arbeiða víðari við avbjóðingini, er møguleiki at koma víðari. Loysnin liggur nevniliga í føroyingunum sjálvum.
 
 
 
Maya Angelou segði: “Einki fæst at virka, uttan at tú virkar!” Hugsi, at tað er her, steðgað eigur at vera á eina løtu. Hvat ítøkiligt skal til. Ja, skipanin, vit kalla samfelagið, kann seta í verk, men tað verður ongantíð betri enn tey, sum umsita hana. Øll mugu taka saman hendur og lyfta í felag. 

Lisbeth Zornig Andersen sigur, at samfelagið kann taka um endan, tó ongantíð uttan persónliga sosiala ábyrgd: “Tað almenna kann vera ein frálík mamma, tá ið biologisku foreldrini svíkja. Tað krevur fyrst og fremst at “onkur” tekur ábyrgd. Málsviðgerðin við heila og hjarta at skilja, at her er eitt útsett barn, og sum hevur vitan og innlit í bæði tørvin hjá barninum og galdandi lóggávu. Eisini skal hann hava fíggjarliga og heimildarliga rásarúmið at seta bestu tiltøk í verk.” Hetta sama er galdandi fyri allar aðrar avbjóðingar samfelagið stendur fyri.  

Vit eiga ikki einans at “bróta tøgnina”, men virka fyri at fremja batar í verki. Neyðugt er, at seta seg væl inn í tað, sum hendir. Her eiga miðlarnir at ganga undan. Tá ið vit kenna avbjóðingina, kunnu vit gera nakað við hana. 

Batar eiga sjálvsagt at gerast í sosialu skipanini. Feska dømi úr Danmark er hugvekjandi. Sosialu myndugleikarnir sita við familju, sum manglar mat jólamánaðin. Tey, sum umsita málið ringja til Frelsunarherin, tí sosiala skipanin er ov tung, og tað tekur ov langa tíð at fáa familjuni skjóta hjálp. “Úr øllum landinum ringja mong frá sosialu myndugleikunum beinleiðis til okkum fyri at fáa hjálp til veikastu familjurnar. Sosialu veitingarnar eru á góðari leið, men trupulleikin er, at manglandi yvirblikk og vánalig samskipan ger, at mong ikki fáa tað, tey hava rætt til. T.d. mugu fólk bíða í fýra til seks vikur eftir bráðfeingishjálp, og tá ringja sosialráðgevarar til okkum um pening. Fyri meg merkir hetta, at vælferðarsamfelagið er við at syndrast,” sigur kunningarstjórin í Frelsunarherinum, Lars Lydholm. 

Hetta dømi er úr Danmark, men nærliggjandi er at spyrja, hvussu er í Føroyum? 

Hóast fá nýtilig hagtøl, so tala hesi tølini, sum javnan eru at hoyra, fyri seg - ella er hugsandi, at tey eru við til at fløkja veruligu myndina?
  • Happing - 1000-1200 børn verða javnan útsett fyri happing (verður í Barnaútvarpinum søgd at vera álítandi kanning)
  • Pedofili - 5,2% av næmingum í 8. flokki svara ja, tá ið tey verða spurd, um tey hava verið útsett fyri seksuellum ágangi (seinni er tó sagt t.d. í Ekstra Blaðnum, at grundarlag er ov veikt. Verður tó javnan nýtt í miðlunum)
  • Fátækradømi – Í menniskjum góður tokki sigur 900 og Hagstovan sigur 1322 børn liva í fátækradømi (hóast einki alment fátækramark er í Føroyum)
  • Kvinnur, sum eru fyri harðskapi – Kvinnuhúsið fær 650 fráboðanir árliga
  • Fólk við sálarsjúkum - Í 2011 varð sagt í sjónvarpinum, at heili 124 børn og ung hava bíðað í 2 ár eftir viðgerð.
  • Fáir bústaðarmøguleikar - Møguleikarnir at útvega ein bústað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka eru avmarkaðir, bæði tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika
  • Vánalig PISA úrslit – Føroyar liggja undir teimum 500, sum er miðal á PISA stiganum 
  • Fráflyting – verður kallað hópfráflytingin og vantandi tilflyting, sum um nøkur ár verður søgd at vera ein av størstu avbjóðingunum. Seinastu 10 árini hevur flytingin til høvuðsstaðin tó ongantíð verið so stór í Føroyum, sum nú. Júst hetta er møguliga veruliga avbjóðingin.

Friday, December 27, 2013

Heima er so hjartaligt eitt orð

Eygamálið í Sosialinum, desember 2013

“Heima er tó altíð best at vera” yrkti Símun av Skarði, og somuleiðis í dag hugsa flest øll, at fyrsta heim okkara var gott, men seinni fáa vit tó sjálvi longsul eftir egnum heimi, sum karm um lívið og litað av okkara samleika. Takksom fyri tað, sum var, rætta vit okkum eftir byrjanini til okkara egna. Tí heima kenna vit okkum heima.

Søgan sigur okkum, at serligir stovnar fyri fólk, ið bera brek, vóru so at siga pakkaloysnir - bústaður, skúli, arbeiðspláss og frítíðarítriv. Hóast kærkomnar broytingarnar og staðfestingina av, at fólk, ið bera brek, eru vorðin natúrligari partur í samfelagnum, varð á altjóða brekdegnum 3. desember, sum var hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, spurt, hvussu langt eru vit komin við bústaði til øll?

Tað, sum seinastu tíðina er skrivað og lagt upp til, boðar frá einum politiskum ynski um, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so øll fáa eitt nøktandi heim í mun til teirra tørv.

Vakra ynski er tó í dag bókstavir, sum tørva lív. Ynski um egnan bústað eigur at gerast veruleiki, tí hvat ger tað við sjálvvirði títt, at tú ikki kanst búgva í egnum bústaði? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at fólk ikki vísa í verki, at tey virða tín tørv? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at møguleiki ikki er at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt? Óneyðugt er at svara spurningunum, tí grundleggjandi tørvur okkara er at vera sædd og fáa tørv okkara stillaðan. Júst tað mennir sjálvvirði og ger okkum før fyri at vaksa sum menniskjað.

Lyklaorðið er virðing. Virðing fyri fyritreytunum, sum tryggja góða lívsgóðsku, og hetta ynski hava øll.

Bústaðarpolitikkurin í Føroyum eigur sjálvsagt at geva rúm fyri, at fólk, ið bera brek, fáa egnan bústað við tilknýttum tænastum og møguligum hjálpitørvi í boði. Hetta fram um pláss á bústovni. Gleðiligt er, at eitt nú undir Kongavarða í Tórshavn og á Norðoyri eru íbúðir, sum eru atkomuligar fyri koyristólar. Hetta er ein byrjan.

Um allar íbúðir, ið bygdar vera, eru egnaðar t.d. til fólk við rørslutarni ger hetta, at hesi, eins og onnur, fáa møguleikan frítt at velja, hvar og hvussu tey ynskja at búgva. MBF viðmerkti soleiðis fyri árum síðani, at: “Hesin hugburður til bústaðarbygging leggur beinleiðis upp til eina samantvinning av fólki við breki og øðrum, samstundis sum tað verður fyribyrgt at fólk við breki verða stúvaði saman í ávís økir.”

Ímyndið tykkum, um nú matvøruhandlar kravdu, at kundarnir skuldu standa á hondunum í 5 minuttir fyri at fáa vøruna, ella um allir skóhandlar kravdu, at kundarnir skuldu leypa tveir metrar hæddarlop fyri at keypa skógvar uttan nakað undantak ella tillaging. Tá hugsi eg, at trupult hevði verið hjá fleiri at keypt bæði mat og skógvar. Sjálvandi eru hetta ikki krøv, tí tað er meiningsleyst at krevja nakað av fólki, sum tey ikki megna. Hetta hevði gjørt stóran mismun á kundunum og mong høvdu tá verið bæði svong og skóleys – eins syrgiligt og at vera heimleysur.

Hvat gera vit, tá ið vilji at møta ynskinum hjá fleiri føroyingum at fáa egið heim ikki verður vístur í verki? Samfelagsmyndin sær í nøkrum førum soleiðis út. Tí, sum er, eru øki, har ein bólkur í samfelagnum, ikki er vælkomin. Eisini eiga vit at minnast til, at hesi ongan áhugað hava í at vera í avmarkaða bólkunum, men tað eru onnur, sum gera avmarkingarnar - so hjartaliga.