Tuesday, March 26, 2013

Kanska er lívið sorgarlag, kanska er lívið gott

Østrøm er í hesum døgum karmur um framsýning av ómetaliga fittum snýðum, sum á ein hátt líkjast, men sum hinvegin eru eins ymisk og øll vit onnur. Ja, myndirnar, sum í veruleikanum siga meir enn 1000 orð, góvu huganum ferð og á flogi kom ivin og segði, kanska er lívið sorgarlag. Tí seinastu árini er mangt sagt og skrivað um hesi fittu snýð, sum um nøkur ár, eftir øllum at døma, verða søga. Við hesum sum viðføri á ferðini, bar framsýningin tó boð um alt annað enn sorgarlag. Heldur er hon ein staðfesting av, at lívið er gott - tí hvør orkar at liva uttan ymsikleikan.




Anette B. Arentsen, sum hevur skrivað bókina ”Kan prinsesser have Downs syndrom”, er mamma Sofie, sum er fødd í januar 2009 við Downs syndrom og Marie, sum er fødd í september 2011. Inni á "Flik Flak Familie" sigur hon nakað soleiðis um familjulív teirra.
Vit hava sæð familjur bæði við børnum við breki og uttan brek, og tær hava givið okkum íblástur, tí tær eisini hava yvirskot til annað, enn at leggja dent á trupulleikarnar í virkna gerandisdegnum. Um vit hava børn við breki ella ikki, so snýr lívið seg um, hvussu vit velja at síggja tað, og hvar vit seta fokus. Vit menniskju kunnu veruliga avgerða nógv og fáa tað innihaldið í lívið, sum vit sjálvi vilja. Tað einasta vit sum familja ynskja okkum er eitt gott lív saman við Sofie og lítlusystur hennara. Og tað hava vit – heilt einfalt!
Um, hvat hon hevur lært við at fáa eitt barn við breki, svarar hon, at tað avgjørt er at virðismeta lívið. Vit halda ofta, at tað, sum vit fegin vilja hava, kemur til okkum. Men onkuntíð er tað bara okkurt, sum er størri enn vit sjálvi, sum velur fyri okkum. Hvør ein lætti at gerast greiður yvir, at Sofie var og er ein ovurstór gáva til okkum frá ”onkrum”! Vit takka!
Eg eri í veruleikanum rættiliga ofta stolt mamma – næstan hvønn dag! Tí vit hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Tá ið Sofie og lítlasystir hennara flenna, fáa mennandi avbjóðingar, og tá ið tær hálsfevnast - tá ið eg síggi í eygum teirra, at tær hava tað gott og eru tryggar, so gerist eg stolt av teimum. At hugsa sær, at tað er hetta maður mín og eg, sum hava givið børnum okkara. Tað er fantastiskt!

Soleiðis fór eg av framsýningini heit um hjartað. Lívið er gott - kanska eisini, tá ið tað er sorgarlag. Við hesum mennast vit sum menniskju, síggja í eyguni, at vit ikki altíð sjálvi hava tamarhald á tí, sum hendir, men gerast før fyri at síggja onnur virði og at virðismeta lívið.

Thursday, March 21, 2013

Lívið hevur litir

Eygamálið í Sosialinum, juni 2012
Bjóðað verður tær vælkomnum inn í litríka heimin, sum sigur seg síggja stórt í ymiskleika, har menniskjuni skulu tora at vera øðrvísi og góðtaka hvønn annan, sum tey eru. Tó eru mong, júst í hesum sama heimi, sum gera upp, hvat verður góðtikið og hvar mørkini ganga. So løgið tað ljóðar, so eru mørkini í frælsa litríka heiminum ikki serliga víð.

Vit kenna óivað øll onkran, sum verður bólkaður uttan fyri hetta sokallaða “normaløkið” – ella møguliga eru vit ein av teimum. Hesi eru mong, men eg hugsi serliga eru tey, sum bera brek.

Orðið “brek” merkir, at okkurt er galið, ella at tað ikki eigur at síggja soleiðis út. Tá ið børn verða fødd, hyggur ljósmóðirin beinanvegin, um alt er, sum tað skal. Tað er tað ikki altíð. Hóast hetta bjóðar heimurin tær vælkomnum inn, men eitt skalt tú vita, at tey sum hóska best til litríka heimin, eru tey bestu, skjótastu, vakrastu og klókastu. Reypað verður av, at í dag er møguleiki at síggja fostur longu í móðurlívi, har avdúkað verður, um okkurt er galið. Spurningurin er bara, at tá ið okkurt er galið, hvat fara tey so at gera?

Eingin ynskir sær eitt barn við breki. Tvístøðan er ótolandi, tí gleðin um at hava fingið eitt barn, fær líkasum ein skugga, við hópin av ósvaraðum spurningum. Øll foreldur ynskja sær eitt barn uttan brek, og eitt lív uttan skugga. Men tað vísir seg tó, at menniskju hava tann einastandandi eginleika at vaksa við uppgávuni. Um vit hyggja at søguni, so er hetta satt bæði fyri børnini og foreldrini.

Ein av stóru yvirskriftunum í donsku bløðunum í summar var “Skjótt verða børn við Downs syndromi søga”. Er litríka samfelagið farið at rudda út? Hvat verður so gjørt við tey, sum bera brek, sum ikki er sjónligt í móðurlívi? Tí hvønn týdning hevur tað veruliga, hvussu eg síggi út, ella hvat mær feilar? Hava tey í litríka heiminum gloymt at leita longur og spyrja: “Hvør ert tú?

Sjálvandi hevur persónliga viðurkenningin stóran týdning: “Eg beri brek og tað er ein partur av mær.” Men størri týdning hevur tó staðfestingin, at eg eri meir enn eitt brek. Tað ókenda skapir fordómar og tey, sum ikki kenna tey, ið bera brek, síggja brekið heldur enn menniskjað. Enntá verður góðtikið at lýsa hvønn annan og siga: “Hon sjálv, sum haltar.” Ræðuligt stempul! Tí hvørji vilja vera lýst út frá einum breki? Hvør vil VERA eitt brek. Spurningurin er, hvat finnur eygað í teimum, vit síggja?

Menniskju eru grundleggjandi øll eins. Men um vit eru skerd, ger hetta nakað við okkum. Tað gevur møguleika at hugsa, hví skuldi eg vera so? Tá tú sum barn ella vaksin skal liva í einum samfelagið, sum ikki er innrættað eftir tínum tørvum, er neyðugt, at øll standa saman og velja at síggja - at samfelagið veruliga sær - stórt í ymiskleikanum, og vísir vilja at gera nakað við tað. Tað er rætt og heimurin gerst fjølbroyttari.

Skulu vit góðtaka, at fólk við breki t.d. ikki fáa nøktandi skúlatilboð, arbeiði ella ikki kunnu flyta í íbúð? Lívið er meir enn at vera til, og lívið er ein stór avbjóðing - hjá flest øllum. Tá vit merkja lívið, verða tankarnir virknir. Lívið fær litir - døkkar og ljósar. Lívið spyr ikki hvat og hvussu, men vit eru noydd til at taka tað, sum lívið bjóðar okkum. So er tað, spurningurin, hvussu fáa vit mest ella best burturúr? Um øll skulu fáa eitt gott lív, so eru vit noydd at síggja stórt í ymiskleikanum og skapa tilsvarandi karmar. Hetta, heldur enn at rudda út! Hetta krevur nógv av báðum pørtum, men tástani fær lívið veruligar litir.

Friday, March 15, 2013

Har tú og eg gera mun

Eygamálið í Sosialinum, november 2012

Í litfagra húsinum á Vallingaváli livir Pippi sorgleysa lív sítt. Hon býr einsamøll saman við stóra hesti og lítlu apu síni. Pippi hevur avbjóðandi hugsanir um, hvussu lívið eigur at livast, hon er sterkari enn tann sterkasti og hevur avgjørda meining um næstan øll viðurskifti. Júst hendan søgan hevur í mong ár givið bæði børnum og vaksnum lívligt hugflog og hevur við vissu eisini víst á skeivleikar viðvíkjandi sambandinum ímillum børn og vaksin. Um vit nú eina løtu seta ævintýr og bókligan lærdómin annars til síðis, kunnu vit fyri barnið í dag hóskandi spyrja: Hvør skal syrgja fyri mær?

Í flogfarinum lá eitt blað á stólinum, og eg setti meg at lesa. Har stóð hugtakandi søgan um Lisbeth Zornig Andersen, sum hevur verið formaður fyri “Børnerådet”, har hon hevur arbeitt fyri grundleggjandi rættindum hjá børnum til verju, ávirkan og umsorgan.

Longu sum barn lærdi Lisbeth at klára seg sjálva. Hóast hon tey fyrstu árini livdi heima, vóru foreldur hennara ikki før fyri at geva henni tað, henni tørvaði. Mamman varð við jøvnum millumbili bankað, hon og systkin hennara livdu í órøkt, og tey róku fyri vág og vind.

Hugvekjandi sigur hon sjálv nakað soleiðis: “Tey, sum høvdu avgerandi ávirkan á lív mítt, vóru grannin Holst, lærarin Grethe og námsfrøðingurin Karen”.

Upplivingarnar av harða barndóminum og ørkymlandi ungdóminum er tí í dag avgjørda drívmegin hjá Lisbeth Zornig Andersen. Hóast hon sjálv er ein fyrimynd fyri mong, so vísir hon á, at børn einsamøll ikki megna at gera munin, sum skal til. Hóast nøkur undantøk, so vísir Lisbeth á týdningin í menniskjunum, sum børn møta á lívsleiðini. Hóskandi er nevniliga spurningurin: Hvør skal syrgja fyri mær?

Líknandi var kenslan, tá ið eg herfyri hoyrdi Lisbet Pipping í Norðurlandahúsinum siga sína søgu um lívið saman við mammu síni, sum orsaka av menningartarni ikki megnaði avbjóðingina. Eins og hon sjálv legði herðslu á, er tað ikki nóg mikið fyri barnið, at sagt verður: “Tey gera tað, so væl tey kunnu”. Her er eingin umbering. Børn hava krav á, at grundleggjandi tørvir verða nøktaðir. Víðari kunnu vit siga, at tá ein góður gerandisdagur er treytaður av teimum, vit eru saman við, er avgerandi, at vit síggja týdningin í, at ikki “samfelagið” einsamalt ger munin, men at tú og eg, sum eru samfelagið, gera mun!

Nei, Pippi trívist ikki uttanfyri bøkurnar. Barnið uttan onkran vaksnan, sum sýnir tí kærleika og tekur sær av tí, er einki barn. Skeivleikarnir, ið Pippi sjálv vísir á, kunnu vit taka til okkum, men tó er ikki høpi í, at børn skulu megna gerandisdagin sjálvi. Kenslan hetta kvøldið við litríku, frísku og reyðhærdu Pipping, sum segði søgu sína, var eins og ferðin út úr ævintýraheiminum inn í náðileysa veruleikan í sorgfyltu søgu hennara. Ófatiligt, men hóast eina slíka søgu hevur svenska Lisbeth, eins og danska Lisbeth, dirvi at siga sína søgu. Hvat vit læra av slíkum søgum, er torført at siga, tó kunnu hesar søgurnar hava við sær, at vit oftari geva okkum far um tey, sum vit eru saman við - og við takksemi taka til okkum, at vit veruliga kunnu gera mun í lívinum hjá øðrum.

Øll ynskja sær eitt jólaævintýr

Kanska var tað veðrið hendan kalda desemberdagin og dragandi glæman í sýnisglugganum, sum gjørdi, at eg fór inn. Leikur, spøl og alskyns bøkur. Komin inn, møtti eg vinkonuni, sum segði: “Hevur tú sæð nýggju bókina um Emmu?” Lætti og blídligi spurningurin gjørdi meg forvitna. Fór at hyggja, og millum nýggju bøkurnar á borðinum lá bókin “Dukkan Emma – eitt jólaævintýr”. Á veg heim lá nýggja bókin í taskuni.

Eins og høvundurin sjálv á baksíðuni greiður frá, hevur dukkan Emma búð í handlinum hjá Pæturi í fleiri ár. Eingin ynskir sær Emmu. Emma kennir seg vrakaða, óelskaða og virðisleysa. Jólini eru aftur í hondum, og Emma hevur lítla og onga vón um at verða keypt hesi jólini. Men so hendir nakað. Kongurin í landinum og prinsessan ganga fram við sýnisglugganum, og prinsessan fær eyga á Emmu.

Maria Mørkøre, listakvinna og rithøvundur, hevur myndprýtt og skrivað bókina. Stórar og smáar myndir eru á hvørjari opnu. Litirnir eru veikir, men hugnaligu myndirnar geva eitt gott huglag og gera bókina spennandi - eisini fyri tey minstu. Bókstavirnir á gulligu síðunum eru stórir og greiðir.

Í ævintýrinum eru tveir pallar. Nærliggjandi er at nevna tað pallar, tí eisini havi eg sæð ævintýrið, um Emmu, sum leik. Ævintýrið er væl egnað sum leikur, og kann lættliga gerast bæði stuttligur, hugnaligur og veruliga fáa bæði vaksin og børn at seta teir stóru spurningarnar. Fyrsti pallurin er handilin hjá Pæturi. Hugnaligi handilin, í ónevnda býnum, gevur lesaranum eina kenslu av, at vit aftur eru í einum av teimum góðu, gomlu handlunum, har tíð var at tosa við viðskiftafólk, og har handilsfólk sjálvi góvu tær vøruna. Síðani verður pallmyndin kongshúsið, og ævintýrið gerst heilt tíðarleyst. Hetta kann vera bæði nú og tá.

Í ævintýrinum møta vit Pæturi, Emmu, eini smágentu og mammu hennara, konginum og prinsessuni. Meðan alvitandi frásøgufólkið eygleiðir hendingarnar, verður lesarin førur fyri at fara inn og hyggja at hugsanum, gerðum og kenslum hjá persónunum. Lesarin verður tikin við og sær júst tað, sum fyri søguna hevur týdning. T.d. tá ið handilsmaðurin, Pætur, letur hurðina aftur og fer heim eftir loknan arbeiðsdag, verður frásøgufólkið verandi í handlinum og sigur sorgblíðu søguna um dukkuna, Emmu.

Jólaævintýrið fevnir um nakrar dagar. Tað er bæði dagur og nátt, og eina løtu, undir vakrasta jólatrænum í býnum, missir Emma dagaskil. Tó kunnu vit hugsa, at dagarnir eru teir seinastu undan jólum. Júst hesir dagarnir og næturnar draga spenningin so við og við upp í hæddina, og tá ið komið er upp, er eingin vegur niður aftur. Har er gott hjá Emmu at vera, og har verður lesarin eisini verandi.

Møguliga er tað júst seinasta síða í ævintýrinum, sum ger, at lesarin verður verandi í hæddini, og um somu tíð gerst varugur við, at hetta er meir enn eitt vanligt ævintýr. Hóast ævintýrið væl kann standa einsamalt, verða kongurin og prinsessan her latin í nýggjan búna, sum kemur úr Bíbliuni. Høvundurin tillagar orðini hjá Jesusi um, at børn hansara skulu gerast kongssynir og kongsdøtur í ævir og skulu búgva í kongshøllum saman við honum altíð. Og við hesum verður boðskapurin í ævintýrinum avdúkaður. Tann virðisleysa, sum í viðurkenningini av at vera elskað, fær ovurstórt virði.

Ævintýrið er væl skrivað og lætt at lesa. Høvundurin nýtir eitt nú sansirnar, tá ið hon skrivar. Kuldin bæði sæst og merkist. Sjáldan hava vit givið okkum far um, hvat gávurnar undir jólatrænum hugsa, tí tað eru tær neyvan førar fyri. Men har liggur Emma so spent og bíðar, til pappírið verður tikið av, so hon kann fáa nýtt lív. Hon sær, hoyrir og kennir.

Einki ævintýr uttan mótsetningar, og her í stórum tali. Gleði og sorg, ljós og myrkur, hiti og kuldi, ynskt og vrakað, vón og mótloysi, ílatin og nakin, eydnað og miseydnað. Mótsetningar, sum ikki einans í ævintýrum er áhaldandi veruleiki og altíð nærverandi, men eins væl grundleggjandi mótsetningar í menniskjalívinum, sum sjálvsagt als ikki broyta grundleggjandi tørvin hjá einstaka menniskjanum at vera elskað og tí eisini góðtikið, júst sum tað er.

Liðug at lesa ævintýrið, gjørdist eg takksom - eins og handilsmaðurin Pætur, heit um hjartað. Fór at hugsa eins og annar kendur rithøvundur: “Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.”

Hóast boðskapurin í ævintýrinum hóskar væl siðbundnu og hugnaligu jólunum, sum vit vanliga hava eina mynd av, so liggur her eisini ein alheims menniskjaligur tørvur djúpt rótfestur. Júst í tørvinum at vera saman við teimum, sum elska okkum. At hava virði, at vera valdur, at onnur gleðast um teg og um at kenna seg heima. At vera har, sjálvskenslan kann verða ment. Tí er ævintýrið vert at lesa – bæði hjá stórum og smáum.

Ikki fyrr enn onkur sær virði í okkum, gerast vit livandi. Hóast Emma er ein dukka, so fær hon ikki lív, fyrr enn prinsessan tekur hana heim. Og eftir kann spurningurin standa, nú jólini eru í hondum: “Hvat virði hava jólini, um eingin er, sum elskar okkum?”

Standa saman um nýggj krøv

Hugurin drívir verkið, og lættast er at fáa høpi og endamál í arbeiðið, sum gevur meining, har tú kennir teg hava ávirkan, og har tú gert tað, tú brennur fyri. Tá ið tíðir, krøv og uppgávur broytast, er áhugavert at spyrja, hvat kann hótta arbeiðsgleðina og gera, at nýggju krøvini køva neyðugu fyritreytirnar.

Livandi samfelag við avbjóðingum
Har menniskju liva, eru altíð stórar avbjóðingar. Hóast vit føroyingar eru fáir, hevur eingin sagt, at her er lættari at liva. Og vitandi um avbjóðingar grannalond okkara hava, tykist tað sum um, at í Føroyum fáa ymiskar samfelagsligar avbjóðingar nú og tá lív, og blást verður í allar lúðrar, tí nú skulu øll vakna, jú, tí hetta er nakað heilt nýtt og ofta serføroyskt fyribrigdi.

Sjálvsagt er neyðugt at seta orð á ræðuleikar sum likamligan harðskap, misnýtslu av børnum og happing, sum altíð liggja og lúra. Men nakað nýtt er hetta ikki. Aldargamlir ræðuleikar, sum í dag oftari verða tiknir fram í ljósið og orð verða sett á. Neyvan fara hesir nakrantíð at hvørva heilt.

Áhugavert við kanning úr Svøríki, har tey miðvíst hava havt ein góðan og effektivan lóggivnan politikk ímóti happing. Hóast stór framstig og minkandi happing síðani lóggávuna í 1994, verða umleið 5% av svium í dag tó happaðir. Tí er neyðugt, at vit sum samfelag altíð hava eyguni vend á hesar ótolandi ræðuleikar og finna munagóðar loysnir - ikki bara tá ið nýtt átak gerst veruleiki, tá ið ráðstevna stendur fyri, ella tá ið ein nýggjur filmur verður vístur.

Serkunnleiki inn í fólkaskúlan
Í hesum sambandi er vorðin vanlig siðvenja hjá mongum, tá ið ljós verður varpað á avbjóðingar í samfelganum, at peika sama veg. Hóast foreldrini eiga børnini, so halda fleiri, at tað er so deiliga "lætt" at byrja í fólkaskúlanum. Gamaní, fólkaskúlin er staðið, sum savnar børn og ung og lætt er at raka hópin. Hetta fær eisini vertin í sendingini Sjónarhornið at spyrja løgna spurningin: "Er tað so livandi galið, at skúlarnir í Føroyum framvegis ikki megna at forða fyri happing?" Tá ið happing er ein veruleiki, er tað ræðuligt og eigur at verða steðgað alt fyri eitt, men sjálvsagt er trupulleikin samansettur og upplivingarnar ymiskar - tí hevur t.d. eg.fo vegleiðing til foreldur og onnur vaksin um at vera ábyrgdarfull.

Men hvar er serkunnleikin? Lærarar eru saman við børnum og ungum ein part av degnum og hava eisini stóra ávirkan á tey. Havi við stórum áhuga sæð hugvekjandi sendingarnar "Myginds mission", har Peter Mygind hevur eina missión at steðga happing í 8. x og harvið á øllum skúlanum. Skjótt legði eg til merkis, hvussu góða tíð Mygind hevði at tosa við næmingarnar. Hann hevði ikki ábyrgd fyri fakligari menning, einki atlit at námsætlan, ársætlan ella undirvísingargongd, einki samstarv við starvsfelagar, hevði ikki einar 100 ymiskar næmingar í teimum 26 pultstímunum við fyrireiking um vikuna, rætting av stílum, fyrisagnum ella uppgávum, einstakar foreldrasamrøður og annað, sum er ein partur av vanligum uppgávum hjá lærarum. At enda er vert at undirstrika, at afturat sær hevði Mygind ein persónligan happingarráðgeva, sum hann altíð kundi tosa við. Ein góð ynskilig støða - tó als ikki lík støðuni hjá lærarunum í gerandisdegnum.

Júst hesin leistur er møguliga gongd leið, at serkunnleikin kemur inn í fólkaskúlan, serkøn fólk, sum hava ávísa uppgávu við fakligari vitan at fyribyrgja og vegleiða, og sum hava tíð og møguleika at vera til reiðar, júst tá ið brúk er fyri tí. Haldi, at hetta hevði loyst onkrar trupulleikar.

Fólkaskúlaskipanin ikki barnavinarlig
Verandi fólkaskúlaskipan er ikki serliga barnavinarlig, tá ið hugsað verður um trivnað og børn, sum hava trupulleikar. Í skúlatíðini eru tey bundin at tímatalvu við einum vaksnum til einar 17-27 næmingar. Hóast vit vita, hvat trivnaður krevur, fylgir hvørki tíð ella serkunnleiki við.

Tá ið ljós verður varpað á trupulleikar sæst veruliga, hvussu mong eru, sum ikki hava tað gott. Tí hevur tað týdning støðugt at varpa ljós á trupulleikarnar, og at teir frá byrjan verða tiknir í álvara. Í einum samfelag har 80-90 hjúnarskilnaðir hvørt ár geva børnum djúp sár, har 5% av næmingum í 8. flokki hava verið fyri kynsligum ágangi og 14% av næmingum í fólkaskúlanum verða happaðir, bara fyri at nevna ein part, eru fylgjurnar umfatandi. Hesar merkjast sjálvsagt í skúlanum. Lærarar fáa nógv at gera og krøvini kunnu kennast, uttan nøktandi serkunnleika, køvandi.

Í faldaranum “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” stendur m.a., at týðandi partur av heildarætlanini er at undirvísa yrkisbólkum í harðskapi, og at tey skulu førleikamennast at fara um harðskapsmál og veita stuðul og viðgerð til persónar, ið eru fyri harðskapi. Hetta er avgjørt ynskiligt, men eg hugsi ikki, at tað í skipanini er møguligt at førleikamenna lærarar í øllum teimum ymisku ræðuleikunum næmingar í dag tíverri uppliva. Her skal - umframt grundleggjandi og áhaldandi arbeiði - peningur til.

Um hugurin skal dríva verkið í tíðini, har krøv og uppgávur broytast, er áhugavert at spyrja, hvat kann varðveita arbeiðsgleðina og svarið er óivað, at tað er tvingandi neyðugt, at yrkisbólkar standa saman um nýggju krøvini, so allir partar kenna, at hugurin drívur verkið og børnini fáa røttu hjálpina og vón fyri framtíðina.

Á ferð í litaða landslagnum

Eygamálið í Sosialinum, mars 2013
Hvussu landslagið sær út, velst um eygað, ið sær. Eitt eyga sær dalarnar og møguleikarnar, annað eyga sær fjøllini og forðingarnar. Møguliga er veruleikin ikki eins einfaldur, tó tað í almenna kjakinum sýnist rættiliga einfalt og einsíðugt, tá ið litaðu brillurnar verða settar á nøsina.

Eyguni hava seinastu tíðina sæð Kringvarpið spart, ætlanir at avtaka Landsbankan, Mentanargrunn landsins skerdan og flatskattin settan í verk. Hesi eymu mál, sum brillurnar á nøsini lita.

Uttan at taka støðu til, um játtanin til Kringvarpið er nøktandi ella ikki, kann tað undra, at tað var heilt ómøguligt, orsaka av ógvusligum og illviljaðum sparingum, hjá almenna Kringvarpinum at halda skránna, men nú, bara vikur eftir sparingarnar, er skráin meir ella minni hin saman sum fyri sparingina. Víðari kann tað irritera, at eyguni ofta verða tvingað at síggja veruleikan ígjøgnum litaðar brillur, har onkuntíð enntá øll við kjakborðið eru samd.

Uttan at taka støðu til, um Landsbankin er neyðugur fyri samfelagið ella ikki, so var grundgevingin fyri at varðveita Landsbankan sum stovn, at eitt skott skal vera millum politikarar og teir stovnar, sum umsita gjaldførið og skuld. Tá ið landsbankastjórin í Kringvarpinum síðani sigur, at hann í tíðini fram til komandi løgtingsval, til nýggj stjórn møguliga er skipað, fer at halda lív í nøkrum tingum, so tað ikki fer í fillir, er nærliggjandi at spyrja: Tá ið neyðuga skottið millum partarnar er litað, hvat er tað tá?

Inni í Spaniastovu var tað kanska ikki løgið, at fólk - øll við litaðum brillum - fóru at flenna, tá ið landsstýrinmaðurin skuldi grundgeva, hví rithøvundurin og listamaðurin skuldi fáa Mentanarvirðisløn landsins. Tí fyrst hevði listamaðurin skrivað undir listaboykott, síðani hótt við at partera landsstýrismannin, men í Spaninastovu tók hann við takksemi ímóti peningi frá sama landsstýrismanni, sum var eins ræðuligur og hin versti. Neyvan er nakað galið við listaliga avrikinum hjá listamanninum, men tilvildin spældi eitt puss - og trúvirðið í Mentamálaráðnum í fylgi einum í nevndini fyri grunninum, vaksið - og liturin broyttur.

Eyguni hava eisini fylgt við, hvussu oyðandi flatskatturin er fyri samfelagið. Hugtøk sum vina- og kenningapolitikkur ella korrupsjón tykjast at klinga væl. Tá so búskaparfrøðingurin í Degi og viku sigur, at tað er vøkstur í føroyska búskapinum, ja, tá hava mong møguliga í eina tíð hugt ígjøgnum brillurnar hjá onkrum øðrum.

Vit kunnu vera samd um, at tað er gott, at røddir gera vart við seg, tí ómøguligt er at taka litaðu brillurnar av. Men semja er óivað eisini um, at almenna kjakið manglar minst eina dimensión. Av tí sama gerst kjakið ikki serliga fjølbroytt. Myndirnar av landslagnum gerast ikki serliga spennnandi, tá tær altíð eru tiknar úr sama sjónarhorni - ella litaðar við somu brillum.

Hesi orð eru sum so ikki politisk, men áðrenn fólk eru farin at lesa, hava tey hugt eftir, hvør hevur skrivað, og í stundini verða brillurnar settar á nøsina, og hesar gera av, hvørjum eygum hetta skal lesast við - nakað einfalt, men nakað er um tað.