Sunday, June 29, 2014

Skulu vit bara vera fitt

Stígum fast á várt gólv, sparum ei vár skó... hetta kvøða mælskir og stoltir føroyingar, sum dáma væl at tosa um kappar í kvæði ella søgn, og øgilig er eisini søgan um Sigmund Brestisson í barnaútvarpinum. Vit vilja so fegin vísa á, at vit eru serstøk tjóð og reypa av okkara, eisini teimum, sum hava verið á hægsta tindi, róð um víðastu høv og verið við í størstu kappingum. Vit eru føroyingar við egnum máli, ríkari mentan, merki og fjølbroyttari siðvenju – siga vit.

Vinningurin í at oyggjarnar eru fjarskotnar er tó í dag næstan burtur, tí altjóða samfelagið tykist nærri enn nakrantíð og gevur okkum nýggjar avbjóðingar. Hetta merkja vit serliga í dag, nú fólk úr øðrum londum eru komin til landið og vilja tvinga okkum at laga virði og lógir okkara eftir teirra.

Tá vónleyst er at finna semju ímillum tey, sum drepa hval og tey, sum hinvegin vilja doyggja fyri hvalin, er spurningurin, hvussu hesar støður verða handfarnar skilabest.

Áhugavert er í øllum førum at síggja, at íkomna støðan seinastu dagarnar onkursvegna broytir føroyingin grundleggjandi, tí kappar og hetjur sýnast at vera løgd í dvala. Vit skulu nú ikki vísa, hvørji vit eru, ikki vísa, hvat vit gera og ikki gera mótstøðu.

Boðini eru stutt og greið, at vit skulu bara vera fitt. Longu nú eru tey svartklæddu úr útlondum her, og í alt summar verður innrás av teimum, sum stríða sítt stríð - við skølti prentaðum á stolta Merkið. Nei, vit skulu vera fitt, gestablíð og rólig.




Stóran týdning hevur eisini, at vit ongan hval reka inn í nakra hvalvág, tí tað skal eingin fremmandur síggja. Hoyrdist ein dagin, at grind varð funnin við Oyrargjógv, men grindaformaðurin gjørdi av at lata hana sleppa. Grundgevingin var eisini góð, tí, sum hann segði, so hevur nógv grind lagt beinini seinasta árið, so fólk í økinum hava nóg mikið av tvøsti og spiki. Eingin orsøk er at øsa tey svartklæddu, meðan tey eru í Føroyum. Sýslumaðurin í Vestmanna sigur, at sum støðan er nú, verður eingin grind dripin vestanfyri. Hesir eru samdir um, at so nógv grind er dripin vestanfyri í fjør, at eingin tørvur er á meiri grind.

Hóast samd við teimum, eri eg í døpurhuga um, hvussu vit loysa tílíkar avbjóðingar á skilabesta hátt. Rætt er at spyrja, um vit veruliga bara skulu vera fitt. So fitt, at vit ikki vísa, hvørji vit eru, ella hvat vit gera. Hugsi eisini, at hetta møguliga bara er byrjanin til tað, sum onnur fara at ynskja at broyta við føroyska samfelagnum.

Lætt er at skriva hesar hugsanir, tí eg skal sjálv ikki taka nakra týðandi avgerð í hesum máli, men hugsi tó, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørji vit eru og síðani at liva tað. Hóast vit eiga at virða hvønn annan, so eiga vit ikki at liva tað, onnur siga, vit skulu liva. Heldur ikki krógva tað, vit gera. Havi hug at spyrja, um vit veruliga við dirvi tora at vísa og at liva upp til teir kappar og tær hetjur, sum eru partar av føroysku mentanini, ella skulu vit bara vera fitt?

Eygamálið í Sosialinum, juni 2014

Thursday, June 26, 2014

Lat ikki gerandisdagin ovklyvja teg

Tíðin flýgur, samfelagið krevur, familjan fyllir og frítíðin kallar. Brú vildi kanska sagt: Steðga á! Lær teg at leggja likamið frá tær.

Røttu fyrimyndirnar í turninum hjá vaksnum kunnu vera børnini, tí um nakar, so duga tey at steðga á og lata turnið fáa frið. Tó er fylgisveinur teirra eisini veruligur. Tey er hótt, tí fíggindi teirra er sjálv fyritreytin og kravið í gerandisdegnum: Tey skulu passa inn í heimin hjá teimum vaksnu.




Einki var Heðin Brú lívstílsráðgevi, men hann tosar ígjøgnum sjódregilin við dreingin, sum ein innidag hevur lagt seg á songina at dagdroyma – at keða seg. Tey vaksnu hava ikki tíð, tað regnar úti, og tey vilja tí heldur ikki, at hann fer útaftur – hvør hevur tíð ella tímir at taka karmin upp eftir honum. Nú hann endiliga í huganum er á ferð saman við sjódregilinum, tímir hann als ikki heim aftur í heimin hjá teimum vaksnu. Men sjódregilin gevur ráð: Far tú nú aftur til menniskjuni og lær teg at trívast har. Tað kanst tú gera, tí tú hevur veittraheim at týða til, tá ið tað gerst tær ovboðið, og kann fáa nýggja lívsmegi og nýggjar hugsjónir – so leingi tú ert barn. – Men vara teg, tá ið tú verður vaksin og fer til verka; lat tá gerandisdagin ikki ovklyvja teg!

Um vit lurta eftir Brú, so kann fylgisveinur okkara gerast vanlagna, ikki bara fyri okkum, men fyri okkara. Hann hevði møguliga í dag sagt: Steðga á! Lær teg at leggja likamið frá tær. Hóast Brú er gamal og einki veit um okkara gerandisdag, so kunnu vit saman við honum hugsa, at vanlagnan er, at børnini skulu passa inn, hóast pláss ikki er fyri teimum. Tá er einki kubb at vera barn.

Vaksnalívið gongur óivað eisini í arv, eins og Tana French nevnir: “Øll vit kenna, sum gerast vaksin, eru líka: kopi av foreldrum teirra uttan mun til, hvussu avgjørt tey søgdu við seg sjálvan, at tey fóru at vera øðrvísi.”

Seinastu árini er vorðið púra vanligt við klummum, skeiði og bókum um persónliga menning og tíggjutals sjónvarpssendingar við kveikjandi coachum og fyrilestrum - møguliga enntá fíggjað av ídnaðinum sjálvum - sum siga okkum, at vit skulu liva okkara fulla potentiale, at vit skulu síggja ótta í eyguni og vinna á honum, at negativar hugsanir ella kenslur kunnu fiksast og vit skulu vekja innaru kempuna.

Sálarfrøðingurin Henrik Tingleff sigur m.a., at hann í arbeiði sínum møtir fleiri menniskjum, sum av hesum fáa kensluna av, at tað vanliga lívið merkir, at vit eru nøgd við tað, sum bara er toliliga gott. Mong er farin at halda, at vit altíð eiga at stremba eftir at liva okkara fulla potentiale, at vit altíð skulu seta okkum nýggj mál, menna okkum, optimera okkum – og um vit ikki eiga orkuna, so er ein coach til reiðar at hjálpa okkum út úr tí ov makliga inn í tað meira mennandi.

Andsøgnin við hesi gongdini kann gerast, at tað at keða seg verður ein trupulleiki. Tí tá er galið, tá ið eg upplivi negativar tankar og kenslur, og eg ikki veit, hvat eg skal gera. Brú visti, at vit eiga tíðum at gerast sum børn. Neyvan fáa vit gjørt stórt við, at tíðina flýgur, samfelagið krevur, familjan fyllir og frítíðin kallar. Høvdu vit bara lært okkum oftari at lagt likamið frá okkum og farið á ferð, og tá ið vit komu aftur at trivist har, so gerandisdagin ikki fær loyvi at ovklyvja okkum.


Tuesday, June 24, 2014

Framstig eru at hóma

Við stórum áhuga sat eg við telduna, har býráðsfundurin 19. juni varð stroymaður. Á skránni var m.a. skúlabygging í Klaksvík. Áhugavert var at hoyra, at allir býráðspolitikarar ynskja nýggja samanlagda fólkaskúlanum í býnum bestu karmar og atkvøddu eisini fyri byggjskránni, og harvið 1. byggistigi, av skúlaætlanini, nú hon fyriliggur.




Við 13 limum hevur byggibólkurin síðani 9. mai arbeitt við byggiskránni av skúlanum. Við dagsfundum og styttri fundum kann sigast, sum eisini kom fram á býráðsfundinum, at væl er komið burturúr. Eingin loyna er, at bólkurin hesa tíðina hevur arbeitt undir stórum trýsti. Longu 18. juni lá tilmælið frá byggibólkinum til samtyktar klárt til býráðsfundin 19. juni. Hetta er tilmæli við tíðar- og kostaðarmeting fyri 1. byggistig.

Í tilmælinum eru 2. og 3. byggistig nevnd og stendur har eisini, hvat hesi innihalda. Viðheft tilmælinum var byggiskráin fyri øll trý byggistigini og samlaða hølisskráin.

Fyri framman liggur stór nýbygging í millum skúlarnar báðar, tillaging av Skúlanum við Ósánna og umvæling av Skúlanum á Ziskatrøð. Sum sæst í byggiskránni og tilmælinum er verkætlanin býtt í trý byggistig:

Byggistig 1:
Útiøki/skúlagarður
Heimaøki 1. – 9. flokk við fýra 4 sporum
Serøki
Felagshøll við tænastudepil og matarhøll

Byggistig 2:
Fyrisiting
Fakhølir
Gigni
Útiøki
Valskúli

Byggistig 3:
Fimleikarhallir
Tannlækni
Forskúli
Útiøki

Hóast tilmælt er at byrja við útiøkinum í hesum árinum, 2014, so eiga vit ikki at gloyma, galdandi kanska serliga fyri politisku skipanina, at hetta er ”bara” ein partur av stóru verkætlanini, sum fer at fevna um fleiri ár og eisini fleiri býráð.

Við 1. byggistigi er ikki komið á mál. Í meðan eg sat og lurtaði eftir býráðspolitikarunum, so fekk eg onkuntíð varhuga av, tí tað eisini beinleiðis varð sagt, at í 2018 fer skúlin at standa liðugur. Júst her er vandin, tí alla tíðina eigur politiska skipanin at hava í huga, at uttan 2. og 3. byggistig er skúlin ikki liðugur. Neyðugt er, at øll byggistigini verða viðgjørd sum ein samlað ætlan og ongantíð hvør sær.

Avbjóðingin er kanska, at tilmælið hevur tíðar- og kostnaðarætlan fyri 1. byggistig, og tí verður hetta tikið sum ein skúli. Í veruleikanum er hetta ein triðingsskúli, hóast fyrsta byggistig óivað er tað størsta.

Spennandi verður at síggja broytingarnar á skúlaøkinum, bæði í bygningi og bygnaði. Stórar avbjóðingar standa fyri framman og neyðugt er, at lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur og ikki minst býráðið, nú og tey komandi, taka hetta í álvara og fylgja samlaðu ætlanini, til skúlin, við øllum trimum byggistigunum, stendur liðugur.

Gott og spennandi er at síggja, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi setur fólkaskúlan á skránna og ger frambrot. Hetta sæst longu og fer við vissu eisini at síggjast aftur í býnum komandi mongu árini.

Saturday, June 21, 2014

Lívið er eins og ein urtagarður

Far væl um gávuna, sum lívið, ið tær varð givið, er.

Ein góðan dag í juni fór hugurin at reika, einamest av einum urtagarði eg kom framvið. Hóast vilt vaksin, gjørdist eg hugtikin av vøkstrinum. Í garðinum uttan um urtagarðin var vakurt portur, sum segði mær frá møguleikanum at fara inn at gera urtagarðin enn vakrari.

Soleiðis fór hugurin hesa løtuna við mær. Ein og hvør okkara er ómetaliga dýrabarur. Flestu okkara trúgva ella kenna hetta kanska ikki, hóast tað er so.




Lívið, sum ein og hvør okkara eigur, er ein lítil urtagarður, sum vit hava fingið at arbeiða í. Tó eru allir urtagarðar ymiskir, teir hava ymiska jørð, ymisk fræ og ymiskt veðurlag.

Hóast ymiskir, kunnu allir urtagarðar gerast vakrir. Fræini verða kastað í jørðina, har tey súgva í seg vætuna, sum gevur teimum kraft at vaksa og broytast. Vit mugu ikki gloyma at lata ljósið skína inn í urtagarð okkara og vissa okkum um, at hann verður røktur við kærleika og eymari hond.

Soleiðis eru øll menniskjalív.

Hóast sera ymiskir, so er vanliga satt um allar urtagarðar, at gróður og vakurleiki teirra gerst sjónligur lutfalsliga eftir kærleikanum og umsorganini teimum verður víst.

Kann vera, at foreldur okkara ikki dugdu best at vísa okkum kærleika og umsorgan, og mest sannlíkt er tað, tí foreldur teirra ikki dugdu best at vísa teimum kærleika og umsorgan. Heimur okkara er eisini í stóran mun fløktur, so eingin orsøk er hjá okkum at geva øðrum skuldina fyri fløkjur, ella illgresi, í okkara lívi.

Her er løtan, og í hesi løtu hevur tú ein urtagarð, sum er tín. Hvussu enn uppaling tín var, so er í hesi løtu júst hesin urtagarður tín. Kann vera, at hann er nakað turrur og møguliga eisini nakað fullur av illgresi. Kanska hevði verið gott við meiri vætu og betri røkt. Alt snýr seg jú um at arbeiða við tí, tú hevur júst nú, hesa løtuna. Tað er nyttuleyst at ynskja, at tú hevði ein annan urtagarð, tí hesin er tín.

Inni í likaminum býr sinnið. Likamið er jørðin, har sinnið hvílir seg. Um tú vilt, at sinnið skal blóma, so gert tú væl at byrja við likaminum. Fræið fer ikki at vaksa, um jørðin er turr og hørð. At røkta likamið er eins og at væta og fylla jørðina við frískari luft.

Øll ynski tú hevur fyri hetta lívið eru fræini. Nøkur eru longu kastað í jørðina, onnur manglar tær, ella fert tú, at kasta. Um tú ynskir, at hesi skulu vaksa og gerast sterkur vøkstur, so mást tú røkta jørðina væl. Jørðin er tú. Tí er tað ein avgjørd treyt, at tú vísir tær sjálvum kærleika og umsorgan. Øll, ið røkta urtagarðar vita, at ein vakur urtagarður krevur tíð, nógvan kærleika og stóra umsorgan.

Um tú ynskir broytingar, vænta so ikki, at tú kanst broyta urtagarð tín í skundi. Gerst heldur ikki ræddur og mótleysur, um uppgávan tykist ov stór. Byrja bara onkrastaðni. Tú kanst byrja við einum lítlum horni í urtagarðinum og fyrst arbeið við tí. Alt vakurt er skapt smátt um smátt, og harvið kemur tað vakra ikki knappliga til sjóndar.

Størst týdning hevur, at tú gerst eitt sindur hvønn dag. Við hesum fara fræini at næla. Eitt sindur hvønn dag, tí skulu fræ næla og vaksa, mugu tey fáa vatn, luft, hita og ljós.

Røkta teg sjálvan sum ein urtagarð. Røkta og far væl um gávuna, sum lívið, ið tær varð givið, er. Tí lívið er eins og ein urtagarður.

Við hesum í huga gekk eg víðari og hugsaði, at ymiskt er, hvussu urtagarður mín sær út. Ofta megni eg ikki sjálv at væta, hita og senda ljós út í urtagarðin, men hetta kemur frá øðrum, sum eg kenni og eri saman við. Ja, urtagarðurin er mín, men hugsi, at tá vit øll eru dýrabarir urtagarðar, so eiga vit óivað eisini at minnast at hjálpa til í urtagarðinum hvør hjá øðrum. Soleiðis kunnu vit hvør í sínum lagi gerst urtagarðsmenn, sum, eins væl at gleðast um vøksturin hjá okkum sjálvum, eisini gleðast um og arbeiða fyri vøksturin hjá øðrum .




Gangandi eftir vegnum gleddist eg um gávuna, sum lívið, ið mær varð givið, er.

Monday, June 2, 2014

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir!

Vit standa mitt úti í víða Atlantshavinum, væl avbyrgd av fleiri hundrað fjórðingum av villum havi í allar ættir, og á okkara 18 oyggjum hava vit allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag. Oyggjarnar vóru í øldir manntómar, men við tíðini vóru nøkur, sum gjørdust góð við oyggjarnar og kallaðu tær Føroyar. 

Nøkur av okkum gjørdust góð við júst hetta staðið, Klaksvík. Umgird av høgum fjøllum í tríggjar ættir, meðan ein liggur opin til havs, hevur hon eisini verið krubba hjá fleiri av fremstu listar-, ítróttar- og vinnulívsfólki. Her vit standa, mítt í býnum, í Vágstúni, er ikki leingi, til eygað festir seg við ymiskt, sum er ímynd av teimum, sum hava virkað, og sum í dag eru virkin her – mongu virkini, handlarnir, bátar og skip, listin, kirkja og samkomur, ítrótturin, skúlar, matstovur, kafeir, hotel og tað, sum ein spennandi býur eigur at hava.

Vit eru øll ymisk og onkuntíð eisini ósamd. Í dag standa vit tó øll saman, samd ella ósamd, her standa børn, ung, manndómurin og aldurdómurin. Vit umboða øll okkara upphav, og hóast ymisk og einstaklingar, eru vit øll grundleggjandi eins. Okkum tørva øll at vera viðurkend fyri tey, vit eru, og fáa møguleika at liva eitt virkið lív.





Vinnulív og mentan

Komandi ár, í 2015, eru tað 100 ár síðani Kjølbro lat handil upp í Klaksvík, og setti hetta ferð á serstaka vinnuliga framburðin í Klaksvík, sum ikki bara kom at hava stóran týdning fyri hetta øki, men fyri allar Føroyar. Í árunum eftir 1. heimsbardaga og fram til 60ini mentist miðalstóra bygdin í Norðuroyggjum til størstu fiskivinnuhavn í landinum. Áhugavert er eisini at nevna, at sama ár, kom Norðlýsið út á fyrsta sinni.

Møguliga er avbjóðingin í einum fiskivinnuhøvuðsstaði at fáa bæði vinnu og mentan at mennast saman. Søguna um, tá ið Karsten Hoydal var og vitjaði listamálaran Sámal Joensen Mikines, ið var innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hoyrdi eg ein dagin frá Karin Kjølbro. Karsten var tá stjóri á Klakksvíkar Hermetikk. Mikines spurdi Hoydal: "Hvussu gongst við skaldskapinum?" Karsten svaraði, at tað kom ov lítið burturúr. Mikines skuldi tá svara aftur: "Nei, kulturur trívist ikki í toski." Hugsi, at Karsten møguliga hevur kent seg, við sínum serstøku skaldargávum, eitt sindur einsligan her í býnum. Men um spurningurin varð settur í dag, hevði svarið vissuliga verið eitt annað.

Kenna søguna

Um vit skulu kenna okkum sjálvi, mugu vit eisini kenna søguna. Søgan liggur í teimum, sum undan eru farin. Tey, sum hava livað og virkað her, myndað býarlívið og nøkur teirra ítøkiliga lagt rúgvismikið tilfar eftir seg, sum vit í dag kunnu síggja stórt í. Elinborg Lutzen, Paulina Joensen, systkinabarn hennara Fridtjof Joensen, Frida Zachariassen, Robert Joensen og Símun Hansen fyri at taka nøkur úr rúgvuni.

Var eisini til hugnaliga konsert um listamannin Jógvan Waagstein, sum Tónlistaskúlin skipaði fyri. Livandi tónarnir og listin gjørdu kvøldið serstakt. Millum mong onnur løg, sum Waagstein eigur, er: “Hann rann sær kátur upp um heyg” til yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus, har lítli pilturin kennir ábyrgd og gerst glaður um hjarta at gera mun: “Og drongur heim úr haga gekk. “Væl gangist tær,” í løn hann fekk. Hann gjørdist glaður leingi.”


Framtíðin - børn og ung

Hesin pilturin kann vera ímyndin av teimum, sum í dag eru børn og ung. Vónin og framtíðin liggur í børnunum. Við røttum umstøðum vaksa tey seg sterk og gerast rættir skapandi álitis samfelagsborgarar. Avgerandi fyri fólkaskúlan í býnum í dag er, nú vit standa fyri grundleggjandi bygnaðarbroytingum, at vit standa saman um nýggju avbjóðingarnar. Her skal eitt miðvíst og nágreiniligt arbeiði, frá Klaksvíkar kommunu, leiðslum, lærarum og foreldrum, leggjast í fyri at fáa størsta fólkaskúlan í landinum at virka. Tí við børnunum fremst í huga byggja vit land og gera tey før fyri at bjóða nútíðini og framtíðini av. Hetta er grundarlagið fyri framtíðarmenning.

Fyrimyndirnar hjá børnum og ungum eru nýskapandi og spennandi. Edward Fuglø hevur avdúkað listaverkið The Seagull Has Landed í Skúlanum við Ósánna, sum vísir dansandi føroyingar á mánanum. At droyma stórt og at hava visiónir er neyðugar, tí hesi fara vónandi í framtíðini at merkjast í býnum. Tí í Klaksvík merkist veruliga, at einstaklingurin hevur týdning. Uttan hugfarslig fólk so var eingin Norðoyastevna, Summarfestivalur, Sjómannadagur ella Torradagar – ella Summargleði, sum á fyrsta sinni verður nú í juni.


Serstøk tjóð

Klaksvík er partur av serstakari tjóð við egnum máli og merki, ríkari mentan og fjølbroyttum siðvenjum. Vit eru skjót at halda, at einki er so vakurt sum Føroyar - ella fyri okkum Klaksvík. Ofta fyrst klaksvíkingur síðani føroyingur. Vit kenna okkum eiga oyggjarnar og býin, og ognarkenslan er verulig.

Tó ger veruleikin á onkran hátt føroyingin tvíbýttan. Vit eru tjóð í tjóðini. Vit kunnu t.d. velja, um vit hava grønt ella reytt pass. Merkið veittrar á Mount Everest, men MBF má lata ST skuggafrágreiðing um føroysk viðurskifti inn saman við dønum. Onkuntíð eru vit partur av ES, onkuntíð avgjørt uttanfyri. Hugvekjandi er eisini at hoyra føroyingin siga, at føroyskt er ov torført, og mong siga enntá, nógv ímillum danskt er lættari.

Hesi dømi fari eg at knýta at míni egni søgu. Tí eins og nevndu dømini gera okkum tvíbýtt, er eisini nevnivert, at tá ið ítróttafólk við breki luttaka í Paraolympisku leikunum, er tað undir Merkinum, og tá ið ítróttafólk, uttan brek, luttaka í olympisku leikunum, sum Pál Joensen hevur gjørt so meistaraliga, verður Merkið sett til viks. Í vikuni veittraði Arni Vatnhamar Merkið á heimsins hægsta tindi, men Pál er noyddur at svimja undir Dannebrog.

Hesi dømi eiga at minna okkum á, at vit ongantíð spyrja okkum sjálvi nóg ofta: Hvørji eru vit? Hvat samfelag vilja vit hava? Og ongantíð mugu vit undirmeta, at tað eru vit, sum eru føroyingar, klaksvíkingar og norðoyingar, sum eiga at avgera hetta. Serstaka avbjóðingin í at vera tvíbýttur, er skynsemi at síggja týdning í at kenna okkum sjálvi, fyri ikki at hvørva í stóru myndini, men hvíla í okkum sjálvum.


Eiga at gerast ein sterk eind

Um vit víðari tosa tvíbýtt, býta vit okkum føroyingar ofta í aðrar tveir bólkar – í øðrum fólk við breki og í hinum tey sokallaðu “normalu”. Ikki kenni eg orsøkina, men kann bara vóna, at vit á hesum øki halda fram við at flyta okkum, so hesir bólkarnir smelta saman og gerast ein sterk eind.

Sum forkvinna í MBF fari eg, nú eg havi møguleikan, at koma við einum hjartans ynski og hugskoti til myndugleikarnar á staðnum at gera Klaksvík til eitt fyridømi við atkomumøguleikum fyri øll. Hetta er atkoma í víðastu merking: í skúla, útbúgving, arbeiði, frítíðarlívi, mentanarlívi, samkomulívi og til allar tær tænastur, sum eru ein sjálvfylgja hjá fólki við vanligum førleika. At gera Klaksvík til ein bý, har øll hava somu møguleikar uttan mun til førleika.


Nú eiga vit løtuna

Í dag, her í Vágstúni, mitt í víða Atlantshavinum, eiga vit løtuna. Tað er nú, at vit kunnu avgera, hvørji vit vilja verða, og hvørjar umstøður vit vilja bjóða hvør øðrum. Vit hava allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag við íbúgvum, sum hava valt at búgva her.

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir! Her er spennandi at vera, og her er mennandi at búgva. Á Norðoyastevnu hittast familjur og vinir til eina vælskipaða skrá fyri dagarnar.

Fari at ynskja øllum eina framhaldandi góða Norðoyastevnu og stóra takk til fyrireikarar og tykkum øll, sum í gerandisdegnum leggja orku í ítrótt, tónleik, list, skúlaskap og takk fyri álitið at vera biðin at røða her!

Takk fyri!

Røða á Norðoyastevnu 2014