Friday, May 10, 2013

Vænta nógv og fá meira

Veruleikan skulu vit sjálvandi kenna, men hugvekjandi er tó, at um vit nóg ofta vænta tað ringa, endurtaka tað negativa ella tað, vit óttast, kann tað gerast veruleiki. Fordómar kunnu gerast mørk, sum halda okkum aftur og køva møguliga góða úrtøku. Svarið tykist vera, at arbeiða væl við tí tilfeingi, sum er tøkt, seta okkum greið mál og síggja, hvat skal gerast. Tí tað vit vænta, fáa vit.

Royndir hjá sálarfrøðinginum Robert Rosenthal vísa á, at endaliga úrslitið ofta er í samsvari við tað, vit vænta ella í samsvar við fordómar okkara. Tað eru tó ikki altíð orðini, sum avgera hetta, men tónalag, andlitsbrá, kropsburður og soleiðis vit samskifta tað, vit vænta av øðrum, sum kann broyta, hvussu tey síggja seg sjálvi, og hvussu vit vænta at tey fara at bera seg at - hetta avgerð eisini motivatión teirra, og hvussu tey mennast.

Tað byrjaði við rottum, har Rosenthal setti spurning við, um vit menniskju kunnu ávirka avrik bæði hjá dýrum og menniskjum við tí, vit vænta av teimum. Í 1960unum gjørdi hann sálarligar royndir, sum vístu, at stytsta leið til dugnaligar rottur – og menniskju – er at vænta nakað positivt av teimum.

Hví er tað so? Møguliga, tí tey sum arbeiddu við “klóku” rottunum vóru vinarlig, eggjaðu meira og vóru róligari enn tey, sum arbeiddu við “dølsku” rottunum. Tær klóku fingu eisini viðurkenning, sum í øðrum samanhangi er líkt “pep talk”.


Úrslitið gav Robert Rosenthal hug at gera líknandi roynd við næmingum, tí hvat hendir í veruleikanum, um lærararnir vænta meir av summum og minni av øðrum næmingunum? Áðrenn ein ávísur bólkur av næmingum byrjaði í nýggjum flokki, við nýggjum lærara, gjørdi Rosenthal intelligensroynd av næmingunum. Um nakrar av næmingunum fingu lærararnir at vita, hóast teir vóru tilvildarliga útvaldir, at her var talan um næmingar við serligum góðum evnum. Árið eftir vísti royndir við somu næmingum, at teir næmingarnir, sum lærarin væntaði nakað positivt av, vístu betri úrslit enn hinir. Hetta verður í dag kallað Rosenthal-effektin.

Hóast møguliga veikt grundarlag til gerandisdagin annars, vísir hetta, at heldur enn at síggja veikleikar, eiga vit at síggja styrkir. Eins og víst varð á, so hevur Rosenthal-effektin ávirkan á menniskju, og tá menniskju mennast í mun til vónir, sum verða sett teimum, er avbjóðingin at arbeitt verður meira málrættað at byggja upp positivar vónir og fokusera á styrkir.

Aðrar kanningar vísa, at menniskju flest heldur tosa um tað lægra, miseydnaða ella veika, men Rosenthal-effektin røkkur óivað nógv longri, og er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, har positivar vónir draga okkum nærri tí, vit ynskja skal henda.

Tá ið tosað verður um samfelagsviðurskifti er óivað eitt mark fyri, hvussu ofta vit skulu hoyra t.d., at øll tey klóku antin flyta av landinum, ella ikki flyta heima aftur, og um nøkur ár verður neyvan liviligt her á landi, áðrenn vit fara at trúgva tí. Tí tað vit vænta, fáa vit. Vit kunnu hyggja rundan um okkum, um ikki sjón er fyri søgn?
 

No comments:

Post a Comment