Friday, December 27, 2013

Heima er so hjartaligt eitt orð

Eygamálið í Sosialinum, desember 2013

“Heima er tó altíð best at vera” yrkti Símun av Skarði, og somuleiðis í dag hugsa flest øll, at fyrsta heim okkara var gott, men seinni fáa vit tó sjálvi longsul eftir egnum heimi, sum karm um lívið og litað av okkara samleika. Takksom fyri tað, sum var, rætta vit okkum eftir byrjanini til okkara egna. Tí heima kenna vit okkum heima.

Søgan sigur okkum, at serligir stovnar fyri fólk, ið bera brek, vóru so at siga pakkaloysnir - bústaður, skúli, arbeiðspláss og frítíðarítriv. Hóast kærkomnar broytingarnar og staðfestingina av, at fólk, ið bera brek, eru vorðin natúrligari partur í samfelagnum, varð á altjóða brekdegnum 3. desember, sum var hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, spurt, hvussu langt eru vit komin við bústaði til øll?

Tað, sum seinastu tíðina er skrivað og lagt upp til, boðar frá einum politiskum ynski um, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so øll fáa eitt nøktandi heim í mun til teirra tørv.

Vakra ynski er tó í dag bókstavir, sum tørva lív. Ynski um egnan bústað eigur at gerast veruleiki, tí hvat ger tað við sjálvvirði títt, at tú ikki kanst búgva í egnum bústaði? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at fólk ikki vísa í verki, at tey virða tín tørv? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at møguleiki ikki er at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt? Óneyðugt er at svara spurningunum, tí grundleggjandi tørvur okkara er at vera sædd og fáa tørv okkara stillaðan. Júst tað mennir sjálvvirði og ger okkum før fyri at vaksa sum menniskjað.

Lyklaorðið er virðing. Virðing fyri fyritreytunum, sum tryggja góða lívsgóðsku, og hetta ynski hava øll.

Bústaðarpolitikkurin í Føroyum eigur sjálvsagt at geva rúm fyri, at fólk, ið bera brek, fáa egnan bústað við tilknýttum tænastum og møguligum hjálpitørvi í boði. Hetta fram um pláss á bústovni. Gleðiligt er, at eitt nú undir Kongavarða í Tórshavn og á Norðoyri eru íbúðir, sum eru atkomuligar fyri koyristólar. Hetta er ein byrjan.

Um allar íbúðir, ið bygdar vera, eru egnaðar t.d. til fólk við rørslutarni ger hetta, at hesi, eins og onnur, fáa møguleikan frítt at velja, hvar og hvussu tey ynskja at búgva. MBF viðmerkti soleiðis fyri árum síðani, at: “Hesin hugburður til bústaðarbygging leggur beinleiðis upp til eina samantvinning av fólki við breki og øðrum, samstundis sum tað verður fyribyrgt at fólk við breki verða stúvaði saman í ávís økir.”

Ímyndið tykkum, um nú matvøruhandlar kravdu, at kundarnir skuldu standa á hondunum í 5 minuttir fyri at fáa vøruna, ella um allir skóhandlar kravdu, at kundarnir skuldu leypa tveir metrar hæddarlop fyri at keypa skógvar uttan nakað undantak ella tillaging. Tá hugsi eg, at trupult hevði verið hjá fleiri at keypt bæði mat og skógvar. Sjálvandi eru hetta ikki krøv, tí tað er meiningsleyst at krevja nakað av fólki, sum tey ikki megna. Hetta hevði gjørt stóran mismun á kundunum og mong høvdu tá verið bæði svong og skóleys – eins syrgiligt og at vera heimleysur.

Hvat gera vit, tá ið vilji at møta ynskinum hjá fleiri føroyingum at fáa egið heim ikki verður vístur í verki? Samfelagsmyndin sær í nøkrum førum soleiðis út. Tí, sum er, eru øki, har ein bólkur í samfelagnum, ikki er vælkomin. Eisini eiga vit at minnast til, at hesi ongan áhugað hava í at vera í avmarkaða bólkunum, men tað eru onnur, sum gera avmarkingarnar - so hjartaliga.

No comments:

Post a Comment