Sunday, March 9, 2014

Hvat vilja kvinnurnar?

Genturnar sita friðarligar á gólvinum og spæla. Tær eru farnar inn í ein nýggjan heim, har familja teirra býr. Tær býta uppgávurnar og gera allar sítt til, at leiklutirnir verða leiktir til fulnar. Prátið gongur væl, og lagaði er gott. 


Mitt í øllum brestur hurðin upp og inn kemur Spider-man rennandi og rópandi eftir gólvinum. Hann bjóðar gentunum av, hann vil berjast ella okkurt líknandi. Genturnar sálast og vilja sjónliga hava Spider-man at hvørva, tí hann hevur einki at gera í “heimi” teirra. Tær vilja hava frið. Spider-man kennir á sær, at hann er púra óynsktur. Hann bíðar eina løtu, men fer síðani larmandi víðari og finnur onkran annan at spæla við.


Løtumyndin kann fáa okkum at spyrja: Hvussu langt eru vit komin? Mammubørn og Spider-man. Hárfríðkari og sløkkiliðsmaður. Nú mundi eg sagt skrivari og stjóri. Nakað soleiðis sýnast leiklutirnir at vera hjá uppvaksandi gentum og dreingjum. Hetta er áhugavert, tá ið tosað verður um javnstøðu og um ov fáar kvinnur í leiðandi størvum í 2012. Tí hvussu langt eru vit komin?

Hóast helmingurin av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, eru øll á einum máli um, at kvinnur skulu - ikki bert heima, men eins og menn - mynda samfelagið alt. Enn eru tær fáar. Júst her er møguliga ein av orsøkunum til, at fleiri kvinnur ikki eru í leiðandi størvum í dag. Spurningurin er, hvørjar vilja bjóða seg fram?

Minnist eina søgu um ein mann, sum fortaldi abba sínum, at hann hevði fingið eina dóttir. Abbin svaraði: “Tað verður betur næstuferð!” Skemtiliga søgan sigur óivað eisini eitt sindur um, hvussu gamlir stavnar skulu ristast eitt sindur fyri at virða, velja og síggja kvinnuna eins dugnaliga og mannin – ikki bert heima. Og at rættir menn ikki bert fáa synir.

Sjálvandi krevur javnstøða ikki, at kvinnur gerast menn ella hinvegin – men munurin er stórur. Vit koma neyvan uttan um, at leiklutirnir, børn trívast í, eisini eru sjónligir, tá ið tey gerast vaksin. Kanningar innan skúla og útbúgving vísa, at fleiri kvinnur enn menn fullføra eina útbúgving. Men seinni, tá ið tey eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, er myndin vend á høvdið. Tá eru menn stjórar, leiðarar og politikarar, og hóast góða byrjan í skúlanum hava kvinnurnar ilt við at bjóða seg fram.

Hennara kongliga hátign drotning Margretha hevur sagt: “Sum kvinna skalt tú altíð gera tað betri enn maðurin. Men tað er heldur ikki so torført.” Satt, men hvussu síggja kvinnur seg sjálvar? Áhugaverd kanning, har endamálið m.a. var at kanna, hvat kvinnur sjálvar kunnu gera fyri at bøta um viðurskiftini, vísir, at enn liva fordómarnir um kvinnur í leiðslu væl - hesir fordómar liva eisini í kvinnunum sjálvum. Hetta vísir nevniliga, hvussu stór avbjóðingin er.

Í Føroyum er boðskapurin óivað, eins og kanning hjá “Ledernes Hovedorganisation” vísir: “Bjóða teg fram í eini mansdominerandi mentan, har menn duga betri at føra seg fram, tá ið leiðarastørv skulu setast. Har kvinnur skulu vera dugnaligari enn menn fyri at fáa stjórastarvið. Har menn duga betri at gera teirra úrslit sjónlig, og har menn eru meira málrættaðir í karrieruætlanum. Har kvinnur hava størri ábyrgd heima, og har hildið verður, at kvinnur við smáum børnum ikki kunnu hava stjórastarv. Har mannligi stjórin setur ein mannligan stjóra, sum passar sínum egna profili. So hvat vilja kvinnurnar?

No comments:

Post a Comment