Sunday, February 15, 2015

Er stovnsbarnið gjaldið fyri lívið, tey vaksnu liva

Samfelagið broytist alsamt, og tað ger gerandisdagurin hjá børnum og vaksnum eisini. Á mangan hátt er samfelagið í dag fjølbroyttari enn nakrantíð við fleiri avbjóðingum og møguleikum – serliga fyri tey vaksnu. Hvørji krøv seta hesar broytingar børnunum.




Grundleggjandi fyritreytir broytast ikki
Vit vita, at børn í røttum umstøðum og við røttu avbjóðingunum ikki kunnu annað enn mennast og læra. Mong hava sett orð á júst hetta, og um vit lurta eftir danska granskaranum Knud Illeris, kann læring verða lýst sum ein tilgongd, har børnini ogna sær vitan, kunnleika og evni ígjøgnum upplivingar og royndir tey fáa, tá ið tey taka lut í og geva sítt íkast í samspæli við onnur.

Hóast samfelagið broytist, so broytast grundleggjandi fyritreytirnar fyri at læra og mennast sum menniskja ikki – og fara neyvan nakrantíð at gera tað. Lýsingin hjá Illeris sigur nakað um hvussu, men einki um hvør kann ella skal standa fyri at skapa karmarnar hjá børnum at læra og mennast.


Foreldur og námsfrøðingar
Spontant hugsa vit, at tað sjálvsagt fyrst og fremst eru foreldrini. Hinvegin er veruleikin í dag, at flestu børn verða, bara nakrar mánaðir gomul, skrivað inn í eina skipan, sum meira ella minni tekur yvir partar av gerandisdegnum, ímeðan foreldrini gera sítt. Vit hava kallað barnatilboðið ansing, men í dag verður tað kallað mennandi dagtilboð.

Í áhugaverdum práti í KVF seinasta mánadag um fyrstu námsfrøðingarnar, sum fingu prógv fyri 25 árum síðani, varð prátað um, hvussu tíðirnar eru broyttar hesi árini. Forkvinnan í Pedagogfelagnum varð endurgivin fyri at siga: “Útbúgvingin sum námsfrøðingur er samfelagsligi grundarsteinurin, og tann týdningarmesti lærdómurin nakar kann nema sær.” Víðari segði hon, at hetta er tí, at arbeiðið, sum pedagogar útinna í dag er jú frá grundini av, frá tí barnið er nær sagt nýføtt og allan vegin uppeftir heilt upp í vaksnamannalívið (tosar her um øll arbeiðsøki teirra við ungum og eldri), so eru námsfrøðingar um tey, og skulu læra tey, og menna tey, ella skapa karmar rundan um børnini, sum gera, at tey kunnu mennast og læra at blíva góðir samfelagsborgarar. Læra at vera saman við øðrum, læra at taka atlit til hvønn annan, vera góð við hvønn annan og sleppa at vera skapandi...

Ilt er at vera ósamd, men ilt er eisini at síggja, hvar markið fyri ábyrgdini hjá “samfelagnum” av barnalívinum gongur? Hóast vit vita, at børn í røttum umstøðum ikki kunnu annað enn mennast og læra, so ger tað ikki tað sama, hvørjum tey eru mest saman við.

Sjálvsagt er gott og onkuntíð neyðugt við góðum ráðum og viljanum at vera vegleiðari hjá foreldrum. Tó er arbeiðið sum námsfrøðingur ein vinnuvegur og ikki eitt kall, og við at traðka um hetta markið, kann broytingin óviljað taka sjálvsálitið frá foreldrunum, sum fara at ivast í foreldraleiklutinum, og hvør í veruleikanum hevur størst týdning fyri barnið.




Hvør er uppalari
Forkvinnan er ikki í iva, at foreldrini eiga ábyrgdina at uppala børn, og at foreldrini altíð vilja vera kjarnin í uppalingini hjá børnunum, men, sigur hon víðari, tað er eingin ivi um, “at børn eru í dag øgiliga nógvar tímar á dagstovni, og teir tímarnir tey eru heima eru kanska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin, men tað, sum er týdningarmikið í hesum er hendan eyðmýktin, sum pedagogurin hevur fyri mentanini og tilveruni hjá familjuni og hjá barninum, at tað sleppur at vera tað, sum tað er, heimanífrá og allíkavæl eisini verður styrkt til at vera nakað saman við øðrum t.v.s. nakað í sær sjálvum og nakað saman við øðrum.”

Av sonnum hugvekjandi orð, at børn í dag eru øgiliga nógvar tímar á dagstovni, og teir tímarnir tey eru heima eru kanska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin. Prátið í útvarpsstovuni fer víðari, og spurningur verður ikki setur við útsøgnina, sum hugsandi er góðtikin, tí soleiðis liva vit bara í dag.

Ikki minni hugvekjandi er júst broytingin, sum forkvinnan fyrr í prátinum vísir á: “Samfelagsgongdin og samfelagsmenningin hon krevur sítt, og tað er øgiliga týdningarmikið, at útbúgvingin (hjá námsfrøðingunum) fylgir við, soleiðis at vit hava pedagogar, sum eru brynjaðir til ta tíðina, sum teir skulu arbeiða í og ábyrgdin á tí einstaka, mann kann siga, at einstaklinga hugsanin í samfelagnum í dag setir øgiliga stór krøv til, at tú skalt arbeiða við menningini hjá hvørjum einstøkum, tú hevur stóra ábyrgd fyri, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg...”


Dugnaligir námsfrøðingar, men...
Spurningurin, eg siti eftir við, er, hvar halda vit foreldraleikluturin steðgar, og hvat byrjar samfelagið at eta seg inn á ábyrgdina hjá foreldrunum?

Um eg hugsi sum mamma, so hugsi eg ikki, at onnur vaksin eiga at síggja tað sum sína uppgávu at mynda mítt barn, sjálvt um eg kann geva forkvinnuni rætt, tá ið hon sigur: “Eg ivist onga løtu í, at foreldur hava verið ómetaliga glað fyri at fáa tann økta kapasitetin inn í lívið hjá teirra børnum.” Ja, eg havi verið ómetaliga glað fyri dugnalig fólk, sum hava verið og eru um børn míni nakrar tímar um dagin. Tey hava veruliga gjørt arbeiðið væl, og børnini fara heilt víst at hava nógv góð minnir frá dagrøktini, barnagarðinum og frítíðarskúlanum.

Men ongantíð havi eg sæð hesa uppgávuna sum kompensatión fyri mína fráveru at vera foreldur. Hugsi, at vit eiga at lata foreldur vera foreldur – bæði hjá smábørnum og hjá skúlabørnum – og eiga ábyrgdina.


Hvørjar avbjóðingar tosa vit um
Sum víst verður til, so er tað ein avbjóðing, at børn í dag eru nógv á stovni, og halda vit tá, at barnalívið er nøktandi? Vit vita, at mong børn hava longri “arbeiðsdag” enn foreldrini, og eru troytt av degnum, tá ið tey verða avheintað. Halda vit, at tað er í lagi, at samfelagið tekur yvir og átekur sær uppgávuna, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg?

Vit vita ikki, tí tosað verður ikki nógv um evnið, men námsfrøðingarnir eru óivað nøgdir, tí hetta er arbeiði teirra, sum teir eisini gera væl. Men hvat við teimum, sum eiga børnini, sum vilja vera meira saman við foreldrunum? Vit eru kanska bláoygd og halda, at námsfrøðingarnir duga eins væl og vit at vera saman við børnum okkara, og við hesum hugsa vit minni um, at fráveran okkara gerst prísurin barnið má gjalda fyri lívið, vit liva.

No comments:

Post a Comment