Monday, May 18, 2015

Við søguni fara vit inn í framtíðina

Søga nýtist ikki at vera gomul fyri at vera søga. Tá ið nýggjar tíðir koma, eiga vit sjálvsagt at fevna framtíðini, samstundis sum vit minnast søguna. Vit eru, saman við teimum, ið farin eru, jú øll partur av søguni og fara at umboða ymisk tíðarskeið.

Latið ei søguna doyggja
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl” yrkir Rasmus Effersøe. Nú vit standa á einum vegamóti í skúlasøguni í Klaksvík, er viðkomandi at taka Effersøe upp á orðið og vísa á skúlasøguna í býnum og búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar seinastu árini.

Skúlasøgan í Klaksvík er eini 180 ára gomul. Í 1833 varð fyrsti skúlin bygdur í Gerðum, sunnan fyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”. Longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður.

Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini læntari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina, ið er tætt við, har KFUM&K stendur í dag. Hesin skúlin varð nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 varð nýggjur skúli tikin í nýtslu. Hann varð seinni nevndur Gamli Skúli og er í dag Tónlistaskúlin. Skúlin við Skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í Gamla Skúla vóru tvær skúlastovur og íbúðir til 1. læraran og ein annan lærara.

Í 1924 varð nýggjur skúli, nevndur Nýggi Skúli, bygdur á Skúlatrøð. Seinni varð hesin nevndur Skúlin á Ziskatrøð. Skúlin hevði upprunaliga fýra skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum reist, og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan. Í 1939 varð fimleikahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygt saman millum fimleikahøllina, nú Gamla Fimleikahøll, og Nýggja Skúla. Við saman- og útbyggingini fekk skúlin trettan skúlastovur afturat umframt tríggjar stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á  undirvísingarhølum varð 29. Nýggi Skúli varð tikin niður í 2012.

Í 1972 stóð skúli liðugur við serhølum, tá kallaður Serskúlin, millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla. Umframt tvær skúlastovur hevði hann sangstovu, evningstovu, verkstað til træ- og metalsmíð, tvær fimleikahallir, høli til heilsusystur og tannlækna.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna liðugur. Hann hevði upprunaliga tíggju skúlastovur. Í 1979 varð hann víðkaður við fimm stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur skúli í 1979. Tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

KÍ-høllin og svimjihøllin hoyra eisini upp í skúlabygningarnar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.


Nýggjara søgan
Sostatt gingu eini 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til Skúlin við Ósánna, fyri ein stóran part, varð tikin niður og bygdur av nýggjum. Fyrri parturin av skúlanum, ið varð tikin í nýtslu í apríl í 2010, var 1. og 2. byggistig, og seinni parturin, ið varð tikin í nýtslu í 2011, var 3. byggistig. Skúlin við Ósánna er í dag 3100 fermetrar til støddar, átjan skúlastovur og fimm serstovur. Tey trý økini verða nýtt til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild.

Eftir at Klaksvíkar kommuna 24. apríl 2014 samtykti at leggja báðar fólkaskúlarnar í býnum saman, varð farið undir at arbeiða við út- og nýbygging av skúlunum. Serliga er tørvur á at samanbyggja skúlarnar og at út- og umbyggja Skúlan á Ziskatrøð. Á býráðsfundi 19. juni 2014 tóku nevndir og býráð støðu til innihald og kostnað av fyrsta byggistigi. 1. byggistig hevur felagshøll, serskúla, heimaøki við floksstovum og bólkarúmum til mið- og framhaldsdeild, miðlasavn, námsfrøðiligan tænastudepil, serhøli til heimkunnleika, leiklist og tónleik umframt útiøki.

Tá ið 1. byggistig eftir ætlan stendur liðugt í 2018, kemur 2. byggisting, ið hevur høli til fyrisiting, fakhølir, Gigni, útiøki, valskúla. 3. Byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlæknastovu, forskúla og útiøki.


Búmerkini
Í fólkaskúlasøguni standa vit í eini broytingartíð og hava í dag aftur ein fólkaskúla í býnum. Navnakapping er skrivað út, og seinni verður eisini búmerkjakapping skrivað út. Tá fara tey bæði búmerkini, sum í dag verða nýtt, “Skúlabørn” og “Bátur og børn”, møguliga í søguna.

Hesi bæði búmerkini hevur Fridtjof Joensen gjørt. Fridtjof Joensen varð føddur í Mikladali í 1920 og andaðist í 1988. Hann var útbúgvin á myndhøggaraskúlanum á Listaskúlanum í Keypmannahavn.

Bátur og børn
Myndina “Bátur og børn”, sum í dag er fest á Serskúlan, bað Klaksvíkar Kommuna Fridtjot Joensen gera. Hon er gjørd uppi við Borðoyarvík í eini bilhúsi eystan fyri Spinnaríið, sum Klaksvíkar Byggivirki tá átti. Myndin er gjørd í 1975 og hongd upp tíðliga í 1976.   


Myndin varð fyrst gjørd úr leiri og var eitt forarbeiði ella modell til veruligu myndina. Síðani varð gips lagt omaná.

Tá ið gipsmyndin var liðug, varð formurin gjørdur og síðan sendur til Danmarkar. Tá var arbeiðið hjá Fridtjofi líkasum liðugt. Í Danmark varð myndin stoypt í bronsu, og er tað henda bronsumynd, sum í dag er fest á Serskúlan.

Gentumyndirnar eru Oddbjørg Andreasen og Bernhardina Klein. Dreingirnar eru Jógvan Johannesen og Jóannes Joensen.

Skúlabørn
Búmerkið hjá Skúlanum við Ósánna gjørdist træskurðurin ”Skúlabørn”, ið varð gjørdur longu í 1964. Hann var við á Norðoyastevnuframsýningini 1965, og tá keypti Klaksvíkar Kommuna træskurðin frá listamanninum sjálvum.


Fridtjof arbeiddi ta tíðina í blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum, men allar slíkar myndir vórðu gjørdar í frítíðini heima við hús hjá listamanninum. Sama er galdandi fyri træskurðin “Skúlabørn”, ið helst er gjørdur í køkinum heima hjá Fridtjofi á Gørðum.

Sum modell til myndina brúkti Fridtjof  nøkur skúlabørn í familjuni. Fremst gongur Jákup Andreasen. Síðan kemur Morid Jacobsen (Guttesen), ið leiðir Berhardinu Klein. Aftan fyri í myndini er Jógvan Brim Joensen á súkklu.        

Myndin er gjørd úr einum stórum rekatræi, sum Fía á Bakka á Húsum sá reka suður gjøgnum Kalsoyarfjørð undir krígnum. Træið var stórt og viðurin sera væl egnaður til endammálið. Fridtjof gjørdi fleiri træskurðir úr hesum træi.



Nýtt navn og búmerki
“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl”. Vit eiga at minnast og virðismeta búmerkini, ið prýtt hava skúlarnar í Klaksvík seinastu mongu árini. Fridtjof Joensen var kendur, evnaríkur og arbeiðssamur listamaður og hevur við hesum búmerkjum verið ein týðandi partur av samleikanum í skúlunum í mong ár. Í komandi tíð fer møguliga nýtt navn at verða givið skúlanum saman við nýggjum búmerki. Tá byrjar aftur eitt nýtt tíðarskeið. 

No comments:

Post a Comment