Wednesday, June 26, 2013

Døggváta undrið

Í eini lægd á veg út í Taravík býr eiturkoppurin - eg sá ikki eiturkoppin sjálvan, men eg sá døggváta lokkanetið. Hann er, eins og aðrir eiturkoppar, áttaføtt kykt, sum nýtir tíðina at gera sær net at veiða flugur við. Á afturkroppinum hevur hann seks spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður lokkanetið spunnið, har flugur og onnur skordýr renna seg í. Lívsgrundarlagið verður við hesum neti tryggjað, men fyri júst hetta lívsgrundarlag mugu onnur dýr lata lív. Hóast neyðuga deyðan, so er hetta eitt undur. Als ikki eitt óvanligt undur, sum tí má vera eitt av vanligu undrunum.




Døggváta lokkanetið var bara eitt av øllum teimum vanligu undrunum, sum eg sá í dag. Fuglur, seyður og onnur dýr skapa sær tilveruna í skiftandi umstøðum og veðri - tað gera menniskjuni eisini. Hetta eru vanlig undur, sum vit mugu minna okkum á og læra okkum at síggja. Hesi kunnu eisini vera tey, sum Sarah McLachlan syngur um í Ordinary Miracle, um alt tað vakra, vit síggja. Tá tað fer at kava ella regna, at sáðið í moldini veksur, at sólin rísur, at ferðafuglur fer avstað og kemur aftur og at vit vakna til ein nýggja dag.

Hugsi ikki, at eiturkoppurin, sum býr á veg út í Taravík, veit ella hugsa um, at hann er partur av vanligu undrunum í gerandisdegnum, men menniskjuni hava eginleikan og kunnu gerast varug við vanliga, stóra undrið, tey eru lutur av. Hesa kensluna av takksemi og undran fekk eg í dag.
Her er leinkja til sangin hjá Sarah McLachlan Ordinary Miracle:
http://www.youtube.com/watch?v=1I32BV77gK8

No comments:

Post a Comment