Sunday, June 29, 2014

Skulu vit bara vera fitt

Stígum fast á várt gólv, sparum ei vár skó... hetta kvøða mælskir og stoltir føroyingar, sum dáma væl at tosa um kappar í kvæði ella søgn, og øgilig er eisini søgan um Sigmund Brestisson í barnaútvarpinum. Vit vilja so fegin vísa á, at vit eru serstøk tjóð og reypa av okkara, eisini teimum, sum hava verið á hægsta tindi, róð um víðastu høv og verið við í størstu kappingum. Vit eru føroyingar við egnum máli, ríkari mentan, merki og fjølbroyttari siðvenju – siga vit.

Vinningurin í at oyggjarnar eru fjarskotnar er tó í dag næstan burtur, tí altjóða samfelagið tykist nærri enn nakrantíð og gevur okkum nýggjar avbjóðingar. Hetta merkja vit serliga í dag, nú fólk úr øðrum londum eru komin til landið og vilja tvinga okkum at laga virði og lógir okkara eftir teirra.

Tá vónleyst er at finna semju ímillum tey, sum drepa hval og tey, sum hinvegin vilja doyggja fyri hvalin, er spurningurin, hvussu hesar støður verða handfarnar skilabest.

Áhugavert er í øllum førum at síggja, at íkomna støðan seinastu dagarnar onkursvegna broytir føroyingin grundleggjandi, tí kappar og hetjur sýnast at vera løgd í dvala. Vit skulu nú ikki vísa, hvørji vit eru, ikki vísa, hvat vit gera og ikki gera mótstøðu.

Boðini eru stutt og greið, at vit skulu bara vera fitt. Longu nú eru tey svartklæddu úr útlondum her, og í alt summar verður innrás av teimum, sum stríða sítt stríð - við skølti prentaðum á stolta Merkið. Nei, vit skulu vera fitt, gestablíð og rólig.




Stóran týdning hevur eisini, at vit ongan hval reka inn í nakra hvalvág, tí tað skal eingin fremmandur síggja. Hoyrdist ein dagin, at grind varð funnin við Oyrargjógv, men grindaformaðurin gjørdi av at lata hana sleppa. Grundgevingin var eisini góð, tí, sum hann segði, so hevur nógv grind lagt beinini seinasta árið, so fólk í økinum hava nóg mikið av tvøsti og spiki. Eingin orsøk er at øsa tey svartklæddu, meðan tey eru í Føroyum. Sýslumaðurin í Vestmanna sigur, at sum støðan er nú, verður eingin grind dripin vestanfyri. Hesir eru samdir um, at so nógv grind er dripin vestanfyri í fjør, at eingin tørvur er á meiri grind.

Hóast samd við teimum, eri eg í døpurhuga um, hvussu vit loysa tílíkar avbjóðingar á skilabesta hátt. Rætt er at spyrja, um vit veruliga bara skulu vera fitt. So fitt, at vit ikki vísa, hvørji vit eru, ella hvat vit gera. Hugsi eisini, at hetta møguliga bara er byrjanin til tað, sum onnur fara at ynskja at broyta við føroyska samfelagnum.

Lætt er at skriva hesar hugsanir, tí eg skal sjálv ikki taka nakra týðandi avgerð í hesum máli, men hugsi tó, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørji vit eru og síðani at liva tað. Hóast vit eiga at virða hvønn annan, so eiga vit ikki at liva tað, onnur siga, vit skulu liva. Heldur ikki krógva tað, vit gera. Havi hug at spyrja, um vit veruliga við dirvi tora at vísa og at liva upp til teir kappar og tær hetjur, sum eru partar av føroysku mentanini, ella skulu vit bara vera fitt?

Eygamálið í Sosialinum, juni 2014

No comments:

Post a Comment