Tuesday, June 24, 2014

Framstig eru at hóma

Við stórum áhuga sat eg við telduna, har býráðsfundurin 19. juni varð stroymaður. Á skránni var m.a. skúlabygging í Klaksvík. Áhugavert var at hoyra, at allir býráðspolitikarar ynskja nýggja samanlagda fólkaskúlanum í býnum bestu karmar og atkvøddu eisini fyri byggjskránni, og harvið 1. byggistigi, av skúlaætlanini, nú hon fyriliggur.




Við 13 limum hevur byggibólkurin síðani 9. mai arbeitt við byggiskránni av skúlanum. Við dagsfundum og styttri fundum kann sigast, sum eisini kom fram á býráðsfundinum, at væl er komið burturúr. Eingin loyna er, at bólkurin hesa tíðina hevur arbeitt undir stórum trýsti. Longu 18. juni lá tilmælið frá byggibólkinum til samtyktar klárt til býráðsfundin 19. juni. Hetta er tilmæli við tíðar- og kostaðarmeting fyri 1. byggistig.

Í tilmælinum eru 2. og 3. byggistig nevnd og stendur har eisini, hvat hesi innihalda. Viðheft tilmælinum var byggiskráin fyri øll trý byggistigini og samlaða hølisskráin.

Fyri framman liggur stór nýbygging í millum skúlarnar báðar, tillaging av Skúlanum við Ósánna og umvæling av Skúlanum á Ziskatrøð. Sum sæst í byggiskránni og tilmælinum er verkætlanin býtt í trý byggistig:

Byggistig 1:
Útiøki/skúlagarður
Heimaøki 1. – 9. flokk við fýra 4 sporum
Serøki
Felagshøll við tænastudepil og matarhøll

Byggistig 2:
Fyrisiting
Fakhølir
Gigni
Útiøki
Valskúli

Byggistig 3:
Fimleikarhallir
Tannlækni
Forskúli
Útiøki

Hóast tilmælt er at byrja við útiøkinum í hesum árinum, 2014, so eiga vit ikki at gloyma, galdandi kanska serliga fyri politisku skipanina, at hetta er ”bara” ein partur av stóru verkætlanini, sum fer at fevna um fleiri ár og eisini fleiri býráð.

Við 1. byggistigi er ikki komið á mál. Í meðan eg sat og lurtaði eftir býráðspolitikarunum, so fekk eg onkuntíð varhuga av, tí tað eisini beinleiðis varð sagt, at í 2018 fer skúlin at standa liðugur. Júst her er vandin, tí alla tíðina eigur politiska skipanin at hava í huga, at uttan 2. og 3. byggistig er skúlin ikki liðugur. Neyðugt er, at øll byggistigini verða viðgjørd sum ein samlað ætlan og ongantíð hvør sær.

Avbjóðingin er kanska, at tilmælið hevur tíðar- og kostnaðarætlan fyri 1. byggistig, og tí verður hetta tikið sum ein skúli. Í veruleikanum er hetta ein triðingsskúli, hóast fyrsta byggistig óivað er tað størsta.

Spennandi verður at síggja broytingarnar á skúlaøkinum, bæði í bygningi og bygnaði. Stórar avbjóðingar standa fyri framman og neyðugt er, at lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur og ikki minst býráðið, nú og tey komandi, taka hetta í álvara og fylgja samlaðu ætlanini, til skúlin, við øllum trimum byggistigunum, stendur liðugur.

Gott og spennandi er at síggja, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi setur fólkaskúlan á skránna og ger frambrot. Hetta sæst longu og fer við vissu eisini at síggjast aftur í býnum komandi mongu árini.

No comments:

Post a Comment