Thursday, March 21, 2013

Lívið hevur litir

Eygamálið í Sosialinum, juni 2012
Bjóðað verður tær vælkomnum inn í litríka heimin, sum sigur seg síggja stórt í ymiskleika, har menniskjuni skulu tora at vera øðrvísi og góðtaka hvønn annan, sum tey eru. Tó eru mong, júst í hesum sama heimi, sum gera upp, hvat verður góðtikið og hvar mørkini ganga. So løgið tað ljóðar, so eru mørkini í frælsa litríka heiminum ikki serliga víð.

Vit kenna óivað øll onkran, sum verður bólkaður uttan fyri hetta sokallaða “normaløkið” – ella møguliga eru vit ein av teimum. Hesi eru mong, men eg hugsi serliga eru tey, sum bera brek.

Orðið “brek” merkir, at okkurt er galið, ella at tað ikki eigur at síggja soleiðis út. Tá ið børn verða fødd, hyggur ljósmóðirin beinanvegin, um alt er, sum tað skal. Tað er tað ikki altíð. Hóast hetta bjóðar heimurin tær vælkomnum inn, men eitt skalt tú vita, at tey sum hóska best til litríka heimin, eru tey bestu, skjótastu, vakrastu og klókastu. Reypað verður av, at í dag er møguleiki at síggja fostur longu í móðurlívi, har avdúkað verður, um okkurt er galið. Spurningurin er bara, at tá ið okkurt er galið, hvat fara tey so at gera?

Eingin ynskir sær eitt barn við breki. Tvístøðan er ótolandi, tí gleðin um at hava fingið eitt barn, fær líkasum ein skugga, við hópin av ósvaraðum spurningum. Øll foreldur ynskja sær eitt barn uttan brek, og eitt lív uttan skugga. Men tað vísir seg tó, at menniskju hava tann einastandandi eginleika at vaksa við uppgávuni. Um vit hyggja at søguni, so er hetta satt bæði fyri børnini og foreldrini.

Ein av stóru yvirskriftunum í donsku bløðunum í summar var “Skjótt verða børn við Downs syndromi søga”. Er litríka samfelagið farið at rudda út? Hvat verður so gjørt við tey, sum bera brek, sum ikki er sjónligt í móðurlívi? Tí hvønn týdning hevur tað veruliga, hvussu eg síggi út, ella hvat mær feilar? Hava tey í litríka heiminum gloymt at leita longur og spyrja: “Hvør ert tú?

Sjálvandi hevur persónliga viðurkenningin stóran týdning: “Eg beri brek og tað er ein partur av mær.” Men størri týdning hevur tó staðfestingin, at eg eri meir enn eitt brek. Tað ókenda skapir fordómar og tey, sum ikki kenna tey, ið bera brek, síggja brekið heldur enn menniskjað. Enntá verður góðtikið at lýsa hvønn annan og siga: “Hon sjálv, sum haltar.” Ræðuligt stempul! Tí hvørji vilja vera lýst út frá einum breki? Hvør vil VERA eitt brek. Spurningurin er, hvat finnur eygað í teimum, vit síggja?

Menniskju eru grundleggjandi øll eins. Men um vit eru skerd, ger hetta nakað við okkum. Tað gevur møguleika at hugsa, hví skuldi eg vera so? Tá tú sum barn ella vaksin skal liva í einum samfelagið, sum ikki er innrættað eftir tínum tørvum, er neyðugt, at øll standa saman og velja at síggja - at samfelagið veruliga sær - stórt í ymiskleikanum, og vísir vilja at gera nakað við tað. Tað er rætt og heimurin gerst fjølbroyttari.

Skulu vit góðtaka, at fólk við breki t.d. ikki fáa nøktandi skúlatilboð, arbeiði ella ikki kunnu flyta í íbúð? Lívið er meir enn at vera til, og lívið er ein stór avbjóðing - hjá flest øllum. Tá vit merkja lívið, verða tankarnir virknir. Lívið fær litir - døkkar og ljósar. Lívið spyr ikki hvat og hvussu, men vit eru noydd til at taka tað, sum lívið bjóðar okkum. So er tað, spurningurin, hvussu fáa vit mest ella best burturúr? Um øll skulu fáa eitt gott lív, so eru vit noydd at síggja stórt í ymiskleikanum og skapa tilsvarandi karmar. Hetta, heldur enn at rudda út! Hetta krevur nógv av báðum pørtum, men tástani fær lívið veruligar litir.

No comments:

Post a Comment