Friday, March 15, 2013

Standa saman um nýggj krøv

Hugurin drívir verkið, og lættast er at fáa høpi og endamál í arbeiðið, sum gevur meining, har tú kennir teg hava ávirkan, og har tú gert tað, tú brennur fyri. Tá ið tíðir, krøv og uppgávur broytast, er áhugavert at spyrja, hvat kann hótta arbeiðsgleðina og gera, at nýggju krøvini køva neyðugu fyritreytirnar.

Livandi samfelag við avbjóðingum
Har menniskju liva, eru altíð stórar avbjóðingar. Hóast vit føroyingar eru fáir, hevur eingin sagt, at her er lættari at liva. Og vitandi um avbjóðingar grannalond okkara hava, tykist tað sum um, at í Føroyum fáa ymiskar samfelagsligar avbjóðingar nú og tá lív, og blást verður í allar lúðrar, tí nú skulu øll vakna, jú, tí hetta er nakað heilt nýtt og ofta serføroyskt fyribrigdi.

Sjálvsagt er neyðugt at seta orð á ræðuleikar sum likamligan harðskap, misnýtslu av børnum og happing, sum altíð liggja og lúra. Men nakað nýtt er hetta ikki. Aldargamlir ræðuleikar, sum í dag oftari verða tiknir fram í ljósið og orð verða sett á. Neyvan fara hesir nakrantíð at hvørva heilt.

Áhugavert við kanning úr Svøríki, har tey miðvíst hava havt ein góðan og effektivan lóggivnan politikk ímóti happing. Hóast stór framstig og minkandi happing síðani lóggávuna í 1994, verða umleið 5% av svium í dag tó happaðir. Tí er neyðugt, at vit sum samfelag altíð hava eyguni vend á hesar ótolandi ræðuleikar og finna munagóðar loysnir - ikki bara tá ið nýtt átak gerst veruleiki, tá ið ráðstevna stendur fyri, ella tá ið ein nýggjur filmur verður vístur.

Serkunnleiki inn í fólkaskúlan
Í hesum sambandi er vorðin vanlig siðvenja hjá mongum, tá ið ljós verður varpað á avbjóðingar í samfelganum, at peika sama veg. Hóast foreldrini eiga børnini, so halda fleiri, at tað er so deiliga "lætt" at byrja í fólkaskúlanum. Gamaní, fólkaskúlin er staðið, sum savnar børn og ung og lætt er at raka hópin. Hetta fær eisini vertin í sendingini Sjónarhornið at spyrja løgna spurningin: "Er tað so livandi galið, at skúlarnir í Føroyum framvegis ikki megna at forða fyri happing?" Tá ið happing er ein veruleiki, er tað ræðuligt og eigur at verða steðgað alt fyri eitt, men sjálvsagt er trupulleikin samansettur og upplivingarnar ymiskar - tí hevur t.d. eg.fo vegleiðing til foreldur og onnur vaksin um at vera ábyrgdarfull.

Men hvar er serkunnleikin? Lærarar eru saman við børnum og ungum ein part av degnum og hava eisini stóra ávirkan á tey. Havi við stórum áhuga sæð hugvekjandi sendingarnar "Myginds mission", har Peter Mygind hevur eina missión at steðga happing í 8. x og harvið á øllum skúlanum. Skjótt legði eg til merkis, hvussu góða tíð Mygind hevði at tosa við næmingarnar. Hann hevði ikki ábyrgd fyri fakligari menning, einki atlit at námsætlan, ársætlan ella undirvísingargongd, einki samstarv við starvsfelagar, hevði ikki einar 100 ymiskar næmingar í teimum 26 pultstímunum við fyrireiking um vikuna, rætting av stílum, fyrisagnum ella uppgávum, einstakar foreldrasamrøður og annað, sum er ein partur av vanligum uppgávum hjá lærarum. At enda er vert at undirstrika, at afturat sær hevði Mygind ein persónligan happingarráðgeva, sum hann altíð kundi tosa við. Ein góð ynskilig støða - tó als ikki lík støðuni hjá lærarunum í gerandisdegnum.

Júst hesin leistur er møguliga gongd leið, at serkunnleikin kemur inn í fólkaskúlan, serkøn fólk, sum hava ávísa uppgávu við fakligari vitan at fyribyrgja og vegleiða, og sum hava tíð og møguleika at vera til reiðar, júst tá ið brúk er fyri tí. Haldi, at hetta hevði loyst onkrar trupulleikar.

Fólkaskúlaskipanin ikki barnavinarlig
Verandi fólkaskúlaskipan er ikki serliga barnavinarlig, tá ið hugsað verður um trivnað og børn, sum hava trupulleikar. Í skúlatíðini eru tey bundin at tímatalvu við einum vaksnum til einar 17-27 næmingar. Hóast vit vita, hvat trivnaður krevur, fylgir hvørki tíð ella serkunnleiki við.

Tá ið ljós verður varpað á trupulleikar sæst veruliga, hvussu mong eru, sum ikki hava tað gott. Tí hevur tað týdning støðugt at varpa ljós á trupulleikarnar, og at teir frá byrjan verða tiknir í álvara. Í einum samfelag har 80-90 hjúnarskilnaðir hvørt ár geva børnum djúp sár, har 5% av næmingum í 8. flokki hava verið fyri kynsligum ágangi og 14% av næmingum í fólkaskúlanum verða happaðir, bara fyri at nevna ein part, eru fylgjurnar umfatandi. Hesar merkjast sjálvsagt í skúlanum. Lærarar fáa nógv at gera og krøvini kunnu kennast, uttan nøktandi serkunnleika, køvandi.

Í faldaranum “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” stendur m.a., at týðandi partur av heildarætlanini er at undirvísa yrkisbólkum í harðskapi, og at tey skulu førleikamennast at fara um harðskapsmál og veita stuðul og viðgerð til persónar, ið eru fyri harðskapi. Hetta er avgjørt ynskiligt, men eg hugsi ikki, at tað í skipanini er møguligt at førleikamenna lærarar í øllum teimum ymisku ræðuleikunum næmingar í dag tíverri uppliva. Her skal - umframt grundleggjandi og áhaldandi arbeiði - peningur til.

Um hugurin skal dríva verkið í tíðini, har krøv og uppgávur broytast, er áhugavert at spyrja, hvat kann varðveita arbeiðsgleðina og svarið er óivað, at tað er tvingandi neyðugt, at yrkisbólkar standa saman um nýggju krøvini, so allir partar kenna, at hugurin drívur verkið og børnini fáa røttu hjálpina og vón fyri framtíðina.

No comments:

Post a Comment