Friday, March 15, 2013

Har tú og eg gera mun

Eygamálið í Sosialinum, november 2012

Í litfagra húsinum á Vallingaváli livir Pippi sorgleysa lív sítt. Hon býr einsamøll saman við stóra hesti og lítlu apu síni. Pippi hevur avbjóðandi hugsanir um, hvussu lívið eigur at livast, hon er sterkari enn tann sterkasti og hevur avgjørda meining um næstan øll viðurskifti. Júst hendan søgan hevur í mong ár givið bæði børnum og vaksnum lívligt hugflog og hevur við vissu eisini víst á skeivleikar viðvíkjandi sambandinum ímillum børn og vaksin. Um vit nú eina løtu seta ævintýr og bókligan lærdómin annars til síðis, kunnu vit fyri barnið í dag hóskandi spyrja: Hvør skal syrgja fyri mær?

Í flogfarinum lá eitt blað á stólinum, og eg setti meg at lesa. Har stóð hugtakandi søgan um Lisbeth Zornig Andersen, sum hevur verið formaður fyri “Børnerådet”, har hon hevur arbeitt fyri grundleggjandi rættindum hjá børnum til verju, ávirkan og umsorgan.

Longu sum barn lærdi Lisbeth at klára seg sjálva. Hóast hon tey fyrstu árini livdi heima, vóru foreldur hennara ikki før fyri at geva henni tað, henni tørvaði. Mamman varð við jøvnum millumbili bankað, hon og systkin hennara livdu í órøkt, og tey róku fyri vág og vind.

Hugvekjandi sigur hon sjálv nakað soleiðis: “Tey, sum høvdu avgerandi ávirkan á lív mítt, vóru grannin Holst, lærarin Grethe og námsfrøðingurin Karen”.

Upplivingarnar av harða barndóminum og ørkymlandi ungdóminum er tí í dag avgjørda drívmegin hjá Lisbeth Zornig Andersen. Hóast hon sjálv er ein fyrimynd fyri mong, so vísir hon á, at børn einsamøll ikki megna at gera munin, sum skal til. Hóast nøkur undantøk, so vísir Lisbeth á týdningin í menniskjunum, sum børn møta á lívsleiðini. Hóskandi er nevniliga spurningurin: Hvør skal syrgja fyri mær?

Líknandi var kenslan, tá ið eg herfyri hoyrdi Lisbet Pipping í Norðurlandahúsinum siga sína søgu um lívið saman við mammu síni, sum orsaka av menningartarni ikki megnaði avbjóðingina. Eins og hon sjálv legði herðslu á, er tað ikki nóg mikið fyri barnið, at sagt verður: “Tey gera tað, so væl tey kunnu”. Her er eingin umbering. Børn hava krav á, at grundleggjandi tørvir verða nøktaðir. Víðari kunnu vit siga, at tá ein góður gerandisdagur er treytaður av teimum, vit eru saman við, er avgerandi, at vit síggja týdningin í, at ikki “samfelagið” einsamalt ger munin, men at tú og eg, sum eru samfelagið, gera mun!

Nei, Pippi trívist ikki uttanfyri bøkurnar. Barnið uttan onkran vaksnan, sum sýnir tí kærleika og tekur sær av tí, er einki barn. Skeivleikarnir, ið Pippi sjálv vísir á, kunnu vit taka til okkum, men tó er ikki høpi í, at børn skulu megna gerandisdagin sjálvi. Kenslan hetta kvøldið við litríku, frísku og reyðhærdu Pipping, sum segði søgu sína, var eins og ferðin út úr ævintýraheiminum inn í náðileysa veruleikan í sorgfyltu søgu hennara. Ófatiligt, men hóast eina slíka søgu hevur svenska Lisbeth, eins og danska Lisbeth, dirvi at siga sína søgu. Hvat vit læra av slíkum søgum, er torført at siga, tó kunnu hesar søgurnar hava við sær, at vit oftari geva okkum far um tey, sum vit eru saman við - og við takksemi taka til okkum, at vit veruliga kunnu gera mun í lívinum hjá øðrum.

No comments:

Post a Comment