Friday, March 15, 2013

Øll ynskja sær eitt jólaævintýr

Kanska var tað veðrið hendan kalda desemberdagin og dragandi glæman í sýnisglugganum, sum gjørdi, at eg fór inn. Leikur, spøl og alskyns bøkur. Komin inn, møtti eg vinkonuni, sum segði: “Hevur tú sæð nýggju bókina um Emmu?” Lætti og blídligi spurningurin gjørdi meg forvitna. Fór at hyggja, og millum nýggju bøkurnar á borðinum lá bókin “Dukkan Emma – eitt jólaævintýr”. Á veg heim lá nýggja bókin í taskuni.

Eins og høvundurin sjálv á baksíðuni greiður frá, hevur dukkan Emma búð í handlinum hjá Pæturi í fleiri ár. Eingin ynskir sær Emmu. Emma kennir seg vrakaða, óelskaða og virðisleysa. Jólini eru aftur í hondum, og Emma hevur lítla og onga vón um at verða keypt hesi jólini. Men so hendir nakað. Kongurin í landinum og prinsessan ganga fram við sýnisglugganum, og prinsessan fær eyga á Emmu.

Maria Mørkøre, listakvinna og rithøvundur, hevur myndprýtt og skrivað bókina. Stórar og smáar myndir eru á hvørjari opnu. Litirnir eru veikir, men hugnaligu myndirnar geva eitt gott huglag og gera bókina spennandi - eisini fyri tey minstu. Bókstavirnir á gulligu síðunum eru stórir og greiðir.

Í ævintýrinum eru tveir pallar. Nærliggjandi er at nevna tað pallar, tí eisini havi eg sæð ævintýrið, um Emmu, sum leik. Ævintýrið er væl egnað sum leikur, og kann lættliga gerast bæði stuttligur, hugnaligur og veruliga fáa bæði vaksin og børn at seta teir stóru spurningarnar. Fyrsti pallurin er handilin hjá Pæturi. Hugnaligi handilin, í ónevnda býnum, gevur lesaranum eina kenslu av, at vit aftur eru í einum av teimum góðu, gomlu handlunum, har tíð var at tosa við viðskiftafólk, og har handilsfólk sjálvi góvu tær vøruna. Síðani verður pallmyndin kongshúsið, og ævintýrið gerst heilt tíðarleyst. Hetta kann vera bæði nú og tá.

Í ævintýrinum møta vit Pæturi, Emmu, eini smágentu og mammu hennara, konginum og prinsessuni. Meðan alvitandi frásøgufólkið eygleiðir hendingarnar, verður lesarin førur fyri at fara inn og hyggja at hugsanum, gerðum og kenslum hjá persónunum. Lesarin verður tikin við og sær júst tað, sum fyri søguna hevur týdning. T.d. tá ið handilsmaðurin, Pætur, letur hurðina aftur og fer heim eftir loknan arbeiðsdag, verður frásøgufólkið verandi í handlinum og sigur sorgblíðu søguna um dukkuna, Emmu.

Jólaævintýrið fevnir um nakrar dagar. Tað er bæði dagur og nátt, og eina løtu, undir vakrasta jólatrænum í býnum, missir Emma dagaskil. Tó kunnu vit hugsa, at dagarnir eru teir seinastu undan jólum. Júst hesir dagarnir og næturnar draga spenningin so við og við upp í hæddina, og tá ið komið er upp, er eingin vegur niður aftur. Har er gott hjá Emmu at vera, og har verður lesarin eisini verandi.

Møguliga er tað júst seinasta síða í ævintýrinum, sum ger, at lesarin verður verandi í hæddini, og um somu tíð gerst varugur við, at hetta er meir enn eitt vanligt ævintýr. Hóast ævintýrið væl kann standa einsamalt, verða kongurin og prinsessan her latin í nýggjan búna, sum kemur úr Bíbliuni. Høvundurin tillagar orðini hjá Jesusi um, at børn hansara skulu gerast kongssynir og kongsdøtur í ævir og skulu búgva í kongshøllum saman við honum altíð. Og við hesum verður boðskapurin í ævintýrinum avdúkaður. Tann virðisleysa, sum í viðurkenningini av at vera elskað, fær ovurstórt virði.

Ævintýrið er væl skrivað og lætt at lesa. Høvundurin nýtir eitt nú sansirnar, tá ið hon skrivar. Kuldin bæði sæst og merkist. Sjáldan hava vit givið okkum far um, hvat gávurnar undir jólatrænum hugsa, tí tað eru tær neyvan førar fyri. Men har liggur Emma so spent og bíðar, til pappírið verður tikið av, so hon kann fáa nýtt lív. Hon sær, hoyrir og kennir.

Einki ævintýr uttan mótsetningar, og her í stórum tali. Gleði og sorg, ljós og myrkur, hiti og kuldi, ynskt og vrakað, vón og mótloysi, ílatin og nakin, eydnað og miseydnað. Mótsetningar, sum ikki einans í ævintýrum er áhaldandi veruleiki og altíð nærverandi, men eins væl grundleggjandi mótsetningar í menniskjalívinum, sum sjálvsagt als ikki broyta grundleggjandi tørvin hjá einstaka menniskjanum at vera elskað og tí eisini góðtikið, júst sum tað er.

Liðug at lesa ævintýrið, gjørdist eg takksom - eins og handilsmaðurin Pætur, heit um hjartað. Fór at hugsa eins og annar kendur rithøvundur: “Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.”

Hóast boðskapurin í ævintýrinum hóskar væl siðbundnu og hugnaligu jólunum, sum vit vanliga hava eina mynd av, so liggur her eisini ein alheims menniskjaligur tørvur djúpt rótfestur. Júst í tørvinum at vera saman við teimum, sum elska okkum. At hava virði, at vera valdur, at onnur gleðast um teg og um at kenna seg heima. At vera har, sjálvskenslan kann verða ment. Tí er ævintýrið vert at lesa – bæði hjá stórum og smáum.

Ikki fyrr enn onkur sær virði í okkum, gerast vit livandi. Hóast Emma er ein dukka, so fær hon ikki lív, fyrr enn prinsessan tekur hana heim. Og eftir kann spurningurin standa, nú jólini eru í hondum: “Hvat virði hava jólini, um eingin er, sum elskar okkum?”

No comments:

Post a Comment