Friday, March 15, 2013

Á ferð í litaða landslagnum

Eygamálið í Sosialinum, mars 2013
Hvussu landslagið sær út, velst um eygað, ið sær. Eitt eyga sær dalarnar og møguleikarnar, annað eyga sær fjøllini og forðingarnar. Møguliga er veruleikin ikki eins einfaldur, tó tað í almenna kjakinum sýnist rættiliga einfalt og einsíðugt, tá ið litaðu brillurnar verða settar á nøsina.

Eyguni hava seinastu tíðina sæð Kringvarpið spart, ætlanir at avtaka Landsbankan, Mentanargrunn landsins skerdan og flatskattin settan í verk. Hesi eymu mál, sum brillurnar á nøsini lita.

Uttan at taka støðu til, um játtanin til Kringvarpið er nøktandi ella ikki, kann tað undra, at tað var heilt ómøguligt, orsaka av ógvusligum og illviljaðum sparingum, hjá almenna Kringvarpinum at halda skránna, men nú, bara vikur eftir sparingarnar, er skráin meir ella minni hin saman sum fyri sparingina. Víðari kann tað irritera, at eyguni ofta verða tvingað at síggja veruleikan ígjøgnum litaðar brillur, har onkuntíð enntá øll við kjakborðið eru samd.

Uttan at taka støðu til, um Landsbankin er neyðugur fyri samfelagið ella ikki, so var grundgevingin fyri at varðveita Landsbankan sum stovn, at eitt skott skal vera millum politikarar og teir stovnar, sum umsita gjaldførið og skuld. Tá ið landsbankastjórin í Kringvarpinum síðani sigur, at hann í tíðini fram til komandi løgtingsval, til nýggj stjórn møguliga er skipað, fer at halda lív í nøkrum tingum, so tað ikki fer í fillir, er nærliggjandi at spyrja: Tá ið neyðuga skottið millum partarnar er litað, hvat er tað tá?

Inni í Spaniastovu var tað kanska ikki løgið, at fólk - øll við litaðum brillum - fóru at flenna, tá ið landsstýrinmaðurin skuldi grundgeva, hví rithøvundurin og listamaðurin skuldi fáa Mentanarvirðisløn landsins. Tí fyrst hevði listamaðurin skrivað undir listaboykott, síðani hótt við at partera landsstýrismannin, men í Spaninastovu tók hann við takksemi ímóti peningi frá sama landsstýrismanni, sum var eins ræðuligur og hin versti. Neyvan er nakað galið við listaliga avrikinum hjá listamanninum, men tilvildin spældi eitt puss - og trúvirðið í Mentamálaráðnum í fylgi einum í nevndini fyri grunninum, vaksið - og liturin broyttur.

Eyguni hava eisini fylgt við, hvussu oyðandi flatskatturin er fyri samfelagið. Hugtøk sum vina- og kenningapolitikkur ella korrupsjón tykjast at klinga væl. Tá so búskaparfrøðingurin í Degi og viku sigur, at tað er vøkstur í føroyska búskapinum, ja, tá hava mong møguliga í eina tíð hugt ígjøgnum brillurnar hjá onkrum øðrum.

Vit kunnu vera samd um, at tað er gott, at røddir gera vart við seg, tí ómøguligt er at taka litaðu brillurnar av. Men semja er óivað eisini um, at almenna kjakið manglar minst eina dimensión. Av tí sama gerst kjakið ikki serliga fjølbroytt. Myndirnar av landslagnum gerast ikki serliga spennnandi, tá tær altíð eru tiknar úr sama sjónarhorni - ella litaðar við somu brillum.

Hesi orð eru sum so ikki politisk, men áðrenn fólk eru farin at lesa, hava tey hugt eftir, hvør hevur skrivað, og í stundini verða brillurnar settar á nøsina, og hesar gera av, hvørjum eygum hetta skal lesast við - nakað einfalt, men nakað er um tað.

No comments:

Post a Comment